arbeiða saman við vegleiðarum hennara um, hvussu farast skal fram, tí vit duga væl at síggja, at í hesum máli eiga vit at vera varin, sigur Christina Patzl hjá Puls 4. Gongst sum ætlað, verður Natascha Kampuch [...] Wolfgang Priklopil burturflutti hana, og tey næstu átta árini fjaldi hnn hana í einum lítlum rúmi undir bilhúsinum. Nakrar fáar ferðir slapp hon út, og at enda eydnaðist tað henni at sleppa til rýmingar
hjá FSF, og avtalurnar við spælararnir eru galdandi fram til 2009. Spælararnir, sum hava skrivað undir avtalur við KÍ, eru John Hammer (18), Álvur Christiansen (18), Ári Samson (18), Jógvan Isaksen (17) [...] fingið debut á besta liðnum. Hinir tríggir hava fyrsta dystin til góðar, men KÍ væntar sær nógv av hesum spælarum í framtíðini. - Samstundis sum vit hava fingið nakrar profilar til felagið, sum kunnu styrkja
gjørdi hann kortini, og tað tók fundurin eisini undir við. Umframt hann, stillar Eivin Jacobsen úr Sørvági eisini upp fyri flokkin. Fleiri høvdu helst, í hesum javnstøðutíðum væntað, at Rósa sum eisini er
ferð við at flyta ein flaka, sum verður nýttur í sambandi við vegagerðina til undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund, vóru teir so óhepnir at koma ov nær einum av aliringunum, og hol kom á nótina. Dalásmolt [...] Dalásmolt hevur sjey aliringar liggjandi beint sunnanfyri ferjuleguna á Gomlu Rætt, og tað var ein av hesum ringunum, sum varð raktur. Flakin skuldi flytast til Vestmanna, men ov illsligt var í veðrinum til
annað árið, hann hevur verið lærari á musikskúlanum. Hvønn mikudag er orkestrið savnað á Frúutrøð undir leiðslu av Peder Riis-Jensen. Fleiri lærarar á musikskúlanum hava tikið stig til at stovna eitt h [...] er fyri bæði træ- og messingblásarar. Eisini sleppa bassurin og slæverkið uppí part. Hugskotið við hesum orkestrinum er sprottið í seinasta leikári, tá lærararnir tosaðu saman um tað. Endamálið er at geva
Kortini skal hetta ikki gjaldast úr egnum lumma. P/f Vágatunnilin hevur fingið fíggjað 150 milliónir av hesum úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar. Hesin sáttmálin varð undirskrivaður á Hafnia um somu tíð. Umframt [...] vegagerð fyri 23,3 milliónir. Byrja 5. september Eigaraviðurskiftini í Vágum eru ikki komin heilt undir land, men hetta kemur ikki at darva arbeiðnum, sigur Klæmint Weihe. Arbeiðið skal byrja 5. september
er at útbúgva føroyingar til at kunna arbeiða umborð á oljupallum. Boriskeiðið er grundarlagið undir hesum arbeiði. Umframt vanligu undirvísingina á Skúlaheiminum verður eisini eitt heilt nýtt slag av
norðmenn noktaðu Sverra Ólavsyni at fiska, vísir tað seg, at bera væl til at lata týskar trolarar sleppa undir Noreg at fiska, hóast hesir hesir somu týsku trolarar eisini eru keyptir úr Íslandi og hóast teir [...] teir eisini hava fiskað í smoguni, táið íslendingar áttu teir. ? Vit hava ikki gjørt mun á nøkrum í hesum málinum. Hetta er ikki eitt mál sum hevur fingið politiska viðger í Noregi og tað er Fiskeridirektoratet
stóran part av sínari uppsparing. Bert ein sterkur Sambandsflokkur, sum veljarin tekur undir við, kann forða fyri hesum stóra vanda. Sit tí ikki heima, men far á val og set X fyri Sambandsflokkin, ella eitt
at siga, at fram til annan heimsbardaga vóru ikki færri enn 4.000 Triangel bilar framleiddir. Av hesum vóru tað serliga lastvognar, rutubilar og aðrir serframleiddir bilar, so sum eldsløkkibilar o. s. [...] Verksmiðjan noyddist at gevast við framleiðsluni tá kríggið brast á í 1940. Verksmiðjan framleiddi eisini undir navninum Triangel umleið 200 jarnbreytavognar til heimamarknaðin. Virksemið var stórt tey 22 árini