spyrja, tá ein høvundur søkir í áravís um starvsløn til sama verk og fær, er tað so eisini ein nýggj umsókn hvørjaferð? Ella játtar Mentanargrunnurin tá eftir hvørja ferð høvundin skrivar ein nýggjan kapitul [...] Men her sigur formaðurin so, at skorið verður ígjøgnum, tikin verður ein avgerð! Og avgerðin sambært listanum fellur á teir somu! Ein tónasmiður sendir inn umsókn um starvsløn í eitt ár, tí hann skal skapa [...] viðgerðar, tí sum støðan er nú, ja so er hetta ikki nakað mennandi fyri føroyskja mentan! Ein viðurkenning Tað er ein viðurkenning at fáa slíka starvsløn, verði hon seg 3 ár ella 1 ár, ja sjálvt í hálvt ár
næmingarnir vórðu spurdir: hvussu vit fáa ein góðan skúla? Teir svaraðu: Ein glaður lærari – ein lærari, sum kemur til tíðina - ein lærari, sum er væl fyrireikaður – ein lærari, sum letur okkum arbeiða sjálvstøðugt [...] niðan í evstu stund, tá starvið varð lýst leyst á triðja sinni. Eg havi nomið mær leiðsluútbúgving á Handilsskúlanum, og harumframt havi eg verið á ársskeiði í Danmark í skúlaleiðslu. Og so hugsaði eg, at [...] Eftir trý umsóknarumfør eydnaðist tað endiliga myndugleikunum at finna ein avloysara fyri skúlastjóran á Venjingarskúlanum. 1. juli tekur Petur Ove Petersen við starvinum sum skúlastjóri, har hann verður
at vera til ein fótbóltsdyst saman við yvir 80.000 øðrum. Men tað er nakað heilt serligt tá hini 80.000 eru fótbóltsetandisvakir italienarar. Leygardagin fyri tveimum vikum síðan var eg ein túr í æviga [...] á Inter tribununi, og hin helvtin hinumegin glasmúrarnar, her eg havi fingið mær eitt standipláss á trappuni. Øll setur eru full og ein riðil av fólki stendur, so eg man neyvan vera tann einasti við følskum [...] neyðbluss og annað fýrverk nú eisini verður blakað millum áskoðaraplássini. Ein øgiligur rómur stendst á Roma síðuni, tá ein av løgreglumonnunum á Inter síðuni er blivin firtin og brúkar sín svarta sláipinn
fyrireikingunum, og at landsins myndugleikar royna at flyta annað enn tað avtalaða til kommunurnar, eins og at fíggjarmálaráðið ikki heldur gjørdar avtalur um fígging, tað er onnur søga, sum vit ikki skulu [...] eisini vera, so leingi sum allar halda grundleggjandi støðið. Umstøðurnar at liva og virka eru ikki eins kring landið – heldur ikki sum gamal. Fjølbroytnið, sum er millum lívið í høvuðsstaðnum og lívið á [...] 10.000 yvir 67 ár, um annars til- og fráflyting og deyðatalið vera nøkulunda óbroytt. Samstundis broytist lutfallið millum borgarar, sum eru virknir á arbeiðsmarknaðinum í mun til borgarar, sum ikki eru
aðalstjórin. - Vit verða noydd at hava í huga, at tað her á markinum hendir eitt ella annað. Jarðfrøðin broytist, og tí mugu vit ikki bara eygleiða føroyska økið sum eitt framhald av tí, sum er eystan fyri Hetland [...] struktururin teir skulu bora í í mangar mátar líkist tí, sum BP boraði í - og har tað nettupp var ein trupulleiki við manglandi segli, sum kundi halda oljuni aftur - metir Agip í hvussu er, at viðurskiftini [...] Oljumálaráðnum metti tí, at um landsstýrismaðurin er í góðum lag fer hann í løgtingið við uppskoti um, at ein partur av hesum øki skal bjóðast út. -Tíðarrokningin er tann, at í vár fer partur av teknisku star
