samkomum í Tórshavnar Kommunu og er stjørnað av Eli Smith. Hetta kórið bleiv serliga kent undir tí stóru samfelagsstevnuni í november í fjør, har teir bergtóku eina stúgvandi fulla høll á Nabb í Havn. L [...] frá størri møtitiltøkum kring landið, men mest kendir frá møtunum, sum plaga at vera í badmintonhøllini í Klaksvík. Teir hava ein serliga lættan og »íoyrafallandi« stíl. Sunnukvøldið 13. apríl kl. 18 endar
sum kemur út í heyst. Freydis Poulsen, fyrrverandi lærari í Klaksvík, greiddi frá um ættina hjá Sámali í faðirætt. Hon byrjaði við Jóhannesi Poulsen (Jóhannes tann Vísi) sum varð borin í heim 15. september [...] Vági, búsitandi í Hvalba, segði frá um ættarbondunum hjá Sámali til ein av manningini á hálendska skipinum Westerbeek, sum í 1742 rendi á land vestan til á Suðuroynni. Mathias Lassen skrivar í løtuni eina [...] Sámal Bláhamar, búsitandi í Havn, sum helt sín 60 ára føðingardag har. Ein føst ská var løgd fyri føðingardagshaldið, talur vórðu hildnar og farið var heilt aftur til 1700-talið í bæði móðir- og faðirætt
størsta fiskivinnuplássið í Føroyum, og í fyrru helvt av tjúgundu øld vóru Tórshavn, Tvøroyri og Vágur størstu fiskivinnuplássini í landinum. Í tríatiárunum gjørdist eisini Klaksvík eitt av stóru fiskivin [...] framvegis nógv í Tórshavn, og seinnapartin í tjúgundu øld var Havnin millum størstu útróðrarpláss í Føroyum, soleiðis at skilja, at her varð nógvur fiskur avreiddur. Framsýningin er opin í vanligu uppla [...] Hósdagin letur Tórshavnar Býarsavn upp framsýning í Snarskivuni í Havn. Hósdagin 23. august kl. 16.00 letur upp myndaframsýning í Snarskivuni. Tað er Tórshavnar Búýarsavn, ið sýnir fram gamlar myndir,
Klaksvík: Í dag, leygardagin, letur Jórun Jensen upp listaframsýning í Norðoya Kunningarstovu. Jórun hevur nógvar, vakrar málningar við á framsýningini í kunningarstovuni, sum mynda serliga lands- og bygdaløg [...] Jórun frá. Sterkir litir ganga eisini aftur í fleiri av málningunum, og teir fanga væl. Jórun hevur altíð verið fitt í hondunum. Handarbeiði hevur upptikið hana í nógv ár. Bæði veving og binding. Hon hevur [...] bygdaløg í alskyns litum. Allir eru akryl. Har eru serliga nógvir av Kunoy og Viðareiði. Jórun greiðir frá, at báðar bygdirnar vekja barndómsminni. ? Vit hava summarhús á Viðareiði, og pápi mín var ættaður
Klaksvík: Húsastýrið í mentanarhúsinum Atlantis hevur tikið avgerð um at seta nýggjan leiðara eftir at ongin leiðari hevur verið í húsinum í nærum eitt ár. Stýrið gjørdi av at seta Høgna Klakkstein sum [...] úla í Los Angelese og er útbúgvin maskinsmiður. Høgni var somuleiðis við til at seta studio Pegasus á stovn fyri fimm árum síðani. Ofta hevur verið sagt, at tað er torført at skipa fyri tiltøkum í men [...] bæði sjónleikur og biografur eisini. Einans góð 100 sitipláss eru í salinum, og tað hevur eisini gjørt sítt, hevur verið ført fram. Men í samrøðu við Dimmalætting sigur Høgni, at hann fer millum annað at
at hon var á almennari vitjan í Føroyum í 1998 saman við manni sínum Bjørn Bjarnasyni, sum er løgmálaráðharri í Íslandi. Rut hevur undirvíst á tónlistaskúlanum í Reykjavík og var stovnari av Reykjavíkar [...] Klokkan fýra leygardagin verður ein áhugaverd konsert í skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Á skránni verða Rut Ingólfsdóttir, sum byrjaði at spæla violin sum fimm ára gomul, klaverleikarin Gerrit Schuill [...] ari, hevur áður vitjað í Føroyum - eitt nú saman við íslendska symfoniorkestrinum - har hon eisini hevur verið solistur. Eisini vitjaði hon Føroyar í 1997. Hon er sera vælkend í Íslandi. Nevnast kann,
tær ikki verða annað liðið í steypafinaluni. Fyrra hálvfinalan millum KÍ og B36 varð spæld í Klaksvík í gjárkvøldi. Heimaliðið vann 4-0, eftir at tað hevði verið málleyst í 1. hálvleiki. Sigrid Jacobsen [...] skoraði tvær ferðir. Í 2. hálvleiki var KÍ yvirvágin ógvuliga stór, og hesum megnaði annars so stinna B36-verjan ikki at standa ímóti. Hetta var triðja ferðin, at KÍ spælir móti B36 í ár. Í Havn hevur B36 fingið [...] prógvaði so ruddiliga, at KÍ-kvinnurnar avgjørt ikki ætla at lata meistaraheitið frá sær uttan víðari. Í hinari hálvfinaluni vann AB á heimavølli 4-3 á GÍ, og tí er púrasta opið undan seinnu hálvfinaluni teirra
inum, sum fekk heiðurin at verða karmur um fyrstu føðingina í nýggja árinum. Og hetta hóast familjan, sum fekk lítlu didduna, býr í Klaksvík. Foreldrini eru Alis Jacobsen og Jónleif Christiansen og eiga [...] siga tey, at tað er eitt sindur stuttligt at vita, hvat sjúkrahús fer avstað við fyrstu føðingini í árinum, og at tað fer ein lítil kapping fram millum sjúkrahúsini um tað. - Annars hevur verið stak
Brekku í Klaksvík, verður nú leygardagin Eins og undanfarnu árini, verkstaðurin tað, sum framleitt gjøgnum árið. Ein stórur partur er jólaprýði, ella eitthvørt ið kann nýtast til jólagávur. Í framleiðsluni [...] dekoratiónir, sum eru gjørdar úr hornum. Hartil er í ár eitt nýtt slag av jólanissum, sum eru ætlaðar at standa uttan fyri við eini lykt við livandi ljósi í. Nissurnar fáast bæði sum pør og stakar, eru umleið
Kommunusamskipanini í Norra, KS, luttóku eisini borgarstjórar og kommunustjórar frá KSF úr Føroyum. Í alt 12 luttakarar úr Klaksvík, Runavík, Fuglafirði, Vági og Tórshavn. Fundurin var í Oslo, har umleið [...] og umhvørvismál á skránni. Hesi mál góvu eina góða ábending um støðuna, sum er í Norra í dag, og hvat ætlanin er at fremja í komandi tíðum. Høvuðstalarin var sjálvur statsministarin Jens Stoltenberg. Hann [...] ar í Norra undir við og sóu fram til stóra menning á kommunala økinum. Undir fundinum nýtti Statsministarin Jens Stoltenberg høvi til at heilsa uppá sín partífelaga Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavn