sjálvbodnir farnir at seta tiltøk í verk at minka um útlátini. Og vit eiga at nýta teir fyrimunir, vit sum eitt lítið land hava, at leggja okkara orkunýtslu um. Hetta fyri at gera okkara til at bøta um støðuna [...] fyri at kunna branda Føroyar sum eitt umhvørvisvinarligt og orkumedvitað land. Tað skulu vit gera, við at seta umhvørvis- og orkuverkætlanir í gongd, ið eru so gjøgnumførdar og forvitnisligar, at tær vekja [...] vetni-vindorku-verkætlan í Nólsoy, har endamálið er, at allur orkutørvurin í Nólsoy skal stava frá varandi orkukeldum. Tað er ein góð byrjan, sum fer at verða fyrimynd fyri onnur oyggjasamfeløg. Men okkum
Sparikassi nú bjóðar kundum sínum at lána til. Men tá er altso neyðugt, at kundin hevur eina tilsvarandi ella størri upphædd í innistandandi. - Tú kann siga, at talan her er um at útnytta holið í kapitalvinnings [...] verður noyddur at rinda skatt av rentuinntøkum. Men nú bjóðar Suðuroyar Sparikassi kundum sínum at lána upp á innistandandi til eina sera favorabla rentu. - Føroyingar hava lyndi til bara at hyggja upp á [...] Tað rætta er sjálvandi at hyggja at netto. Og tað er har, skeivleikin er í, sigur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa. Hann gevur eitt grovt dømi: - Lat okkum siga, at tú hevur eitt innistandandi
Christensen. Hann vísir á, at um eitt av teimum tilsamans 70-80 starvsfólkunum t. d. sær, at ein av útleigubilunum stendur punkteraður, so er tað skyldan hjá starvsfólkinum at hjálpa. Í komandi ári verður [...] komandi tíðina umvældar. Spurdur um Rio Bravo verður at kenna, sum hon altíð hevur verið, svarar Kent Christensen, at bæði hotellið og matstovan fara at skifta navn. - Vit umhugsa ymsar møguleikar við Rio [...] ferðafólk at sær. Vit vilja fegin finna eitt slag at matstovu, sum um summarið serliga leggur seg eftir ferðafólkum, men sum um vetur fyrst og fremst verður til føroyingar. Tað var fyrr í ár, at teir tríggir
1987, og mong mundu tá spyrja, um vit føroyingar fóru at megna slíkt ódnartak. Vit høvdu frammanundan víst, at tað bar væl til á sjógvi, men hvussu fór at vera í luftini? Føroyingar høvdu jú drúgvar royndir [...] ongantíð úr huganum á føroyingum. Men vit líta samstundis á, at felagið ger alt, ið gerast kann til tess at liva upp til sína visjón, sum er, at virksemið hjá felagnum altíð setir trygdina, stundisligheitina [...] við danska felagið Cimber Air, men tá tað vísti seg, at hetta samstarv var ein løgfrøðiligur trupulleiki fyri danska felagið, kom Atlantsflog at standa á egnum beinum. Tað var eitt stórt tak, ið varð
millum flogførini. Har verður kravt, at minst tríggir tímar eru at leypa uppá, sigur Ísak Mikladal. Fyrr hevur tað ofta verið so, at leiguferðir eru gjørdar, soleiðis at flogið verður beinleiðis til staðið [...] enn hon áður hevur verið. - Trupulleikin er, at vit mugu vera púrasta vísir í, at ferðaætlanin heldur. Tekur tú ferðina úr Serbia, so var møguleiki fyri at stytta bíðitíðini í bæði Frankfurt og Kastrup [...] hetta, tí tey vildu vera púrasta vís í, at ferðaætlanin helt. - Er talan um vanlig ferðafólk, so nýtist tað ikki at vera nøkur vanlukka, um onkur seinking ger, at tú ikki sleppur víðari alt fyri eitt. Her
