útstykkingini er seyðabólið. Síggi, at sprongt verður kring bólið, sum tykist fara at verða varðveitt mitt í útstykkingini. Hugaligt! Løgið, at “ból” ikki er valt sum staðarnavn har. Gaman í er Ljósá skamt [...] Argja bygd at fáa eina staðbundna argjanevnd á sama hátt sum hinar bygdirnar í TK (Suðurstreymoyar kommunu). Tað er kanska ov seint til hetta býráðs-/bygdaráðsvalið í TK!? ELSPUGØTA: Frálíkt, at Elspa (Elsuba) [...] suðureftir. Nýggi bygningurin er settur beint í “Argjagarðsá”. Onkur stova í nýggja barnagarðinum kundi tí hóskandi itið eftir hesi á. E.S.: Veit TK at siga, um áin sleppur at renna sína upprunaleið undir
skatt, so her er eingin fordeilur kappingarmessiga fyri norska arbeiðsgevaran. At persónar sum koma at merkja avleiðingarnar av hesum eru frustreraðir og illir er val einki at siga til. Tað er ein seriøsur [...] ringasta føri kann merkja, at báði feløgini sum starvast innan oljuvinnuna í Noreg verða noyddar at snara lykilin um, hetta tí at starvsfólk frá 1. jan 2025 kanska ikki síggja meining í at starvast innan hesa [...] tildømis allar tíðir verið so, at føroyingar hava kunna farið á seiðaberg at fáa sær eitt kók, tað kann mann sum so eisini enn, men er mann so heppin at fáa ein fisk á seiðabergi, er hann sum oftast ikki etandi
Tað eru alt ov nógvir bilar inni í Havnini, tað er trupult at fáa ferðsluna at glíða, at finna parkeringspláss og bilroykurin er køvandi. Summastaðni er ikki nóg trygt hjá teimum, sum ganga og súkkla. [...] Brennistøðin: Nú hastar at dagføra Brennistøðina á Hjalla. Hon var eitt satt nýbrot, tá ið hon kom, men nú má hon fáast at hóska til nútímans krøv. Vit vita til dømis, at rusk eisini er eitt tilfeingi. Tí skulu [...] skulu fáa enn fleiri at brúka teir, tí tað minkar um bilferðsluna í býnum. Vit skulu hyggja neyvt at bussleiðini, um hon er nøktandi og um møguligar broytingar kundu fingið fleiri at tikið bussin. Eitt stórt
ræður um at hita hjørtur hjá menniskjum. - Vit hava ta fatan, at tá menniskju merkja kærleika, vón og eru mett - tá er lættari hjá øllum at síggja Guds góðsku, siga tey í City Church. City Meal er ætlað ungum [...] verið í hjá City Church at gera máltíðir, síðan húsini hjá teimum brunnu. Samkoman hevur einans kunnað givið út matposar, og hetta hava fólk eisini verið glað fyri. Men nú verður tað, at City Meal verður tikið [...] tikið uppaftur. - Vit eru sloppin at læna hølini hjá Frelsunarherinum at hava City Meal í, og tað eru vit sera takksom fyri, siga tey, sum standa aftanfyri City Church. Frelsunarherurin og City Church hava
í. Gleðiligt er eisini, at hóast nakað av útskifting, so tykist tað, sum at tað legst afturat, og at tilgongd er av yngri leikarum. Tað er gleðiligt hjá einum felag í útjaðaranum. Uttan at taka nakra frá [...] við. Tað er ein frægd at síggja, hvuusu henda leikgrein, ið nevnist skemtileikur ella kabarett, hevur ment seg sunnast í Føroyum. Og tað er ein frægd at síggja, hvussu leikandi lætt tað er at spæla kabarett [...] sær tað í hvussu er út, tá Suðuroyar Sjónleikarafelag er á palli. Og tá er alt vunnið, tí sum við so mongum øðrum, so er endamálið við hørðum arbeiði, sveitta og venjing, júst at fáa tað at síggja lætt út
