Tað er okkara vón, at tit, sum stóðu Jógvani nær, mugu fáa ta eyka styrki, sum skal til fyri at bera hesa tungu byrðu, sum er løgd á tykkara herðar í hesum døgum. Vit, sum dagliga hava okkara gongd í [...] lagnuni. Tað nívir okkum øll, sum kendu Jógvan, og tað er við djúpastu samkenslu við foreldrum, systkjum og teirra, at vit skriva hesi fátæku minningarorð. Jógvan hjá Fritleif, sum vit vanliga róptu hann, tók [...] gamal. Hann var av raskastu monnum og hevur rikið garðin fyrimyndarliga. Hann var eisini ein virkin maður ? virkin sum bóndi, og virkin í felagsarbeiði saman við sínum lagsbrøðrum. Jógvan troðkaði seg ikki
nýggi og snotuligi Eysturbúgvin, sum P/F Vørustíggjur hevur keypt úr Noregi, fyrstu ferð á Sand. Skipið er skrásett í Húsavík og kemur í flotan fyri gamla Eysturbúgvan, sum sakk á fiskileið fyri skjótt einum [...] einum ári síðan. Nógv fólk var og tók ímóti í heldur illsliga og gráa veðrinum, sum hevur verið í dag og sum eisini var hesa løtu. Tá skipið hevði lagt til bryggju, varð boðið til móttøku inni á fiskavirkinum [...] síggja skipið. Nýggi Eysturbúgvin, sum hevur tvey trolspøl og RSV-tangar, er útgjørdur til fiskiskap eftir bæði botnfiski og uppsjóvarfiski. Gulllaksavertíðin liggur nú fyri framman, og ætlanin er at fara
“Silvurligan” er ein liga-kapping fyri tey næstbestu landsliðini í Evropa, sum endar við einum finaluumfari við fýra teimum bestu. Vinnarin flytur upp í “Gull-liguna”, sum er evropeisk liga-kapping fyri [...] Portugal nr. 27 og Georgia nr. 34, beint undan Føroyum, sum eru styrkismettar sum nr. 35 í Evropa. Føroyar leggja fyri við trimum heimadystum, sum allir verða spældir í høllini á Hálsi í Havn: 27. mai kl [...] Hitt liðið í bólkinum er Lettland. Lettland er hægst styrkismetta liðið í bólkinum sum nr. 27 í Evropa. Kýpros liggur á 35. plássi, beint frammanfyri Føroyar á 37. plássi. Dystarskráin hjá monnum: 29.
Olsen, borgarstjóri í Havn, víst á møguleikan at gera ein parkeringstunnil undir Havnina. Bogi Andreasen sigur, at hugskotið er áhugavert, men at tað er ein langtíðarætlan og tað hjálpir ikki upp á bráðneyðugu [...] er einasta, stóra parkeringspláss í Havn, og parkeringsviðurskiftini í Havn eru vanlukkulig, longu sum er. Eitt annað er, at handilsvinnan í miðbýnum stúrir fyri, at verða parkeringsviðurskiftini enn verri [...] verri enn tet eru nú, fer at raka handilslívið hart, og tann eini handilin, Valdemar Lützen, sum er á Skálatrøð, hevur enntá tikið stig til at savna inn undirskriftir ímóti at tjóðleikhúsið verður bygt
heimi teirra. - Pápi mín var ein góður pápi at okkum. Hóast hann ferðaðist nógv, so tók hann sær altíð tíð til okkara, tá hann var heima. Hann varð altíð hin sami. Hann, sum fólk sóu í sjónvarpinum og á [...] sorgarleikin í Charleston í South Carolina, USA, har ein maður skeyt 10 myrk fólk í eini kirkju. - Vit hava fingið eina harðskapsmentan í USA, sum eg haldi, at undirhaldsvinnan eigur partvís skyldina av [...] á talarastólinum, var hin sami, sum vit sóu heima í stovuni og við døgurðaborðið, greiðir Franklin Graham frá. Hóast boðskapurin ikki broytist, so broytast tíðirnar nógv, ásannar Franklin Graham, og ikki