– Mangan tá ið eg havi siglt við báti út eftir ella inneftir Fuglafirði, so havi eg hugsað um ikki møguleiki varð fyri at gjørt eina rennibreyt frá Klovningi og út á Varmakeldu, har fólk kundu runnið/spákað [...] tær gávuríkar, og at ein seigur vili er førur fyri at troðka allar mótburðir av vegnum, og teir vistu ,at vitan og virksemi er leiðin til sjálvstøðu. Teir vistu, at móðurmálið var ein felagsogn, ið øll høvdu [...] annars nógv at fegnast um, sum var hent á skúlaøkinum. Jákup Dahl havi eg altíð hildið nógv av. Christian Matras segði um hann, at hann var ein tann størsti byggimeistari FØROYAMÀLS, ið verið hevur. Hann týddi
prestur, at ein er frátikin síni borgaraliga rættindi? Neyvan. Eins sterkt sum ein gevur góðar orsøkir fyri, at ein ikki heldur, at ein prestur skal stilla upp til løgtingsvalið, eins sterkt má ein væl verja [...] Sosialinum 9. 4.2002. At ein politikari kann koma til at lúgva, er so satt, sum tað er sagt, men tað kann ein keypmaður eisini. Og ein skúlalærari. Og ein prestur ... Ger ein tað, er tað bara eitt at gera [...] orsøkum." "Eg havi latið meg sannføra." Húgvuna av fyri tí. Óverulig lyfti kunnu gera ein ótrúverdigan, og ein verður ótrúverdigur, um ein gevur treytaleys lyfti og ikki heldur tey. So er tað eisini sagt
gott trimum árum síðani. Ein, sum eg hevði lært saman við, hevði fortalt mær, at Søllerød Kro, sum liggur uttanfyri Keypmannahavn, manglaði fólk. Eg fekk frítíðarløn og keypti ein einvegis ferðaseðil til [...] morgun og geri tað, sum eg havi hug til. Eg blívi ikki ríkur á henda hátt, sjálvt um eg arbeiði á eini sera fínari matstovu. Tí verður tað eisini leingi, áðrenn eg keypi ein stóran Volvo. Men í hesi vinnuni [...] saman. ---- MYNDIR OG MYNDATEKSTIR: Fólk úr øllum heiminum - Nakað, sum eg havi lært ótrúliga nógv av, er øll tey ymsu fólkini, eg havi arbeitt saman við hesi árini. Tað hevur kanska verið størsta upplivingin
gloymir tú alt rundan um teg og gevur teg yvir til tónleikin. Tað er ein ótrúliga stór uppliving, tá tað gongur væl, men eisini ein øgiliga vónleys kensla, tá illa gongst í hond, sigur Dávur Juul Magnussen [...] og taka avbjóðingina. Tað er ein partur av »showinum«, eisini av tí at hetta er nakað, sum tú hevur sett tær fyri at gera. Tað kunnu øll gera, sigur Dávur. Er tað ikki ein spurningur um tónleikagávur? [...] professorar innan klassiskan tónleik. Eg havi ongantíð áður fingið so frískan og góðan kritikk. Tað hevur givið mær nýggjan íblástur og innlit í tónleiki, sum eg ikki havi hugsað um áður, bæði tekniskt, tón
eg havi nevnt, at tað ikki er ráðiligt at stovna nýggjar stovnar, so vísa royndir aðrastaðni, at samstørvini virka best, tá ið tey vera bundin saman av samskiparum rundan um einstøku børnini, eins og vit [...] adhdmoodbehaviorcenter.com/ , sum er ein fyritøka, ið veitir m.a. terapi til børn við AHDH og teirra foreldur yvir netið, og sí eisini https://sandiegoadhdcenter.com/ , sum er ein heilsufrøðilig tænasta, ið ger [...] partvíst sum miðstøðir á netinum Tað er sjálvandi ein meirútreiðsla at seta samskiparar, men sum eg vísti á í fyrru greinini um sama evni, so verður hetta ein sparing hjá landinum í longdini, tí vit kunnu