hugsað sær at sagt, men portugisisk lóg forðar teimum í løtuni til at úttala seg um sjálvt málið. - Kortini vilja tey gera púra greitt, at tey hava einki við burturblívingina hjá Madelinu at gera. McGuinness [...] vit vilja hava nøvn okkara reinsað, sigur hann og leggur aftrat, at hann ongantíð hevði væntað at noyðast í fjølmiðlarnar at fortelja, at hann og konan ikki hava dripið egnu dóttir teirra. [...] Portugáls at halda summarfrí. Nú tey fara heimaftur, eru tey fýra og dóttirin Madelina, sum bleiv burtur 3. mai í ár, er ikki aftur í aftur komin enn. Undir allari leitingini hava foreldrini sagt, at tey fóru
Landstýrið hevur nú boðað frá, at ætlanin er at broyta mótrokningina í fyritíðarpensión soleiðis, at mótrokningin skal verða 45 kr. ístaðin fyri tær 60 kr. Tað merkir, at fólk ístaðin fyri 13 kr, í framtíðini [...] loyvdi yngri fólki við familju og húsum at sleppa til arbeiðis. Men alt hetta er nú broytt. Vit liva 10 ár longur í meðal, og mong hava heilsu og hug til at halda fram at arbeiða eftir 67 ára aldur. Fólkaflokkurin [...] sum stavnhald, at fólk skulu hava rætt til pensión, tá tey gerast 67 ár, um tey ynskja tað. Men tey skulu hava rætt at arbeiða meir, um tey heldur velja tað. Eisini skulu fólk hava rætt at arbeiða niðursetta
er bert á nøkrum fáum gistingarhúsum, at til ber at sleppa á netið eftir afturlatingartíð um kvøldið. Hetta eigur at verða broytt, so ferðafólk hava møguleika at logga seg á alla tíðir á døgninum. Ferðafólkini [...] størsti trupulleikin, sum føroyska ferðavinnan hevur at stríðast við, er vánalig kunning til ferðafólk og møguleikarnir hjá ferðafólkunum sjálvum at kunna seg. Harafturat eru kamping- og tjaldingarmøguleikarnir [...] Hotel Tórshavn, Atlantsflog, Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommunu, er, at føroyska ferðavinnan dregist við trupulleikar av, at kunningin ikki er nóg góð. Stundum er hetta kunning á ymsum plássum, ófullfíggjað
samlaðu fyritøkuni, at teir nú hava eitt dagblað, eitt serblað og eitt lýsingarblað. Hann heldur ikki, at bløðini fara at »stjala« frá hvørjum øðrum. - Eg síggi tað hinvegin sum ein fyrimun, at kundin nú verður [...] møguleiki at prenta á Prentmiðstøðini sum er. - Men tá hon flytir í nýggj hølir, fær hon eitt prenttorn aftrat og eina maskinu at leggja inn í við, sigur stjórin á Dimmalætting. Orsøkin til, at Dimmalætting [...] fyritøkuni. Konseptið fer eisini at halda fram óbroytt, og talan verður um púra atskildar redaktiónir. - Blaðfólkini verða ikki skift millum redaktiónirnar, tað fer at koyra, sum tað gjørdi framman undan
hjá børnum. Ikki bara tí at tað er innihaldsríkt og vigar tungt á góðskuskálini. Vøran sjálv er eisini somikið væl framleidd og gjøgnumførd, at eg trúgvi, at hon kann virka til at geva børnum betri innlit [...] betri sans fyri góðsku, tá tey so smátt gerast vaksin. Einki nýtt at bera Eitt er so tað, at vøran er á høgum støði. Nakað heilt annað er, at tónleikurin er øgiliga hoyrdur og typiskur. Arrangement, kórrøddir [...] á ein virðiligan hátt. Uttan at útnytta barnanna naivu loynivitsku við tilvitaðari reklamering av stuðlum og líknandi. Virðiligt input Tað hevur nevniliga stóran týdning, at tilfarið, ið verður borðreitt
