tilfari. Eg tori at siga, at Larry gav alt hann hevði av orku hetta kvøldið, tí at enda kláraði hann ikki meiri og mátti viðganga at "I pushed it too hard". Ja, soleiðis kann tað ganga, men eg tori at siga [...] farið varð heim. Eg fari at nýta hetta høvið at takka teimum, ið skipaðu fyri at vit fingu eitt gott og gevandi kvøld, ið saktans kann gerast umaftur. Vil gjarna endurtaka, at tað ber væl til at venja sangirnar [...] kvøldið. Fyri at alt ikki skuldi vera ov einstáttað, hevði hann valt at fáa "Ebenezerkórið" við til at stuðla seg í nøkrum sangum, og hesum komu tey bara heilt væl frá, tá hugsað verður um, at tað vóru stór
í, at kommunan fer at fáa eitt gott samstarv við Atlantic Supply Base og Faroe Ship. Rodmundur Nielsen sigur, at kommunan fer at gera tað hon er før fyri at skapa karmarnar fyri nýggju vinnuni. Hon ætlar [...] Hann heldur, at viðmælini, sum økið hevur fingið, eru so mikið góð, at hetta skuldi gjørt, at eisini framtíðar oljuútgerðarhavnin kemur at vera í kommununi. Havnin er eisini nátúrhavn og skuldi tað havt nógv [...] sum er, sigur Rodmundur, at eingin skal vera í iva um, at hann hevur sera stóra virðing fyri tí vinnu, sum longu er í økinum. ?Tað verður so ikki við mínum vilja, at vit fara at gloyma hana burturímillum
undirskriftir ímóti at ein sálarsjúk genta fær íbúð at búgva í. Hon sigur, at Sinnisbati fer at seta seg inn í málið og at felagið fer at koma við eini almennari fráboðan seinni. Men hon sigur, at fyrsta kenslan [...] leggur hon afturat. Hon sigur, at endamálið við at fólk við sálarsjúku búgva í vanligum grannaløgum er nevniliga at tey skulu búgva undir vanligum umstøðum og at tey brúka eitt vanligt umhvørvið. - At savna [...] kenslan, hon situr við, er, at hetta er at happa sálarsjúk fólk. - Hetta er eisini at gera mismun á fólki, sum er illa fyri og hetta er brot á grundleggjandi mannarættindi, sigur hon. - Eg veit ikki, hvat
hevur lovað, at hann skal stuðla, tí tað er eitt ynski frá landsstýrinum. So nú eru góð ráð dýr! Sjálv haldi eg, at hann hevði sloppið best burturúr hesum við at sagt at: ja, eg lovaði at verða trúgvur [...] demokratisku kommandulinjurnar! Var tað so, at meiningin við fólkatingsumboðanini var, at hon skuldi verða boðberi hjá landsstýrinum, so hevði tað ikki verið talan um at velja eitt fólkavalt umboð niður á Danating [...] Joensen at atkvøða fyri at fjerna blokkin Og fyri alt tað: síggi fyri tykkum ein mótsattan leik, har eitt fullveldislandsstýri ynskti, at blokkurin skuldi burtur eftir fáum árum og at atkvøðast skuldi um hetta
eisini kundi koma at galda fyri Føroyar. • Danski staturin skuldi gjalda 50% • Føroyski landskassin skuldi gjalda 40% • Føroysku kommunurnar skuldu gjalda 10% Føroyski Javnaðarflokkurin fór við løgtingsvalið [...] lógina um aldursrentu. Menn hava hildið, at fólkapensiónin er ov lítil, serliga nú hon ikki er ajourførd við fólkapensiónina í Danmark. Og menn løgdu til brots at leita eftir eini skipan, sum kundi útvega [...] eftirlønargrunnur. Og ikki kann sigast annað, enn at Javnaðarflokkurin eftir førimuni hevur roynt at fingið planturnar at trívast. Nevnast sum dømi kann, at maður og kona, sum bæði eru pensiónistar, tilsamans
