ovurhonds broytingar, serliga konufólkabúnanum er fyri; fyri mær sær tað út sum alt ov nógvar broytingar fara fram í senn. Búnin er og hevur verið ein eyðkennisbúni, sum vit hava verið stolt at vísa fram sum [...] út, men mín túrur sum eygleiðari gjøgnum Havnargøtur á Ólavsøku fekk meg at seta mær hesar spurningar um búnan. Er tað ein føroyskur búni: • tá hann hevur bundna troyggju og vovið skjúrt í reyðum og svørtum [...] kjarnin í búnanum eigur at vera, og skjóti tí upp, at ein nevnd verður sett, ið ger reglur fyri, hvussu okkara tjóðarbúni eigur at síggja út. Lat hetta tí vera eitt uppskot til teirra, ið hava skil fyri og
m kom prædikan til fólkið. Tað, sum kirkjan var fyri lærda trúboðan, var Heimamissiónin fyri leikmannatrúboðan. Her bleiv trúgvin individualiserað, her var dentur lagdur á persónliga trúgv og vitnisburð [...] hvørjari bygd kring landið. Hetta er at gleðast um, tí tað er júst í barna- og ungdómsárunum at fundamentið undir tí kristnu trúnni verður lagt, ment og ført víðari, og er hetta tí ein tann mest týðandi tátturin [...] um eg nevni tað í hesum sambandi, at tað var, meðan abbi var í Havn og gekk á læraraskúla 1911-1914, at hann bleiv vaktur andaliga um heystið 1913, og tað var í Meinigheitshúsinum. Hann tosaði alt lívið
at vita, hvønn veg vit skulu fara. »Er hetta ein matstova?« Er fyrsti tankin. Tí hetta líkist meira einari barr. Og tað fáa vit so eisini at vita – hetta er ein cocktail bar um kvøldarnar. Ja, okay. Ikki [...] mi og hunangi. Hetta smakkar áhugavert, frískligt og sum heild sera væl. Síðani kemur ein blomkálsrættur við hvítleyksjogurti og tilhoyri, eisini bulgursalat við tomatum og agurk. Hetta er meira so sum [...] funnið uppá at bílagt. Dessertin er ein speciellur sorbet-ísur, serveraður við nøtum og urtum… Lekkurt! Tað besta við kvøldinum var uttan iva fyrsti rætturin – hetta trekkir alla vitjanina upp. Hinir rættirnir
og sjóvegis leggja til brots fyri at veita ein linna ella ein lætta. Alt hetta kundi verið úr aldar gamlari søgu, men er hetta so stutt síðani. Emma var góð við síni sóknarbørn og tey við hana. Ikki varð [...] Hon segði tygum og sjúklingurin segði Emma. Tá ið hon var farin út á trappusteinin, var alt gott, og bert góðar vónir vóru fyri framman. Hetta var ein partur av skaldskapinum, men hugsa tær, tá ið farast [...] Símun Abrahamsen vóru fylgisneytar hennara. Sagt var við Emmu, at hetta var kanska ovboðið at fara. ?Nei,? svaraði hon, ? tað var sjúklingin, tað galt.? Hon var gongufólk, og høvdu hesir garpar ilt við at fylgja
og tað var lýst eftir terapeutum aðrastaðni við og onkustaðni var tað enntá komið so langt, at setanarsamrøður skuldi vera við umsøkjarar, tá ið løgtingsvalið varð útskrivað og alt steðgaði. Ein sparing [...] sparing sum kostar Karin Djurhuus dugir sjálvsagt væl at síggja, at talan er um eina sparing. ? Men hetta er ein sparing, sumuttan iva kemur at kosta meir í hinum endanum, sigur hon. Hon sigur, at sjálvsagt [...] krevur røktina. ?Men so er tað sjálvsagt eisini ein spurningur um at hækka lívsdygdina hjá teimum, sum koma illa fyri. ? Harumframt ivast vit ikki í, at hetta fer at føra til, at mál fara at verða skjótari
