stjórin í Skyn sigur, at nú síggja tey ferð eftir ferð, at íbúðir verða seldar fyri ein fermetraprís sum nærkast 30.000 krónum, og at prísurin enntá fer upp um viðhvørt. Hann greiðir frá, at ein partur av orsøkini [...] Niclasen frá. Stjórin í Skyn vísir á, at eitt jaligt árin av hesi gongdini er, at fleiri fermetrar verða leysgivnir til størri familjur, og at tað kemur javnan fyri, at børn yvirtaka sethús hjá foreldrum [...] stjórin í Skyn. Eisini ung fólk keypa íbúð, sum er ætlað sum varandi heim. Onnur velja at keypa íbúð heldur enn at leiga, og hjá onkrum er íbúðarkeypið ein millumloysn, har tey kunnu búgva í eina tíð, áðrenn
við í mong ár, fyri at beinini hjá honum ein dagin fóru at blíva so veik, at tey ikki longu megnaðu at bera honum. Tann dagurin er nú komin, men í samrøðu við Sosialin avdúkar hann, at hóast hann var treiskur [...] er ikki til stuttleikar at eg seti meg í koyristól. Eg havi brúkt tíggju ár upp á tankan. Eg eri sjálvstøðugur, eg vil gera alt sjálvur, og eg vil ikki vera bundin av nøkrum. At viðurkenna veruleikan, vera [...] vera eyðmjúkur um støðuna og ásanna, at løtan er komin, har eg eri bundin av einum, sum trillar meg, krevur styrki og vilja. Tað sigur Hanus Samró í samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin, aftaná hann 5. august
og sum kemur at kosta honum tá Ballon d´Or og aðrar virðislønir skulu handast er øll spilltíðin, har Neymar óneyðuga liggur á vøllinum og letst til at hava so ilt, at ein skuldi trúð at hann var raktur [...] og ein hálvan minutt. RTS boðar frá, at eingin annar HM-spælari er í námind at liggja so nógv á vøllinum sum Neymar. FIFA hevur tó kunngjørt onnur hagtøl sum vísa, at Neymar er tann spælarin í HM-endaspælinum [...] Brasilski Neymar er ikki til at blíva klókur uppá. Nú Cristiano Ronaldo og Lionel Messi ikki longur eru partur av HM-endaspælinum er lítil ivi um, at Neymar er tann spælarin í kappingini sum fótbóltsliga
USA. Í síðsta mánað boðaði Donald Trump eisini frá, at um ES ikki er sinnað at strika ein 10 prosent toll, ið er á amerikanskar bilar, so fer USA at leggja 20 prosent toll á allar evropeiskar bilar. Tað [...] fleiri ES-lond hava gjørt greitt, at tey eru farin at hyggja eftir vørum, har meira tollur kann leggjast á, um Trump ger álvara av hóttanini. Tað var í hesum sambandi, at Bruno Le Maire viðgjørdi handilskríggið [...] vísti á týdningin hjá Evropa at standa saman. - Um tollurin hækkar í morgin, t.d. fyri bilídnaðin, harímillum okkara bilar, so má okkara svar vera sameint og sterkt fyri at vísa, at Evropa er eitt sameint og
kortini góðar vónir um, at Russland aftur fer at venda eyguni vestureftir, kemur aftur í okkara fold so at siga, og at vit aftur kunnu handla frítt við Russland. Sannleikin er jú, at handilsbannið rakar russiska [...] Her er eitt lítið brot úr samrøðuni, sum altso er at lesa í Sosialin í dag: Í 2014 rullaðu russisk tanks inn á Krim-hálvoynna í Ukraina. Endin var, at Russland meir ella minni hertók hálvoynna. Vesturheimurin [...] Føroyar vildu tó ikki. Atfinningarnar móti avgerðini at halda á við handlinum við Russland vóru nógvar, bæði í Føroyum og uttanlands. Carla Sands veit tó ikki at siga, um amerikanska stjórnin nakrantíð hevur