í Føroyum sum heild er ein av okkara størstu avbjóðingum. Vit mugu seta fulla ferð á fyri at venda gongdini. Tað hevur skund. Vit vita, at Havnin sum lokomotiv er avgerandi fyri at fólk støðast í Føroyum [...] meira lokkandi hjá okkara ungu at brúka størri part av útbúgvingartíðini her heima. Tað er gott, at farið er undir arbeiðið við Seturskampus á Frælsinum, og vit halda, at kommunan skal stuðla við fleiri [...] fáa fyritøkur og stovnar betri atgongd til skikkaða og nýskapandi arbeiðsmegi. Her er einki at bíða við. Kommunulistin er til reiðar. Tróndur Sigurðsson Býráðslimur
milliardir krónur, ella næstan tríggjar ferðir so stór, sum hon er – ella nær um eina milliard krónur hægri, enn hon er í ár. Tilsamans er ríkisveitingin minkað 13,8 milliardir krónur síðani 2002. Og kortini [...] aftan á miseydnaðu fullvedissamráðingarnar við donsku stjórnina í 2000 varð farið undir at fyrireika blokkniðurskurðin, at minka ríkisveitingina úr Danmark. Tað var gjørt við samráðingum við donsku stjórnina [...] in varð eftir hetta heldur ikki prístalsjavnaður, so hann stóð í stað, til Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum og fíggjarmálaráðharri í 2011 heitti á donsku stjórnina um aftur at prístalsjavna
tískil syrgja fyri, at Tórshavnar Havn hevur bestu treytir í framtíðini. Tað er heldur einki at ivast í, at okkara fantastiski høvuðsstaður fer at veksa nógv í framtíðini. Metingar siga, at um eini 30 ár fer [...] fer tvífalt so nógv at koma um keikantin sum í dag. Upp í 1,5 mió. tons. Hetta setur stór krøv til havnaøkið. Vit verkafólk gleða okkum at vera partur av hesari spennandi framtíð fyri Tórshavnar Havn og [...] og Tórshavnar kommunu. Nú valdagurin nærkast er týdningarmikið, at verkafólk sláa ring um verkafólk og geva teimum álít. Vel verkamannin á Vaglið Vel Tjóðveldi Vel Ottar í Funningsstovu
fleiri, sum vilja hava hetta muteraða nýggja kettuslagið, sum myndin omanfyri vísir. Serfrøðingum dámar hetta lítið, og tað eru tey, sum siga, at hetta er djórapínsla. Kettan á myndini er ein blandingur av [...] sum gevur henni heilsutrupulleikar. Kortini er kettuslagið - rópt XL Bully-Cat - við at spreiða seg. Sambært The Guardian er kettan ald á henda hátt fyri at líkjast amerikanska bully-hundaslagnum Uttan [...] skift orð við serfrøðingar, sum halda, at ein ketta av hesum slag helst fer at liva eini seks ár styttri, enn vanligar kettur gera. Tað eru serfrøðingar, sum halda, at ein slík ketta, sum hendan á myndini
tað er ikki langt frá at tygum sjálv eru í ferð við at seta eitt heimsmet. Á Tjarnargarði, har tygum nú búgva, sita tit vinkonurnar regluliga og binda. Tað serstaka við hesum bindiklubbanum er, at miðalaldurin [...] men “UNDER SØ OG LAND” – og so er man í Havn næstan áðrenn man hevur talt uppí, hvussu gamal man er. Í hvussu er tá man hevur fylt 100 ár. Tíðin í Havn fór tó ikki bara til at tæna. Tí í mong ár arbeiddu [...] tað er at ferðast í dag, men eisini sovorðið sum, at tygum eru fødd og vaksin upp í einum lítlum húsi við tveimum kømurum, har hvørki var ljós ella hiti inni. Tað duga vit í dag yvirhøvur ikki at fyristillað