illgruna um, hvat fór at henda í Havn, og teir løgdu nógv fyri frammi á vøllinum, tað sum eftir var. Egil á Bø var fluttur fram, og EB/Streymur gjørdi eina desperata roynd at javna. Men samstundis sum HB skoraði [...] skjóta mál er nú ikki nakað fremmant hjá Vagni. Stóran part av yngru árunum var hann áleypari – saman við Jón Róa Jacobsen – men eins og javnaldurin í AaB hevur vaksnamannatilveran fyri tað mesta bjóða upp [...] vóru so glaðir: »Hvat fanin skalt tú í álopinum«, geylaði Janus eftir mær, tá eg fór niðan. Men eg haldi, at hann fekk svarið ein minutt seinni, sigur Vagnur stórflennandi. Og í skiftirúminum eftir dystin
hevði eg hildið, at tað í hinum kommununum ikki heldur var talan um stór tøl og nógvar pengar, men ein spurningur um at fáa tingini at virka, at loysa ein trupulleika við búplássum og í fleiri førum ganga ynskinum [...] kommununum. Um tað vóru allar, fleiri ella bara nakrar fáar kommunur, skal eg ikki kunna siga, men hetta var afturmeldingin úr Kommunufelagnum. Í størstu kommununi, okkara, vóru tá o.u. 12-14 ansarar og vit [...] viðurskiftum, - tí sjálvandi átti Almannaverkið at ‘borið boð í bý’ um, at her var okkurt sum ikki ruggaði rætt og sum ikki var hugsað um, tá man setti ansingarsamsýningina á stovn. Vit mugu hava árvakið
Einglabarrin. Síðani fekk hon nýggja útsjónd og nýggjan samleika, og fekk heitið Nýggja Apotekið. Hetta var ein góð roynd men kanska ikki so smart ella í so smart, tí eigarin av Hotel Hafnia, sum rekur staðið [...] staðið, varð verða krav frá øðrum noyddur at skifta navn enn einaferð til Kafe KASPAR. Og tað var smart, tí hetta vælklingandi navnið, sum vit m.a. kenna frá vælumtóktu og fólksligu søguni um Kaspar, Jaspar [...] hjartanum á Havnini. Men hvør var ella er so hesi góði Kaspar! Skrivað stendur , also í kunningarblað, sum liggur á borðunum í hugnaligu nýggju kafeini m.a.: Bakar Hansen “Ein einsamøll violin hoyrist spæla
síggja, at ein slanguklemma var farin. Tá ið klemman var skift, var alt í lagi aftur, og ferðin helt fram. Hjá okkum fór eitt oljurør at leka, tá ið vit vóru einar 30 fjórðingar úr landi. Hetta var eitt spíss-rør [...] teinin, sum eftir var til lands. Einastu, vit kundu gera, var at vinda ein klút um rørið soleiðis, at oljan ikki fór um alt maskinrúmið. Høvdu vit havt eitt góðan gummihandska, hevði hetta bøtt munandi um [...] havi. Hetta gekk eftir bókini& Vit loysti úr Ulsta hóskvøldið um 18-tíðina, og vit løgdu at undir Havnarskrivstovuni í Havn um 01.30-tíðina leygarmorgunin. Ein góð og hendingarrík ævintýrferð var at enda
tey atkvøddu fyri t.d. Eindarlistanum, var tað samstundis ein atkvøða fyri Helle Thorning Schmidt sum stjórnarleiðara, meðan ein atkvøða til t.d. DF samstundis var ein stuðul til Lars Løkke Rasmussen. Flokkarnir [...] sjey. Tá Pauli Ellefsen var í vælmaktini plagdi hann at speireka sjálvstýrisvongin við at siga, at Sambandsflokkurin var framvegis ein og sami flokkur, meðan Sjálvstýrisflokkurin var syndraður sundur í fleiri [...] ætli eg mær fyrst og fremst at umrøða ein annan blokk, sum hevur verið nakað frammi í seinastuni, men eg komi kanska eitt sindur inn á danska blokkin eisini. Hyggur tú í orðabókina, so sært tú, at ein av