keypa mær nýggj klæði. Eg hevði 2.000 kr uppi á mær, segði hann. Hann hevði hugsað um at sleppa sær av landinum, men var ikki komin í tankar um nakra loysn upp á hvussu. Komin oman í Kaldbaksbotn fann hann [...] hann seg at sova. Í morgun vaknaði hann við, at ein maður kom í seyðahúsið. – Tá fjaldi eg meg inni í húsinum, og maðurin sá meg ikki og fór avstað aftur á síni knallert. Eg hevði ætlað mær at bíðað, til tað [...] skrelliposanum og koyra hann í bingjuna. Eg spurdi, hvar bingjan var, og teir bóðu meg fara um hornið á húsinum. Har var vindur og mjørki. Man sá kanska 100 metrar, og man sá ikki bingjuna frá hurðini. So
Fólkaflokkurin eigur formannin í fíggjarnevndini. Fríggjadagin skrivaðu vit á hesum stað, at um løgmaður hevði itið Atli Dam ella Anfinn Kallsberg, so hevði slíkt hent, tí eingin hevði torað [...] tíðini upp á at profilera seg enn meira við at vera í andstøðu til verandi samgongufelagar til tess at tekkjast Tjóðveldinum, kyrra viðhaldsfólkini hjá Poul Michelsen – fyri á tann hátt at [...] í øðrum flokkum. Tað síðsta var, at Poul Michelsen fór úr Fólkaflokkinum og bleiv leysgangari á tingi. Um Poul Michelsen ger leysasøgurnar til veruleika og stovnar ein nýggjan borgarligan
tað restaðu tíggju minuttir. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var millum teir fyrstu ellivu á besta liðnum, og hetta var fyrsta málið, sum hann hevur skorað í bestu deildini. Fyri EB/Streymur var [...] høvdini saman, og báðir noyddust av vøllinum. Tá var støðan 1-1. Jørgen Nielsen legði beinanvegin NSÍ á odda eftir sending frá Hans Marius Davidsen, og tá ið eitt korter var farið, vóru teir í NSÍ óhepnir [...] NSÍ spælarunum Sølvi Sigvardsen økti til 3-1 eftir framlegging. Niels Pauli Danielsen er nýggjur maður í EB/Streymi, og hann átti stóran leiklut. Hann átti hornasparkinnleggið úr høgru, tá ið NSÍ málverjin
eina sending á DR fyri stuttum, um júst hetta evni. Har bleiv sagt, at tey flestu vera ávirkaði av, hvat øll hini gera, ella ikki gera. DR tók upp, meðan ein sjónleikari legði seg mitt á Strøget, og lá [...] vitleysur har. Tey flestu hugdu ivasom uppá hendan mannin, men gingu síðani víðari. Sami maður legði seg síðani niður á ein veg beint við, har sum næstan eingin gekk framvið. Tá gingu bert fáar minuttir inntil [...] Eg var á páskavitjan í Føroyum, og meðan eg sat í bilinum uttanfyri ein handil í Vági, og bíðaði eftir systur míni, sá eg, at ein lítil drongur bleiv happaður av øðrum. Hann stóð saman við fimm eldri
tí ágangurin frá umhvørvisfelagskapum fer helst at vera á fleiri ? frontum?. Grindin er so eitt. Onnur hóttan kann koma, tá skjøtil verður settur á oljuleitingina. Royndirnar frá bretskum øki eiga at fáa [...] sum hann málber seg ?einaferð med alla? at steðga øllum grindadrápi við okkara strendur. Maðurin er á veg til Føroya skilst. Tað eru tey, sum halda, at vit eiga als ikki at umrøða slíkan mann og tiltøk [...] men kortini eru vit noydd til at fyrihalda okkum til veruleikan, og hann er, at hesin víðgongdi maður, sum kallar seg umhvørvismann, um ikki so langa tíð kann vera orsøk til, at mannalív fara at standa
fari eg enn einaferð at minna á, at meginpartin av tí, sum er lorað út í gráa økinum, hevur hann sjálvur lorað. Og lat meg eisini minna hann á, at tað var hann - tvs. sami maður, sum nú tosar so óført um at [...] kanska er best, at hetta lítið virðiliga eftispælið eftir loysnina á marknamálinum, sum einmælt varð samtykt av løgtinginum og nú fríggjadagin á fólkatingi, kann taka ein enda. Jan Müller, blaðstjóri
einki dulsmál, at løgmaður ikki er lættur hjá føroysku pressuni at fáa hendur á. Sjálvandi er ein løgmaður nógv upptikin maður men hetta má ikki forða demokratiinum at virka. Og er tað so, at løgmaður, sum [...] Vágum. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa hann at svara hesum spurningum. VIT skulu tí gera eina roynd á hesum stað at seta løgmanni hesar spurningar: Hvussu ber tað til, at einki hendur í spurninginum um [...] undirskotsruta. Talan er um at gera eina íløgu í framtíðina eins og gjørt varð við ferðamannaflutninginum á sinni. SPURNINGUR okkara til løgmann er: fer tú at fyritaka tær nakað, soleiðis at henda ruta ikki dettur
til uppgávu at fyriskipa øllum tí praktiska í samband við framsýningina. Framsýningin varð latin upp á tignarligum støði við ongum verri enn mentanarnevndar-formanninum í Norrkøping Lennart Jansson, sum [...] fagnaði áhoyrarunum væl. Talan er um tey bæði Archibald Black og Magnu Auðunsson, sum skulu sýna fram á hesum kenda stað, har dagligi fólkasteymurin liggur um eini 5000 fólk. Tað vóru nógv vøkur orð áskoðarnir [...] gekk so listiliga. Frá kommununi leiga teir sera sámiliga rættuliga rúmlig listaverkstøð, har hvør maður hevur sítt egna verkstað ? Heili 20 verkstøð eru í tveimum húsum. Tí dugdu teir illa at skilja, at
sjónskt, tí nú hevur gud og hvør maður eitt tílikt FR kort. Eg havi altíð hildið, at peningastovnar eru tænastufyritøkur og eiga at gera sítt besta fyri at tæna viðskiftafólki á besta hátt so smidliga sum gjørligt [...] sær, at nú skulu handilsfólk sjálv senda FR kortini til danska stovnin PBS, sum síðan flytir peningin á konto hjá handilsfólki. Skipanin frammanundan var einføld og liðilig. Eitthvørt FR kort kundi metast [...] peningurin skal umvegis danska stovnin PBS, tekur hetta fleiri dagar, áðrenn peningurin sæst aftur á konto seljarans. Henda seinkan broytir soleiðis eisini gjaldføri seljarans. Annað er so tað, at føroya
inum 18-24 ár sigur bert triðjihvør maður og minni enn onnurhvør kvinna seg ongantíð hava roynt snús. Samanborið við allar aldursbólkar samlað liggja hesi tølini á 69,9 % hjá monnum og 88,4 % hjá kvinnum [...] ár siga seg brúka snús dagliga. Til samanberingar liggja hesi tølini fyri allar aldursbólkar samlað á ávikavist 10,7 % fyri menn og 2,4 % fyri kvinnur. Hjá teimum 25-34 ára gomlu liggur nýtslan eisini væl [...] kvinnum. ##med2## Øktur innflutningur Innflutningstøl benda somuleiðis á, at talan er um eitt nýtt nýtslumynstur í Føroyum. Tøl hjá Hagstovuni vísa, at innflutningurin av snúsi og skrátubbaki í vekt er hækkaður