Herholdt úr Viborg í Danmark, bleiv burtur í 2010 - og í gjár varð líkið av henni funnið í einum kuldaskápi. Løgreglan metir, at kvinnan er dripin, og fyrrverandi sjeikur og búfelagi hennara, sum er 44 ára gamal [...] er nú handtikin og skuldsettur fyri drápið. Tað var í desember í fjør, at løgreglan í Danmark eftirlýsti kvinnuna, men tá hevði hon verið sporleyst burtur í tvey ár. Orsøkin til, at eftirlýsingin kom so [...] hevði yvirhøvur lítið við fólk at gera. Í gjárkvøldið fann løgreglan líkið av kvinnuni, sum tey halda er Mette Bønnelykke Herholdt. Líkið varð funnið í einum gomlum kuldaskápi, og løgreglan heldur, at kvinnan
gevast at skemta, men longu í svarinum eftir var hann aftur í stuttliga lagnum. Hann helt skemtandi fyri, at hevði sæð ein mann dyppa í sjónum í dag og spurdi viðkomandi um tað ikki var kalt. Viðkomandi [...] Landsliðsvenjarin hjá Turkalandi var í stórformi og undir óført. So nógv, at tað kom misskiljing í hjá fjølmiðlunum, ið fingu ensku útgávuna av Stefani Kuntz umsetta. Tað endaði við, at landsliðsvenjarin lovaði [...] svaraði aftur, at tað var heili átta stig. Átta! Tað er býtandi kalt, skemtaði Stefan Kuntz. Hann fekk eisini spurningin, um tað ikki hevði verið ein fín avtala, at spæla 1-1, eins og í 1991 á Ovaravølli
Í dag var grundlógaravhoyring í Føroya rættur, har ákæruvaldið ynskti at varðhaldsfongsla ein mann, sum í gjárkvøldi varð steðgaður av løgregluni, tá hann kom við flogfarinum úr Keypmannahavn um tíggju [...] staðar. Í rættinum segði tann skuldsetti tó, at hann bara játtaði, um so var, at hann fekk endurgjald fyri at fara í skannaran. Ákærin greiddi frá, at komin í skannaran fekk tann ákærdi vegleiðing í, hvussu [...] skuldsetta og markera, at hon luktaði av rúsevnum. Tað skilti skuldsetti ikki, tí hóast tað er kent, at hann roykir hassj, so hevði taskan aldrin verið í námind av rúsevnum. Verjin hjá manninum kravdi frídøming
frítíðarskúlum í Eysturoynni hevur Synergi aftur í ár skipað fyri einum fakfestivali. Hann verður fyri øll, ið starvast á frítíðarskúlum og øðrum, sum arbeiða við 6-9 ára gomlum børnum. Í ár verður skráin serliga [...] serliga spennandi. Dentur verður m.a. lagdur á, um børn skulu kunna siga »idiot« ella »fuck you« við hvønn annan, og um tað er í lagi at burturvísa einum barni. Spurningurin, hvørt ein partur av uppalingini [...] útbúgvin journalistur, men sum eisini er rithøvundur og frosprákari fyri Børns Vilkår, fer at tosa um evnið »Tá børn skeldast«. Elin Winther Poulsen, journalistur í ÙF, verður orðstýrari. Meira um fakf
Vit hava ongantíð verið undir so stórum trýsti, sum í ár. Tað segði Sigvør Laksá, stjóri á G festivalinum, við útvarpsrásina, FM1 í gjár. Seinnapartin í gjár frættist, at høvuðsnavnið á ársins G festivali [...] avlýsingar av hesari orsøk. Hon sigur, at tað tykist ikki, sum at góð argument rína við í sambandi við grindadráp, tí tað eru myndir á sosialum miðlunum, sum hava størstu ávirkanina á fólk. [...] hon sigur, at festivalurin hevur heldur aldrin verið undir so stórum trýsti frá umhvørvisfelagsskapum, sum akkurát í ár. Hon sigur við FM1, at tey hava eisini verið í samband við eitt annað av høvuðsnøvnunum