nútímans søga úr Grønlandi. Ein søga um at vera forelskað og hava hjartasorg og um at bera upp á so stóra sorg, at tú ætlar at gera enda á tær. Men eisini um at hava vinir, sum hjálpa tær í neyðini. Fríkorter [...] snið er ætlað at fanga áhugan hjá teimum allaryngstu børnunun og læra tey at seta orð á tey skap og snið, sum tey síggja rundan um seg. Bókin er úr pappi við litføgrum myndum og klaffum at lyfta. Tað er [...] stríðist við at fáa pingvinina at siga okkurt, men nógv skal til, áðrenn tað gerst ovboðið hjá pingvinini. Marna Jacobsen týddi bókina úr enskum. Gamlir kenningar Tað er næstan óneyðugt at greiða frá stuttligu
sannroynd, at Mjølnir ikki høvdu ráð at tapa fjórða sett, hevur óivað motivera teir, tí teir bardust sum úlvur á skóg fyri hvørjum einasta bólti, og tað sama gjørdu vertirnar. Endin var tó, at Mjølnir drógu [...] tað nokk til at vera oddalið. Í hinum endanum er tað nú Framtíðin bjørt Hóast tað nú er staðfest at Fleyr endar niðast í fremstu flogbóltsdeildini, heldur ein av leikarum felagsins ikki, at framtíðin sær [...] døpur út. Høgni Viderø, ið áður hevur spælt við Fram, sigur at framtíðin er bjørt í havnafelagnum. - Hóast tað nú er greitt, at vit ikki megna at náa triðja plássi, sær framtíðin alt annað enn døpur út hjá
við hav og fisk at gera, verður á skránni. Norrøna hugtakið ’Þorri’ sipar nevniliga til tíðina, har fiskurin kemur inn aftur á grunnarnar at gýta og er serliga góður og feitur. Ásannandi, at hendan tíðin [...] reint havið kring Føroyar í grundini er. Okkum dáma at reypa um, at vit hava heimsins reinasta hav, men hvat hendir við ruskinum, ið endar á sjónum? Til at svara hesum spurningi, verða úrslit frá magakanningum [...] Stormsúpan Alla Torravikuna verður serlig fiskamatskrá at velja millum hjá Jórun í Klingrugarði. À posthúsinum verður serlig framsýning í sambandi við at 100 ára Klaksvíksfrímerki hjá Edwardi Fuglø verður
uttan mun til, hvussu veðrið er. - Eg føli tað, sum at eg komi tættast at mínum myndevni, um eri úti og so at siga standi mitt í tí. Oftast royni eg at at halda fast við tað, eg byrjaði við, men um veðrið [...] - Sum listamálarari ert tú ofta í vanda fyri at tøva í tí sama. So umbidnu málingarnir eru ein fínur máti at endurnýggja seg sjálvan, leggur hann afturat. At ein mynd dregur eina aðra við sær, er annars [...] Gjógv. Nógvir av málingunum hjá Pól Skarðenni eru ikki bara bundnir at eini ávísari føroyskari bygd. Oftast tykist myndin eisini at savna ein heilt serligan týdning kring eitt ávíst stað í bygdini. Ella
tí her høvdu teir einki at gera. Men eingilskmenninir stóðu bara býttir og hugdu. Tá ið ein hagamaður so fór at neva eftir teimum og banna illa, tá fataðu teir fremmandu, at nú var vandi á ferð. Teir [...] Tað var næstan hvønn dag, at onkur bilur koyrdi útav og mannskaði var vanligur. Tað vóru heili 300 akfør í oynni. Sagt varð at nýggju vegirnir í Vágum vóru so væl gjørdir, at teir kravdu ikki ábøtur fyrsta [...] Hermenn fóru at ganga í haganum, og hetta var jú ímóti hagalógini. Hagamenninir gjørdust ilskir og fóru aftaná teimum at reka teir til húsa aftur. Teir lósu hagalógina fyri teimum bæði á føroyskum og donskum