stríð var arbeiðssjakkið umskipað og nýggjur formaður valdur í oktobur sama ár. Sama dagin fekk eg loyvi frá feløgum mínum, sum tann, ið longst hevði verið við í arbeiðinum, at leggja amboðini úr hondum. [...] onnur at taka yvir arbeiði sítt í hesari maratonnevnd. Tilvitað gloymska á Sosialinum? Løgið at ongin á Sosialinum hevur varnast fráboðan mína- hvørki í sjónvarpinum, í bløðum ella á portalum. Man tað [...] øll høvdu høvið at lesa í ymiskum fjølmiðlum, varð eg av sjónvarpinum spurdur um hetta sama, og har fekk eg høvið at greiða frá, hví eg hevði valt at frávelja fundarvirksemi í stjórnarskipanarnevndini
steðga mær í at seta tænastumannakanning í verk, men eg havi nú gjørt mítt, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum og í fíggjarnevndini segði við portalin í gjár, at [...] mongum løgið, at teir báðir tænastumenninir sleppa at sita í starvinum, meðan kanningin verður gjørd, men tí vísir løgmaður aftur. -Tað er ein ivi í hesum málinum. Og tann ivin skal koma teimum til góðar [...] hann hvørki vil lova løgmanni pengar ella stuðul til tænastumannakanningina, sum løgmaður nú vil seta í verk. Jørgen Niclasen segði, at leisturin hjá fíggjarnevndini er, at skal ein játtan latast, skal hon
eru ørg inn á Johan Dahl um hesa støðuna. Hans Kristian A. Abrahamsen, formaður í Samhaldi, sum er lokalfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy, hevði eina serliga avgjørda støðu. Hann gjørdi púra greitt [...] Í hesum døgum viðger Løgtingið trý uppskot frá andstøðuni um at geva samkyndum foreldrum sama rætt, sum onnur foreldur. Og tað hevur skapt órógv í samfelagnum, tí Johan Dahl, tingmaður fyri flokkin, hevur [...] landsfundinum í Sambandsflokkinum gjørdi hann greitt, at hetta málið hevur so stóran týdning fyri hann, at hann fer at atkvøða eftir síni sannføring, og tí atkvøður hann fyri. Annars stendur í samgonguskjalinum
Suðuroyartunnilin langt út í rúmdina og hann kemur aldrin aftur, sum Henrik Old málbar seg. Hesum var Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi grundleggjandi ósamdur í. Hann minti á, at í 2002 varð ríkisveitingin [...] Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá Tjóðveldi um at avtaka ríkisveitingina úr Danmark. Eftir uppskotinum skal hon avtakast so líðandi, so at hon skal vera heilt burtur í seinasta lagi 2030. Men [...] slakar 650 milliónir um árið. Endamálið er, at Suðuroyartunnilin skal vera liðugur í 2030, men tað ivast Henrik Old í, tí tað er komið so stutt áleiðis við fyrireikingunum. Men hetta merkir, at tá ið tunnilin
Tað segði Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, í formansrøðu síni á flokstingi hjá Tjóðveldi fríggjakvøldið: »Og ja. At gera okkum leys av tí sonevndu donsku ríkisveitingini ella blokkinum. Tí blokkerandi [...] við, hvat annars hevði komið inn í føroyska búskapin av tí blokkerandi blokkinum, um vit ikki av okkara eintingum skóru og fastfrystu hann og tóku hesa ábyrgd á okkum í 2001, so eru 12 milliardir alt ov [...] blokkerað okkum við av blokki seinastu 20 árini. Og í sama tíðarskeiðið er okkara egni búskapur og tað, sum vit sjálv skapa hvørt ár, vaksið úr 7 milliardum upp í 21 milliardir. Hóast ofta vánaliga stýring og
