greiðir konan frá, og leggur afturat, at annar maður er komin í plássið hjá manninum á bátinum, sum hann upprunaliga sigldi við og sum hann treivst so væl umborð á. Skuffandi Konan heldur tað vera skuffandi [...] alýsing hevur fingið óhepnar avleiðingar. Men hann vísir á, at avlýsingar koma fyri í samferðslu, bæði her heima, og aðrastaðni. - Tá ið manningin á "Smyrli" varð varug við, at ein oljuleki var í samband [...] við stabilisatorunum og sigldi ikki seinna túrin. Afturúrsigldur Ein suðuroyingur, sum fer við Smyrli á morgni, klárar ikki fyrstu flogruturnar, soleiðis sum føroyska rutunetið er skrúvað saman. - Maðurin
øll eggini út úr gásareiðrinum, út á bøin til grammu likkurnar, sum glúpskar stoyttu seg niður eftir eggunum, skræddu tey sundur og ótu tey. Beint við gekk ein maður og smíðaði sær eitt hús. Tá hann sá [...] bar so á, at í eini aðrari bygd sat lítli Tøppur, ein einsamallur gásaungi, sum onga mammu átti, og fólk tóktust so sera synd í honum. Hetta hoyrdu tey heima hjá Gutta, og skjótt sat Tøppur umborð á Dúgvuni [...] Í einum túni í Klaksvík gongur ein vakur og spelkin gásasteggi. Hann eitur Gutti og undir liðini á honum ganga unnustan Margretha og 1 ára gamli ungin hjá teimum báðum Tøppur. Lítla gásafamiljan er sera
eyguni inni á Langasandi í Kollafirði eru full av jólanissum og kava. Tað er ov tíðliga, sigur fólkalívsfrøðingurin Eyðun Andreasen, professari. Ljósini glitra. Eftirgjørdur kavi liggur á sprossunum, og [...] at tað, vit keypa á jólum, er yvirskot. Nógv er púra óneyðugt. Tá er lætt at koma til ta niðurstøðu, at slíkir handlar eisini eru óneyðugir. Heiðin pátrúgv Eyðun Andreasen vísir á, at jólamenn og tað [...] triðju øld. Hann skuldi vera gávumildur maður, og haðani skulu so jólagávurnar vera komnar. Eyðun Andreasen veit eina aðra útlegging av søguni um Nikláa og jólagávurnar. Á italsku klosturskúlunum í níggjundu
sær við efitrløn. Hann hevur verið løgreglumaður í Havn, á Tvøroyri og nógv ár í Vágum. Nú hann legði frá sær, varð hildin fráfaringarsamkoma á politistøðini í Miðvági, har nógvir starvsfelagar vóru komnir [...] gomlum lærara - sum helt, at betri maður var ikki at fáa. Og tað valdi setanarnevndi so at taka við, segði kommisserurin. Reðin Leonsson hevði eisini orðið og mintist aftur á ymsikt, sum farið var fram hesi [...] til miklan stuttleika hjá yngru starvsfeløgunum greiddi hann frá, hvussu teir á náttarvktunum í »gomlum døgum« kundu finna upp á at egna eina línu ella tvær og síðan út at seta um morgunin. Serliga var ein
soleiðis sum dysturin formaði seg. Todi dagsins maður Hyggjararnir hjá TV3+ kunnu á hvørjum beinleiðis varpaðum dysti velja dagsins leikara, og hesu ferð fall valið á Toda Jónsson. Fram til miðjan seinna hálvleik [...] sum varð vístur beinleiðis á rásini, TV3+. Javnaðu við 103 Seinastu 20 minuttirnar noyddist FCK nevnliga at spæla við 10 monnum, men kortini fingu teir tá strítt seg upp á javnt. At tað tó kom so langt [...] kalla vandaleysari støðu. Undan hesum hevði FCK havt okkurt skot á yvirleggjaran, og eftir steðgin royndu teir eisini at leggja trýst á. Millum annað raktu bæði Todi Jónsson og svenski Pascal Simpson tvørtræið
funnið ugga og styrki frá honum. Villi var ein merkismaður á mangan hátt. Fyrst og fremst hugsi eg um hvat hann hevur verið fyri kirkju okkara her á staðnum. Hann hevur verið kirkjutænari í nógv, nógv ár, [...] kajtrappunum niðan á vegin, eitt satt hegnisligt verk, tá í tíðini og er tað enn tann dag í dag. Alt var so snøgt, sum kom liðugt frá hansara hond, til dømis vil eg nevna hetta, at á kajtrappunum stendur [...] bæði sum urguleikari og deknur, onkuntíð bæði í senn á yngri árum, tó tey seinru árini av kirkjutænaratíðini var hann deknur burturav, tað er nøkur ár síðan hann gavst í hesum starvi. Síðan vil eg taka
dómararnir vóru púra á einum máli um at Lewis var rætti vinnarin, og á dómaraseðlunum var eingin ivi yvirhøvur. Við atkvøðunum 117-112, 116-112 og 115-113 vann Lewis greitt dystin upp á stig. IBF bakkaði [...] dystinum varð sagt, at øll beltini vórðu sett upp á spæl, men tá dysturin var av og Lewis helt hann hevði tey øll trý, boðaði IBF frá, at teirra heitið ikki var upp á spæl í dystinum, sum júst var avgjørdur. Lewis [...] dystinum ljóðaði greitt, at øll trý heitið stóðu upp á spæl, men beint áðrenn boksararnir fóru í ringin boðaði IBF frá, at teirra heitið ikki var upp á spæl, og so kom aftur lív í søgurnar um korruptión
hann skiftur út, so hann eisini verður á toppinum, tá ið HB mikudagin fer at spæla á útivølli ímóti TB. Hjá málrevi snýr tað seg oftast um at hava tev fyri at vera á rætta staðnum í røttu løtuni, og ofta [...] Dahl upp á fimm mál, og tað ber við sær, at hann er ovast á máltindinum saman við Páll A. Klettskarð hjá KÍ. At AB legði rygg til 4-0 tap ber boð um, at mótstøðuliðið fult og heilt hevði tamarhald á støðuni [...] málmøguleikum. Semja var um, at felagnum restaði ein sannan málrev, og mint var aftur á 2021, tá ið Mikkel Dahl var fremsti maður og skoraði 27 mál, sum er met fyri eitt kappingarár í føroyskum fótbólti. HB hevur
renna inn á meginøkið. Evstamarkið á Sosialinum rak meg úr koyggjuni her á Hellunum klokkan fimm í morgun. Sólin skínur, tað er ikki eitt skýggj á himmalinum, lotið er kalt og kavarfannirnar á Sandfelli [...] søkja sjógvin hóma nýggjar møguleikar á meginøkinum. Á Skála stendur ein stór skipasmiðja, sum lokkar unglingar í læru. Teir síggja størri í einari fastari inntøku á einum stórum arbeiðsplássi, enn at liggja [...] hjá Gamla Høgnesen í Víkum og notið afturvið snapsi og elefantøli í fínu stovunum upp á og enntá í roykstovuni uppi á loft. Har var ball og kenning og eg var 11 ára gamal og fekk saman við javnaldrum mínum
Grønlandi, listhandverksmaður. Kostnaður 1850,- íroknað tilfar, amboð, drekka x 2 o.a. Tilmeld. 316491 frá 14. aug. Tilhaldið á Toftum Tlf. 448690 Vit halda til í niðaru hædd á Vesturskin. Teldupost: [...] mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. Fyribyrgingarráðið Argjaboðagøta [...] Katrin Mortensen. Øll eru vælkomin. Eysturoyar Gongufelag Túrur verður niðan á Múlatind sunnudagin 9. juli. Vit møtast kl. 14.00 uppi á Heltnini (Halgufellið). Túrurin er tungur. Tilmelding ikki neyðug. Tilhaldið