holt við at seta upp aftur og at framførslurnar, ið skuldu verða í dag verða, sum ætlað. Og eftir veðurtíðindunum er einki at frykta fyri, tí bæði í dag, í kvøld og í nátt, verður tað mjørki, men at kalla [...] Hon sigur, at hóast illveður, var lagið á tjaldingarøkinum gott, men tá ið veitslan var av, fóru fólk til hús. Og Sigvør Laksá staðfestur, at tey herja á aftur í dag og eru farin í holt við at rigga til [...] sær á G! festivalin hesar dagarnar og á tey, sum standa fyri G! Festivalinum, Løgreglan sigur, at nógv at tjøldunum hoknaðu niður í storminum og regninum og vórðu slættað við jørðina, og heilt nógv fólk
hendan: - Teir báðir hava megnað at givið likamliga fyrstuhjálp í eini truplari støðu. Teir fylgdu høvuðspunktunum í fyrstihjálpini, sum eru allneyðug fyri at bjarga mannalívum, at skapa tryggleika, fráboða 1-1-2 [...] eldri kvinna. Jógvan Thomsen bar skjótt at og legði hana niður í dúrkið, tí hon andaði ikki. Hann bað Kim Anders Nielsen ringja 1-1-2, og fór síðani í gongd við at geva fyrstuhjálp.Samstundis sum tosaði [...] vísir, hvussu týdningarmikið tað er at hava tikið eitt fyrstihjálparskeið og hvussu farast skal fram í eini tílíkari truplari støðu. - Í støðuni kláraðu Jógvan og Kim at geva donsku kvinnuni lívbjargandi
løgmaður, til tingmannin á Tvøroyri og heitti á hann, um at fara í farloyvi. – Vit í Javnaðarflokkinum halda, at sum støðan er í løtuni, so er frægast, at Bjarni Hammer fer í farloyvi, meðan løgreglan kannar [...] eingin ivi um, at tað eiga vit at hava. Vit hava vald, sum onnur ikki hava, og tí hava vit eisini hægri moralska skyldu enn onnur, sigur Aksel V. Johannesen og staðfestir samstundis, at Bjarni Hammer ikki [...] í Javnaðarflokkinum. Tá ið tað er sagt sigur hann eisini, at vit liva í einum rættarsamfelag við rættartrygd, og har er prinsippið sjálvsagt, at ein hvør er ósekur inntil tað mótsatta er prógvað. – Vit
ikki, at man skal biðja um umbering, tá skemtað verður við átrúnaði. - Sum ein, ið alt mítt lív, hava notið gott av frælsinum at skemta við átrúnaði, meti eg, at skemtisøgan hjá Boris Johnson um at kvinnur [...] ráðharra at biðja um umbering. Samstundis hevur Konservativi flokkurin eisini sett eina kanning í verk fyri at finna út av, um tingmaðurin hevur brotið floksins leiðreglur fyri góðan atburð, aftaná at flokkurin [...] aftaná at hann í føstu klummuni hjá sær í the Telegraph í síðstu viku líknaði kvinnur í burka við bankaránarar og postboksir. Fleiri framstandandi persónar í enska samfelagnum hava funnist harðliga at útsøgnini
Arbeiðsgevarafelagið, av at lata málið liggja á hesum sinni. Men afturfyri hava tey avtalað at taka spurningin upp aftur í friðartíð. Partarnir eru eisini samdir um at gera ein arbeiðsbólk at kanna, hvussu he [...] fyri at teir fáa brúkt frítíðini á rímiligan hátt. Spurningurin um tiltøk í sambandi við verkføll, hevur leingi verið eitt stríðsmál, og í samráðingunum hesa ferðina var vandi fyri, at tær fóru at slitna [...] settir við hægri setanarbrøki, ella í fult starv. Samstundis hava partarnir eisini avtalað at kanna um tað ber til at seta fleiri heilsuhjálparar í størv á dagstovnaøkinum.