virkandi formaður í Felagnum føroysk miðlafólk, sigur við in.fo, at tey kunnu ikki gera annað enn at krevja tað, sum limir teirra hava rætt til. - Vit sendu fyrst í hesum mánaðinum bræv til leiðsluna í Dimmalætting [...] tt í einum trotabúgvi, men hetta er ikki støðan hjá Dimmalætting. Fyri at loysa truplu gjaldførisstøðuna hjá felagnum varð avtala í fjør gjørd við P/F Kimbil, har Kimbil veitti lán við transporti í skuldarunum [...] vit ikki kunnu ignorera, sigur Ingolf S. Olsen. Hann vil ikki dragast inn í nakað kjak um, hvørt Dimmalætting kann halda fram í nýggjum felag ella ikki, men slær bara fast, at hann sum fakfelagsformaður
ri, tá steypafinalurnar í flogbólti verða spældar. Flogbóltssambandið fær í hansara stað ein danskan dómara at koma upp at døma. Líka síðani Flogbóltssambandið afturi í 2000 fór undir at skipa fyri [...] Men síðani eg í 2005 bleiv altjóða dómari, havi eg dømt allar finalurnar, sigur Jan Hentze, sum fyri viku síðani kundi fortelja her í blaðnum, at hann nú var givin sum altjóða dómari. Í hesum sambandi [...] hjá bæði kvinnum og monnum, hevur ein altjóða dómari verið fyrstidómari í báðum finalunum. Tað var ein avgerð, táverandi nevnd í Flogbóltssambandinum tók, og núverandi nevnd fylgir sama leisti. – Fyrstu
formanssessis í vinnunevndini, um eg vil. Men eg vil helst vera valdur í nevnd sum partur av Tjóðveldi og samgonguni, staðfestir tjóðveldistingmaðurin. - Eg havi verið formaður í flokkinum í fleiri ár og [...] Óvist er, hvør er í bólki við hvørjum, nú tingnevndirnar skulu setast av nýggjum. Heini O. Heinesen vil helst hava sess frá samgonguni, men andstøðan liggur framvið Løgtingsformaðurin boðaði í morgun frá, at [...] nevndarsessum. Tingið skal tó í fyrsta umfarið bara samtykkja, at nevndirnar skulu mannast av nýggjum, og ikki hvussu sessirnar verða býttir. Sjálvsstýrisflokkurin er farin í valbólk saman við samgonguni
Í svarskrivi, sum varð sent tveimum av limum okkara í gjárkvøldið, fríggjakvøld 20. mars 2009 kl. 22.30, sigur stjórin soleiðis um ætlaðu uppsagnirnar á Vinnuháskúlanum: »Tygum framføra í skrivinum, at [...] lønarjáttanin til Vinnuháskúlan var hækkað 1,1 mió. kr. í 2009 (viðfesta ljóðfílan). Tann 11. febr. 2009 varð í løgtinginum fleiri ferðir nevnt í sambandi við munnligar fyrispurningar, at játtan skúlans [...] sparingar.« Hetta, sum stjórin skrivar, er í andsøgn við tað, sum ein samd fíggjarnevnd staðfestir, eftir at stjórin sjálvur saman við landsstýriskvinnuni var til samráð í fíggjarnevndini tann 25. febr. 2009
vera við skili. Og endiliga sum borgarstjóri í størstu kommununi í landinum havi eg einki ímóti at hjálpa øðrum kommunum, men eisini í tí førinum má skil vera í, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at Kom [...] sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn Heðin Mortensen hevur trý atlit at taka. Hann er javnaðarmaður, og skuldi tí havt áhuga í at »javna«. Hann er borgarstjóri í Havn, og hevur tí vælferðina hjá h [...] høvuðsstaðnum at hugsa um. Og hann er formaður í Kommunusamskipan Føroya, og má tí taka sær av teirra áhugamálum. Men Heðin Mortensen heldur, at hesi trý saktans kunnu sameinast. - Fyri at taka tað seinasta