árum er tað ongantíð komið fyri, at eitt felag eftir átta umfør hevur vunnið fulla úrtøku. Undan toppdystinum í kvøld eru tað tvey, sum hava fulla úrtøku. Tað er ongantíð komið fyri áður, og tað er so sjáldsamt [...] sjáldsamt, at sannlíkindini eru heilt lítil fyri, at tað aftur fer at koma fyri. Treytin er, at tvey lið vinna allar sínar dystir, og at talan ikki er um innanhýsis uppgerð millum toppliðini fyrrenn í níggjunda [...] og KÍ ber sannlíki við sær fyri, at tað í kvøld fara at verða skorað mál. Stóri spurningurin er, um tað verður eftir fyritreytunum hjá NSÍ ella hjá KÍ, at tað fer at ganga fyri seg. Tølini siga, at hetta
Svenning Johannesen í Havn sum keypti bilin sum nýggjan. Svenning var ein at teimum kendu Hvannasundsbrøðrunum, sum vóru tiltiknir fyri at fiska væl. Hetta er ein ektaður enskur bilur, við leðurkabinu og nøtutræ [...] hendan bilin er tann, at eina-ferð hann var við trolbátinum hjá sær, Marjun III, fór hann fyri borð vestan fyri Mykines. Tað var gott veður, men tung alda. Tá Svenning var bjarg-að-ur, segði hann, at nú [...] Reyni Service og fyrstu ferð skrásettur 21. juni í 1978. Hetta var áðrenn Reyni Service fekk umboð fyri Toyota. Lesið meira í Sosialinum, sum kann keypast í leysasølu kring landið, og sum haldara kunnu
Føroyum, síðan tey tóku við trónuni. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini. – Eg gleði meg at bjóða teimum vælkomnum til Føroya sum kongshjún. Skráin er bæði umfatandi og fjølbroytt, og
kunngjørt. Úrslitið fyri 2023 er tó bert partvíst sambærligt, tí allir trolararnir hjá Polar Seafood í 2023 vóru leingi á skipasmiðju. Stjórin í Polar Seafood, Bent Salling, letur æruna fyri nøktandi úrslitið [...] har TAC (samlaða loyvda veiðan) fyri rækjur aftur er minkað, vísir greitt, at vit hava virkin og dugnalig starvsfólk í øllum felagnum, og tað eru vit sera takksom fyri, sigur Bent Salling. Íkast til búskapin [...] og tað hevur týdning fyri okkum. Í øðrum lagi merkir okkara góðu úrslit, at vit gjalda skatt – og harvið stuðla okkara felags vælferð. Seinast men ikki minst eri eg glaður fyri, at vit vinna pening, tí
seg um tey, sum liva av øvundsjúku og negativiteti, bert fyri at enda full av ongum øðrum enn sínum egna ego. Tú veitst, hasi sum eygleiða teg fyri at síggja teg kiksa, men enda við at síggja teg vinna í [...] slatrað um og ikki lurtað eftir - einki smakkar søtari enn eydna, sum verður borðreidd framman fyri teimum, sum søgdu, at tú ongantíð fórt at klára tað. Jazzygold leverar við sjálvsáliti hvørja reglu í
verið um ein lut, sum hevur okkurt við spreingievni at gera. Vit hava tikið myndir av lutinum og sent teimum. Í morgun fara tey so at hyggja nærri upp á lutin, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Av øðrum uppgávum [...] Havn. Har var varpaður út haðani. Og so vóru tað tveir smádreingir, sum høvdu kynt eitt bál uttan fyri SMS, sum ein granni tó fekk sløkt.
amerikanarar hava verið útsettir fyri broyttum politiskum rákum seinastu árini. Demokratisku stjórnirnar hava roynt at loyvt teimum at veriðí herinum, meðan Trump roynir at halda teimum burtur. Eisini í fyrsta [...] krøvini, sum krevjast fyri hertænastu." Pentagon segði seinni, at tiltakið er ætlað fólki, sum hava fingið staðfest kynsdysfori ella hava havt tað fyrr. Kynsdysfori er eitt hugtak fyri óbehag, sum fólk kunnu [...] notatið lýsir, hvussu Trump-stjórnin ætlar at gera skjótt av fyri at vísa túsundtals transkyndum hermennum burtur, eftir at hægstirættur slóðaði fyri, at forboðið kemur í gildi Í notatinum sigur Hegseth, at
hevði hann ikki fatan av. Hvussu kann hann ikki hava fatan av tí? Meginparturin av teimum, sum hava valt fakið og stríðst fyri at fáa fakið í 3 ár, verða liðug á Læraraskúlanum, áðrenn skúlaárið 2026/2027 byrjar [...] Lívsins gongd...” Meðan teir tilvitað hava gjørt alt, teir kundu, fyri at forkoma fremmandamálunum. Teir gjørdu so einki til at bjarga teimum. Einastu málini, ið síggja út til at hava nakran týdning, eru føroyskt [...] so spyrst... Til síðst vil eg enda við einum sitati frá einum av teimum lesandi, ið vit í týsktlærarafelagnum hava roynt at stríðst fyri: “Ja, kanska verður eitt linjuhold í týskum upprættað í 2026/2027
trýstir á knappin. Mann má geva Hamas skyldina fyri tað, sum Hamas hevur skyldina av. Men mann má eisini geva Ísrael skyldina fyri tað, sum Ísrael ber ábyrgd fyri. Tá 3.000 lastbilar við akuttari neyðhjálp [...] neyðhjálpina til tey neyðstøddu, so er tað tí, at Ísrael ikki loyvir teimum. Tá 140 børn vórðu myrd í einum ísraelskum náttarálopi fyri einum mánaði síðani, so er tað Ísrael, sum trýstir á knappin. Og tá [...] av vatntroti, hungri ella banalum infektiónum. Hetta er ikki bert ein ”neyv hernaðarlig operatión” fyri at niðurberja Hamas og fáa gíslarnar aftur. Hetta er eitt krígg á eitt heilt fólkaslag. Hetta er eitt
undir Mýruhjalla vann 2-0 ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Hetta vóru fyrstu málini, sum Patrick Mensah hevur skorað, síðani hann í vetur flutti til Skála. Í fjør var hann fyri fyrstu ferð í Føroyum. Tá umboðaði [...] umboðaði hann FC Hoyvík, sum hann í næstbestu deildini skoraði eitt mál fyri. Patrick Mensah legði í kvøld heimaliðið á odda tveir minuttir eftir steðgin. Uppleggið átti Martin Johansen, og tá ið eitt korter [...] skálamonnum. KÍ er á sjeynda plássi við 10 stigum. Um eina viku fer Skála at spæla á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Um eina viku fer KÍ at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.