øðrvísi í hesum døgum, meðan vit øll bíða eftir, at ymisku kappingarnar kring heimin skulu fara í gongd aftur. – Í hesum døgum eri eg fyri tað mesta heima hjá familjuni. Vit eru bara úti um tað er neyðugt [...] tosað verður um venjingar og tær skyldur, ið teir hava mótvegis felagnum. Men møguliga verður hetta broytt nakað í næstum. – Venjarin hevur sagt, at møguliga vit steðga við vanligu venjingunum í eina tíð [...] vikurnar verða bara sjálvvenjingar á skránni. Men mær dámar sum heild væl at venja, so tað, at venja einsamallur verður eingin trupulleiki. Tað er sjálvandi nógv stuttligari at venja saman við øðrum, og
Kallsberg, móti skúladeplinum í Marknagili. Tað vil siga, at í toppinum í Fólkaflokkinum í dag, finst ein mótstøða móti størsta byggiprosjektið í føroysku søguni. Møguliga er tað frágreiðingin uppá ta lunkaðu [...] meg gera tað greitt beinavegin. Tað var aldrin ætlanin hjá oddamonnunum í dagsins Fólkaflokki, at Marknagilsdepilin yvirhøvur skuldi byggjast. Formaður floksins, Jørgin Niclasen, og formaður í tingbólkinum [...] Stóri fortalarin í Fólkaflokkinum fyri at byggja Marknagilsdepilin hevur altíð verið Bjarni Djurholm. Tí var tað eisini kærkomið, at tað var júst hann, ið Fólkaflokkurin valdi til formann í Mentanarnevndini
Tórsgøtu sum frá líður gerst listarligi og mentanarligi miðdepilin í býnum. Vísit verður í álitinum á, at í íslendska býnum, Akureyri, sum er á stødd við Havnina, hevur kommunan innrættað mentanardepil í gomlum [...] tilmælunum í nýggja mentanarálitinum, sum mikudagin varð handað býráðsformanninum í Havn. Arbeiðsbólkurin, ið hevur gjørt álitið, mælir vísir á, at kommunan eigur nógv hús og nógvar ognir í sjálvum hjartanum [...] listarbýlingur og í henni skal vera nýtt býarhús og bókasavn. Fyri at hetta skal bera til, skal Tórshavnar býráð leggja eina ætlan, sum kann skapa livandi, spennandi og fjølbroytt mentanarlív í miðbýnum. Hetta
uppvaksin í Mykinesi. Foreldur hennara vóru Santus Joensen og Katrina Joensen, sum var ljósmóður í Mykinesi. Hanna var elst av trimum systrum, yngsta systirin var Hilda Abrahamsen, sum doyði í 2003 og [...] Henni dámar sera væl at greiða frá gomlum døgum í Mykinesi, og veit altíð onkra góða søgu at fortelja, tá hon fær vitjan. Í 1976 skuldi mamma Hannu so undir skurð í Tórshavn. Hanna og mamman fóru til [...] búgva hettar tíðarskeiðið. Tá ið tíðini tók tað eitt ár at lesa til ljóðsmóður, men hetta árið hevur Hanna altíð mintst sum eitt tað longsta og drúgvasta árið í lívinum. Mamman kom aftur við fyrsta karakteri
hesa konsert, og tað mundi vera ein orsøk til, at so fáir áhoyrarar vístu hesum tiltaki tann ans, sum tað hevði uppiborið. Men íheimligt og sálarkveikjandi var tað at stíga inn undir tað ljómandi kirkjuhválvið [...] nýggjum í hendan sangliga siðaarv í tí fagra kirkjuumhvørvinum í heimbygdini. Hugaligt var tað eisini, at skráin var dygdargóð upprunaførisk. At bygdirnar Gøturnar og Lorvík hava funnið saman í kommunalum [...] almannakunnugt. Í kórsanginum er besta støði lagt við frálíku gentukórunum gjøgnum mong ár; men har sum aðrastaðni í landinum man tað m.a. vera ein bági, at ungdómur flytur av bygdini, so hvørt sum hann veksur