fara vit at vísa tær, hvussu tey blivu til, við myndum og persónligum søgum, sum tit ikki hava hoyrt. Borgarstjórin fer eisini at siga nøkur orð. Og sum nakað heilt serligt, so verður møguligt at bjóða upp [...] og fríggjakvøldið 4. september, kl. 19.00 fært tú søguna í Perluni. Og kanska endar tú eisini við at fáa eitt petti av søguni við heim. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6##
undirvísingini, og næmingarnir fingu høvi at hitta lærararnar og hvønn annan. Eftir hátíðarløtuna var hugnaløta fyri næmingum, lærarum og øðrum. Búgvi vísti á, at hetta er ein serligur dagur fyri øll, sum [...] eru í aldrinum 20-70 ár, fyri at koma á skúlan. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, var eisini við til hátíðarløtuna og bar fram røðu. Hann fegnaðist um, at Bíbluskúlin Keldan gongur nýggjar [...] víðkar um virksemið, og um møguleikan hjá næmingum at læra meira um Bíbliuna og leggja eitt gott grundarlag fyri lívið. Landsstýrismaðurin ynskti at enda leiðslu, lærarum og øllum næmingunum alt tað besta
verið afturhaldin við at loyva marknaðarbúskaparligum nýskipanum. Oscar Pérez-Oliva Fraga, kubanskur uttanríkishandilsráðharri, viðgongur, at støðan er trupul, og at tað er torført at fáa útlendskar íleggjarar [...] nýggja kós. Stjórnin fer at gera skipanina smidligari, stytta málsviðgerðartíðina og minka um skrivstovuveldið. Ein týðandi broyting er, at privatar fyritøkur ikki longur noyðast at seta fólk í starv gjøgnum [...] stjórnini fyri at stovna konto í útlendskum banka. Nú verður nóg mikið at boða myndugleikunum frá. Ferðavinnan verður eisini latin meira upp fyri privatum virksemi. Privatar fyritøkur sleppa nú at reka ferð
Volkswagen sigur, at ikki ber til at tryggja virksemið á hesum verksmiðjunum til longdar. Nú verður kannað, um tær kunnu brúkast til annað virksemi. Verða tær stongdar, verður tað fyrstu ferð, at Volkswagen letur [...] hava verið truplar. Fakfeløgini hava millum annað ákært leiðsluna fyri ikki at hava verið nóg opin mótvegis starvsfólkunum, eftir at tíðindini um møguliga niðurskurðin á 100.000 størv komu fram í miðlunum [...] komin ásamt um eina umfatandi umskipan av samtakinum, skrivar AFP. Volkswagen hevði longu ætlanir um at skerja 50.000 størv, men nú eru 50.000 størv afturat løgd oman á ætlanina. Sostatt skulu tilsamans
persónbilar, men eisini eitt nú vørubilar og onnur skrásett akfør. Toyota greitt á odda í ár Hyggja vit at fyrstu átta mánaðunum í 2026, er Toyota eisini greitt á odda. Frá 1. januar til 31. august eru 212
Føroyingar hava nógv akfør, men tey eru ikki javnt býtt kring landið. Ein uppgerð hjá Akstovuni vísir, at 43.504 akfør vóru skrásett í Føroyum 1. september 2026. Av teimum vóru 28.562 persónbilar. Tá ið a [...] annað tíggju viðfestivognar, fimm ellisakfør, fýra prutl og fýra vøruvognar skrásett. Hyggja vit bara at persónbilunum, hevur Fugloy 0,67 persónbilar fyri hvønn íbúgva. Tað er hægri enn landsmiðaltalið, sum [...] akførini eru í oynni dagliga. Hon vísir, á hvørjari oyggj akførini eru skrásett. Tað kann tí vera, at summi akfør eru skrásett í Fugloy, hóast tey ikki altíð standa ella verða nýtt har. ##med3## Uppgerðirnar
vikuskiftið. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu eisini lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## ##med7## ##med8## ##med9##
hevur seinastu dagarnar ligið við vestaru bryggju í Klaksvík, og í dag fáa føroyingar seinasta høvið at vitja skipið, áðrenn tað fer av landinum. Skipið, sum føroyingar best kenna sum gomlu Norrønu, er nú [...] klokkan 21. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug. Manningarfólk av Logos Hope fara eisini í land at vitja kirkjur og samkomur kring landið. Í Betesda í Klaksvík vitja tey sunnudagsskúlan klokkan 12.30
gevur vitjandi høvi at síggja meira av gamla føroyska ferðamannaskipinum og fáa innlit í lívið hjá altjóða manningini. Klokkan 20 verður altjóða tiltakið Meet the World . Har verður høvi at uppliva nakað av [...] Hope liggur við vestaru bryggju í Klaksvík, og í dag, leygardag, verður aftur høvi hjá almenninginum at vitja skipið. Skipið, sum føroyingar best kenna sum gomlu Norrønu, er í dag eitt altjóða trúboðaraskip
Hope liggur við vestaru bryggju í Klaksvík, og í dag, fríggjadag, verður aftur høvi hjá almenninginum at vitja skipið. Skipið, sum føroyingar best kenna sum gomlu Norrønu, er í dag eitt altjóða trúboðaraskip [...] kristnar bøkur. Frá klokkan 14 til 23 verður skipað fyri rundvísingum umborð. Hetta gevur vitjandi høvi at síggja meira av gamla føroyska ferðamannaskipinum og fáa innlit í lívið hjá altjóða manningini. Í kvøld