men at tað skuldi ganga so skjótt, grunaði eg ikki. Eg komi at sakna Axel nógv, tí vit høvdu sera gott samstarv. Tað fer at kennast løgið at koma aftur til Selatraðar og stólurin hjá Axel úti við vindeyga [...] gleði, men eisini við at kenna eina stóra ábyrd. Hann gav sær av sonnum stundir at vera deknur. Ikki fór hann í seinastu løtu frá húsum. Longu ein tíma áðrenn guðstænastan byrjaði, var Axel komin oman í kirkjuna [...] kirkjuna, til tess at hava frið at lesa tekstirnar og at biðja fyri guðstænastuni. Tað var eingin skundur, men hátíð og halgifriður yvir manninum, tá ið hann las. Axel røkti hendan gerning við trúfesti heilt
ynski um at føra nakað víðari, sum foreldrini ella omman og abbin hava tikist við. Hon vil vísa, at hun dugir enn betur at gera tingini. 6 Tann altjóðagjørdi er drivin av einum ynski um at koma út í verðina [...] høpi 7 Yvirlivarin er tvungin til at gera tað fyri at yvirliva Ofta hava vit lyndi til at fokusera á vinnufólkini - ella "businesstypuna". Tað er av týdningi, at vita, at tað eru ymiskynski, sum dríva fólk [...] drivin av leikinum og heldur, at tað er stuttligt at finna uppá nýggjar hættir at gera tingini uppá. 4 Idealisturin er drivin av einum ynski um at geva nakað aftur til tað samfelagið, sum viðkomandi er
tá ið hon frá at vera ímóti arbeiðarafelagnum er blivin tann ágrýtnasta at fáa arbeiðsfólkið at standa saman, og tað verður brigslað henni, at hon hevur broytt støðu; tá er tað hon svarar við orðum, ið [...] "Havi eg ikki loyvi til at vita betur í ár enn í fjør?" - Humanistiski boðskapurin hjá Laxness um samhuga við tí lítið menta, veika, allastaðni, hevur verið samanfataður við orðunum um "samhugan við Ástu [...] ---------------------------------- STÓÐ EG VIÐ ØKSARÁ Stóð eg við Øksará, fossagos gjónni frá; gangara ungum á Arason reið tætt hjá, hjálmfagurt herðum frá høvur eg uppreist sá; her gjørdi hann stuttan stans
byrjaði eisini við at siga frá, at hann var greiður yvir, at fleiri feilir og brek vóru í tilfarinum, sum hann vónaði, at fólk fóru at hjálpa Strandferðsluni við at fáa rættað. Júst við at spyrja og gera [...] Væl kann tað vera, at summir bussførarar og eigarar vóru møttir á fundi við eitt sindur negativum hugburði, soleiðis at skilja, at teir ikki vóru heilt nøgdir við, at koyringin skuldi bjóðast út yvirhøvur [...] løgfrøðingar og skrivarar, vóru við á fundinum, til tess at svara spurningum, sum fóru at koma frá fundarfólkinum. Og spurningarnir vóru nógvir. So nógvir, at illa bar til at svara teimum øllum á sjálvum
sendur. Men tað er fast, at klokkan fimm minuttir yvir 10 situr hon við blýanti og pappíri, klár at skriva sálmanummrini niður, og so syngur hon við av fullum hjarta. Tað ger hon eisini, tá guðstænasta er [...] skyldfólk og kenningar, nýttu høvi at koma at heilsa upp á føðingardagsbarnið. Og hóast Lena ger lítið burtur úr sær sjálvari, so er hon ógviliga glað fyri dagin. At enda vil eg takka Lenu Syderbø fyri nógvar [...] liðin, vil eg fegin koma við einari heilsan og siga nøkur orð um hesa stillføru álitiskvinnu. Lena, sum hon vanliga verður nevnd, er ættað úr Kunoy. Dóttir Siggu Malenu og Dánial Julius Poulsen. Hon var bert