tíverri er ein orsøk til stóra yvirskotið, at færri børn verða fødd. - Fyri 20 árunum síðani vórðu útvið 950 børn fødd um árið. Síðani hevur talið á føddum børnum verið støðugt minkandi, og liggur nú um 600 [...] seinastu átta árini hava foreldur at pinkubørnum mist heilar 64,4 milliónir í barsilspengum. Og tað er ein støða, Tjóðveldið nú vil hava broytt. Tingmanningin hjá Tjóðveldi vísur á, at seinastu átta árini hevur [...] barsilsgjaldi enn tað eru goldin úr skipanini aftur í barsilspengum. Tað eru yvir átta milliónir krónur, sum barsilsskipanin hevur havt í avlopi um árið. Men higartil er alt avlopið í barsilsskipani farið í
hevur sett politisku skipanina í eina ógvuliga keðiliga støðu, sum í ringasta føri kann enda við, at ætlanin dettur niðurfyri og at ein heilt annar skúli verður bygdur. - So mugu vit samstundis bara góðtaka [...] formaðurin í Fíggjarnevndini. Tí skal skúlin verða bíligari at byggja, enn tær 460 milliónirnar, sum tað nú liggur í kortunum, at hann fer at kosta. Hinvegin heldur hann, at nú eigur politiska skipanin at taka [...] ella um tað stóra stigið skal takast, so at hendan byggiætlanin verður slept, so at ein heilt annar skúli kann byggjast, sum passar til játtanina. - Men tað er umráðandi at fara undir skúlan nú, men tað skal
landið liggur. Málið varð annars tikið upp í summar, tá ið undanfarna landsstýriskvinna í heilsumálum, Sirið Stenberg, skipaði fyri kunningarferð til Novo Nordisk í Danmark, men flokkarnir, sum tá sótu [...] partarnir eru samdir um at fara undir eitt samstarv, kann tað ganga eitt ár til ein formlig avtala er gjørd. Og frá tí at ein formlig avtala er gjørd, kann tað so aftur ganga eitt ár at fáa greiði á, akkurát [...] m, nú greiða frá í Løgtinginum. Tað er floksfelagi hansara í Sambandsflokkinum, Magnus Rasmussen, sum spyr hvussu tað gongur við fyrireikingunum, og hvørji stig verða tikin í næstum. Hann vil eisini hava
frá dystinum í donsku superliguni millum Randers FC og AC Horsens, sum var spældur í Randers ígjár. AC Horsens vann dystin 1-0, og liggur nú á einum triðja plássi í donsku superliguni. Í seinasta dystinum [...] Superliga dystinum móti Randers FC. Hallur Hansson, sum eftir 73 minuttir hevði runnið mest av AC Horsens spælarunum, tveitti seg niður eftir bóltinum, tá ein spælari traðkaði á knæið hjá føroyska landslið [...] rnar, sigur Hallur Hansson við TV3 Sport. Fyrr í dystinum var hann í hornatøkum við ein spælara hjá Randers FC, sum tóktist spýta eftir honum. Tað sást ikki greitt á upptøkunum, men reaktiónin hjá Halli
Verdis á skránni, har kona hansara, gitna operusongkvinnan Ólöf Kollbrún Harðardóttir var ein av solistunum. Ólöf, sum framdi megnarverk við sangfólki her í sangskúlatiltakinum fyri nøkrum árum síðan, er [...] hesaferð hevur Jim D. Hjernøe við sær sítt gitna kór Voxnorth – 12-manna úrvalsbólkur, ið er at rokna sum ein av trimum professionellum kórum í Danmark, ið hevur gjørt vart við seg bæði innan- og uttanfyri landamark [...] vikuskiftinum verður stóra felags kórstevnan hildin í Norðurlandahúsinum í Havn. Luttakaratalið liggur um 150, og telur tað umframt bæði yngri og meira tilkomnar sangarar her í landinum eisini kórfólk