beiggjarnar, sum eru farnir at ivast í, um systirin Ella er sum onnur, ella um hon er ein vampýrur. Knappliga fer Ella at broytast, og beiggjarnir fylgja við í hesi ørkymlandi broytingini, sum fær teir at [...] við.?Edward megnar at siga eina spennandi søgu um børn, sum hava hugflog og eisini um hetta, at tað kann vera trupult at skilja ta broyting, sum fer fram við einum tannáringi. Tað kann viðhvørt kennast [...] eitt sindur óhugnaligt.? Bókin er 32 blaðsíður, og hetta er triðja myndabókin eftir Edward Fuglø, sum hann hevur skrivað og myndprýtt sjálvur.? Ein myndabók til tey 5-10 ára gomlu.
samanleggingini, sum fór fram fyri nøkrum árum síðani. Ein av stóru kommununum, sum vitjað varð í, var Aalborg kommuna, sum greiddi frá um Aalborg Universitet, um mentan og umskapan av býnum og ymiskt annað. Á [...] Í vikuni, sum farin er, hevur Heðin Mortensen saman við stjórnini í Tórshavnar kommunu vitjað danskar kommunur. Endamálið er millum annað at hoyra um royndirnar, sum danskar kommunur hava av samanleggingini [...] Tórshavnar kommuna, so ber væl til at læra av teirra royndum, tí tær hava í veruleikanum somu avbjóðingar, sum eitt nú Tórshavnar kommuna. Ferðalagið kom aftur til Føroya fríggjadagin.
eiðisfólk sjálvi til verka fyri at rudda í bygdini, sum samstundis kann fyrireika seg til eina mentanarviku. Á bygdaráðsfundi herfyri vóru tvey mál til viðgerar, sum bæði hava við trivnaðin í bygdini at gera. Fyrra [...] verða gjørt í viku 22, sum er í døgunum 30. mai til 4. juni. Samtykt varð, at trivnaðarnevndin hjá kommununi skal taka sær av hesum. Seinna málið í hesum sambandi er ein mentanarvika, sum verður hildin vikuna [...] vikuna eftir ruddingarvikuna. Hetta verður sostatt í viku 23, sum er frá 5. til 11. juni. Eisini í hesum førinum er tað trivnaðarnevndin sum skal taka sær av hesum málinum.
og at fleiri spreingingar vóru, har sum Gaddafi hevði sína hernaðarligu høvuðsstøð. Libyska stýrið er í øðini um álopið. -Hetta er eitt ómenniskjaligt bumbuálop, sum kundi kravt fleiri hundrað sivil mannalív [...] mannalív, tí nógv fólk vóru komin saman við húsini hjá Gaddafi, sum eru 400 metrar frá tí bygninginum, sum er bumbaður, sigur stjórnartalsmaðurin, Moussa Ibrahim. Ein amerikanskur talsmaður sigur, at álopið [...] álopið á ta hernaðarligu høvuðsstøðina hjá Gaddafi er partur av átakinum, sum skal tryggja flúgviforboðið, sum ST-trygdarráðið samtykti.
vóru tó við á tiltakinum í Stavanger. Har vóru nakrar matstovur, sum fingu fystu stjørnu sína, matstovur sum fingið sína aðru, og nakrar, sum fingu tað triðju. Eitt nú Noma og Geranium í Danmark. Koks fekk [...] 2018. Í 2019 fekk Koks aðru stjørnuna, sum matstovan hevur megnað at varðveitt tvær ferðir, í 2020 og so aftur í kvøld. Í fjør fekk Koks eisini ta grønu stjørnuna, sum verður latin fyri burðardygga atgongd [...] atgongd til gastronomiina. Listin yvir allar matstovurnar í Norðurlondum, sum hava Michelinstjørnu, sæst her Tiltakið í Stavanger kann síggjast niðanfyri: ##med2##
einum slagi av rúsdrekka, sum hevur verið at fáa til keyps í Rúsunum kring landið. Talan er um eitt slag av lakress-likøri, sum kallast Råstof, nevniliga »Råstoff Pure Liquorice«, sum verður gjørt burtur úr [...] í lakresspulvurinum, sum er í summum av fløskunum. Týningarevnið er undir illgruna fyri at vera heilsuskaðiligt, tá ið tað fer upp um eitt ávíst markvirðið og tað er hetta, sum er hent í hesum førum. [...] Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk, sum liggja inni við hesum ávísu fløskunum um at lata tær aftur í Rúsuna, ella at beina tør burtur.
framvegis langt, til støðið sum var, áðrenn koronufarsóttin rakti heimin. Nýggj tøl frá flogferðslustovninum Eurocontrol vísa, at í juni var flogferðslan í Europa 50 prosent av tí, sum hon var í juni í 2019 [...] mánaðin, sum hevur verið síðani koronusmittan fór at gera um seg. Roknað verður við, at flogferðslan fer at økjast støðugt næstu tíðina, men tað fer at taka rúma tíð, áðrenn ferðslan er á sama støði sum áðrenn [...] um flogvøllin í Vágum. Tað vóru tríggjar ferðir so nógv ferðafólk sum í mai 2020, men bert ein fjórðingur av ferðafólkatalinum í 2019, sum var góð 40.000 fólk.
hevur hann víst seg sum ein stinnan verjuspælara í føroyskum fótbólti. Martin hevur spælt 11 dystir, fingið trý gul kort og eitt reytt kort, sum bleiv útloyst av tveimum gulum kortum. Sum skilst, so spælir [...] Danski miðverjin verður sum skilst ikki at síggja í B36 eftir summarferiuna. Hetta fingu spælararnir í felagnum at vita í gjár. Martin Pedersen, sum fyrr hevur umboðað AaB í bestu donsku deildini, kom [...] spælir Martin Pedersen sín seinasta dyst fyri B36 28. juni, sum er seinasta umfar fyri summarsteðgin.
ímóti nýggju lógini, sum loyvir samkyndum at ganga saman í hjúnalag, var boðskapurin hjá mótmælisfólkunum ikki eitt mótmæli ímóti samkyndum. Tað eru ikki fleiri fraklendingar, sum eru ímóti, at samkynd [...] giftast, enn tað eru danskarar, sum eru tað, sigur Jørn Boisen, granskari við universitetið í Kjøpinhavn. Hann vísir á, at í staðin er nýggja lógin blivin eitt høvi, sum bæði borgarlig, katolikkar og h [...] høgravíðgongd kunnu brúka, tá tey annars bara sum heild vilja mótmæla politikkinum hjá stjórnini. Hetta er nakað tað sama sum Tea Party-rørslan í USA, har ein bólkur av høgravíðgongdum støðugt roynir
Franskir framleiðarar, sum virka fiskavørur til egnan marknað, kenna seg rættiliga bundnar av innfluttari rávøru. Hetta vísir ein kanning, sum Ofimer hevur gjørt. - Tað er lættari fyri tey, sum fáast við meirvirking [...] stjórunum í Ofimer. Laksur, rækjur, hvítfiskur sum alaska pollok og skeljafiskur eru mest eftirspurdu rávørurnar í Fraklandi, tí hesar eru lættast fyri tey, sum meirvirka, at fáa hendur á. Franska meirvirkisvinnan [...] at útvega sær rávøruna á altjóða marknaðinum, har rávøran er atkomilig alt árið - og fyri prísir, sum tú kanst rokna við. Ráfiskaprísirnir á franska marknaðinum eru harafturímóti ógvuliga skiftandi - viðhvørt