inni í blaðnum, hava sæð, at eg helt uppskotið vera óambitiøst, og at partar av tí áttu at verið broyttir. Men eisini, at hetta er ein framgongd innan føroyskan politikk á økinum, serliga um tað er fyrsta [...] Eg skilji, at tey flestu uppfata hetta, sum at eg skal hava kallað nýggja lógaruppskotið hjá Anniku Olsen um veðurlagspolitikk heita luft. Tað havi eg mær vitandi ikki. Tey, sum lósu sjálva greinina inni [...] hugsi, at ein tílík yvirskrivt kann selja nøkur fleiri eintøk av Dimmu; men hon ger neyvan nógv annað gott. Næstu ferð, tit á Dimmu vilja hava eina tílíka yvirskrivt á forsíðuna, mæli eg til, at tit seta
veksandi vind, má roknast við, at havhestatíðin á hesum sinni er av. Ikki tí, at ov langt er útliðið, men fuglurin er helst farin á sjógv rímiliga tíðliga, og tí má roknast við, at lítið og einki situr eftir [...] fuglur er tikin á sjónum í heyst, og dúgliga hevur verið roynt at selja, bæði á marknaðarplássinum í Vágsbotni og aðrastaðni, har møguleikar eru at sleppa av við nakrar fuglar. Í onkrum bygdum í Eysturoy hava [...] hava børn eisini gingið húsagongd og hava spurt, um fólk ynskja at keypa havhest. Hugsandi er, at marknaðurin í løtuni er mettaður, men undarligt skal vera, um menn, sum hava tikið havhest í heyst og kanska
Bláhamar frá First Stop sigur, at tað hevur stóran týdning fyri trygdina at koyra við góðum vetrardekkum. Í sínum arbeiði hevur hann lagt til merkis, at fólk ofta koma at skifta dekk, tí politiið ger grein [...] grein 13 kanningar, og fyri at sleppa undan at fáa bót, vilja tey hava dekkini skift. Hann heldur, at hetta er skeivur hugburður. Fólk skulu koyra við góðum dekkum fyri sína egnu skuld og fyri trygdina [...] skøddur til vetrarkoyring kann verða orsøk til ruðuleika í ferðsluni, og bilførarin er í vanda fyri at gera skaða upp á bæði seg sjálvan og onnur. First Stop er ein serverkstaður fyri dekk, dekkskift,
annars gitt, at forsetin, Høgni í Stórustovu, fór at seta fram ynski um koyra aðalskrivaran, Ísak Mikladal, úr starvinum. Gitingarnar undan starvsnevndarfundinum í gjár gingu eisini uppá, at fekk forsetin [...] forsetin ikki undirtøku fyri at fáa aðalskrivaran úr starvi, fór forsetin sjálvur at leggja frá sær. Men hóast ljóst var í FSF-húsinum til út ímóti midnátt, so varð eingin niðurstøða av hesum slagnum gjørd á [...] Tað ber illa til at fáa nakra frágreiðing um, hvat hendi á fundinum, tí annaðhvørt taka starvsnevndarlimir ikki telefonina ella vilja teir einki siga. Heldur ikki hevur verið gjørligt at fingið fatur í
kommunustýrislimum rætt at dagfesta ein fund. Hinvegin hava teir fýra sambært kommunustýrislógini rætt at krevja, at mál verða tikin á skrá. Ella orðarætt hevur borgarstjórin skyldu til at seta øll mál á skrá [...] ið at avgera, hvørt málið verður tikið til viðgerar. Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi, vil ikki gera viðmerkingar til málið, og greiddi í gjár frá, at hetta er so nýtt, og tí ber ikki til at siga [...] Sambært kommunustýrislógini hava rætt at biðja um fund, tí teir eru meira enn ein triðingur av kommunustýrinum, men teir kunnu ikki avgera, nær fundurin verður. Sambært kommunustýrislógini er tað nevniliga