uppundir, at spard blokkpeningurin eigur at fara til føroyska gransking. Hetta er eitt dámligt hugskot, men eftirsum alt bendir á, at føroysk gansking, sum er á altjóða støði ikki hevur trupulleikar at finna [...] statskassin sparir, eigur tí at verða lagdur í tann danskt-føroyska mentanargrunnin, sum so samstundis eigur at verða umskipaður, so hann verður meira tíðarhóskandi. Tað ber eisini til at stovna nýggjan grunn [...] skaðiligur fyri búskapin og ein forðing fyri øktum sjálvstýri, verður sagt. Tað skuldi verið óneyðugt at nevnt, at full politisk semja er ikki á tingi um hesa tulking. Hinvegin er nú parlamentariskur meiriluti
eppan í USA er við at koma í hæddina og breiðir seg til allan heimin. Hóast henda kreppa kanska ikki fer at hava sama virkna á umheimin sum skrædlið í 1929, so fara ristingarnar at merkjast. Amerikanski [...] hundraðtals milliardir út í peningaumfarið til tess at lætta um gjaldførið í bankaheiminum. Tað er ov tíðliga at siga nakað fyri vist um hesi tiltøk fara at bjarga heimsbúskapinum, men flestu eygleiðarar á [...] yvirtók hitt almenna tveir teir størstu húsalánsbankarnar, samstundis ið boðað varð frá, at stjórnin ikki fór at sita hendur í favn, meðan kreppan vant uppá seg. Síðan, tá næsti brotasjógvurin kom og størsti
Hetta fer, við broyttu fortreytunum í huga, at seta sera stór krøv til politiska leiðslu. So er bert at vóna, at politisku leiðslurnar megna uppgávuna og at politisku baklondini, tinglimir, skilja álvaran [...] innanflokka enn samstarvsflokkanna millum. Her var so ein orsøkin til, at tað var trupult at stýra, ein onnur orsøkin tykist at hava verið trótandi álit millum lyklapersónar í samgonguleiðsluni. Spell [...] nú tóktist tað mongum løgið, at henda samgonga meira enn nøkur borgarlig samgonga tóktist at hava eina turkatrúgv upp á tær frælsu marknaðarkreftirnar. Tá ein hugsar um, at hesar frælsu marknaðarkreftir
venjaranum Eli Hentze seinasta árið hevur verið, at hann ikki hevur serliga nógv fólk at velja ímillum. Og væntandi frágongdin fer uttan iva at hava við sær, at yngru leikararnir komandi mánaðirnir mugu taka [...] hug at rópa seg serfrøðingar á økinum, so kann eingin siga, hvussu føroyskur fótbóltur liggur um eitt ár. Tí er eisini ógjørligt at siga, hvussu framtíðin hjá B71 sær út. Tað kann ikki væntast, at hugurin [...] er sannlíkt, at venjarin skal blanda kortini uttan hesar. Men nú fáa vit at síggja. Høvdu yvirtakið Sandoyingar vóru vitandi um treytirnar undan dystinum í gjár. Eydnaðist tað ikki liðnum at fáa fult ímóti
vóru farin at ivast í, um glyvraprestur ella útvarpið vóru farin at ganga í ørviti ella komin í barndømi, mega kunna krevja av leiðsluni í Kringvarpinum, at hon sigur okkum hvør orsøkin var til, at Meinhard [...] fyri at vita hvussu stjølurin var, ella um einhvør óargalig kisa hevði knýtt seg í heysinum á honum, sum kundi hava verið orsøkin til, at hann so knappliga hevði mist dagaskilið. Vælvitandi, at mong nú [...] hevði verið á máltráð hansara, og hann hevði av lívsins kreftum roynt at komið sær í samband við Kringvarpið, fyri at fáa teir at saðla um, segði hann í telefonini úr brekkuni undir Stórafjalli. Men til