Skipanin skal virka á tann hátt, at bilurin bert verður skrásettur einaferð um dagin. T.v.s. at tað kostar tað sama at koyra gjøgnum allar tunlarnar, sum tað kostar at koyra gjøgnum ein. Síðani verða hesir [...] trupulleiki at læna 700 milliónur við slíkum inntøkugrundarlagi. Byrjað verður uppá Sandoyartunnilin í 2011. Vit eiga ikki at gloyma styrkjuna, sum liggur í einum felagstaki øllum landinum at frama. Vónandi [...] . Við útgangsstøði í prísi og bilatali fyri Vága og Norðoyartunlunum, er ein veruleikakend meting, at nýggja partafelagið uttan trupulleikar kann hava eina innntøku á 100 milliónur krónur hvørt ár. 40
hevur tað í løtuni. Gerhard lovar at taka “eina kraftiga avgerð”, um endin verður, at Sandoyartunnilin ikki fær pengar á ársins fíggjarlóg. Men merkir hetta, at hann fer at taka seg úr flokkinum og samgonguni [...] tíðindini um, at landsstýrið hevur strikað játtanina til Sandoyartunnilin og tunlarnar norður um Fjall í fíggjarlógaruppskotinum, sum formaðurin hjá Gerhardi, Jóannes Eidesgaard, í næstum fer at handa tinginum [...] í desember, og eg ætli mær at stríðast til tað seinasta, sigur Gerhard Lognberg. Tað eru m.a. floksfelagarnir hjá Gerhardi í Javnaðarflokkinum, sum hava grundgivið fyri, at ráð ikki eru til ein Sandoyartunnil
Tór-Ingar Akselsen nøgdur staðfesta, at øll orsøk er til framvegis at trúgva upp á eina tilveru í Vodafonedeildini: – So leingi dystir eru eftir, hava vit sjálvandi ein kjans at verða verandi. Vit spæla upp ímóti [...] siga, at teir nýggju menninir, vit fingu í summarsteðginum, høvdu avgerandi týdning. Tór-Ingar Akselsen helt ikki, at teir mistu vónina, tá Víkingur ta einu løtuna í seinna hálvleiki sá út til at koma [...] hava vit víst gott verjuspæl, og tað gjørdi seg eisini galdandi hesa ferð. Tí ivaðist eg ikki í, at vit fóru at halda leiðsluna, segði hann.
Borðarvík. Men tá ið tað vísti seg, at byggikostnaðurin fór at verða 40 milliónir krónur, varð farið at kanna aðrar møguleikar. Jacob Vestergaard, landsstýrismaur sigur, at Fiskimálaráðið hevur samráðst við [...] Skúli Alt bendir nú á, at Trygdarmiðstøðin í Klaksvík skjótt fær egin høli. Leingi hevur verið ætlanin at byggja nýggja Trygdarmiðstøð, og tað ætlaði henda samgongan eisini. Trygdarmiðstøðin skuldi byggjast [...] innrætting má gerast, verður húsið væl bíligari enn at byggja nýtt. Skal tað almenna keypa henda bygning, má málið fyri løgtingið. Jacob Vestergaard væntar, at peningur til ætlaða keypið kann takast av íløg
í rættarsalinum, at tann ákærdi feldi tár, hóast tað ikki var, tí at hann iðraði seg um tað, sum hann er ákærdur fyri. Tað kom eftir øllum at døma eisini óvart á sálarfrøðingarnar, sum hava kannað Breivik [...] fyri yvirgang og fyri at hava kostað 77 fólkum lívið tann 22. juli í fjør. Spurdur, svaraði hann, at hann heldur seg ikki hava gjørt nakað revsivert. Hann endurtók samstundis, at hann viðurkennir ikki [...] Anders Behring Breivik at gráta. Hetta hendi, meðan rætturin spældi ein stuttfilm, sum Breivik sjálvur hevur gjørt, og sum er ein propagandafilmur ímóti islam. Tað var týðiligt, at tað kom óvart á øll í