endaði kiksað støða hjá heimaverjuni við, at Robbie Azodo legði AB á odda. B36 hevði í 40 minuttir møguleika at rætta upp á tingini og vísa, at tað bar til at avrika frægari, enn heimaliðið hevði gjørt [...] tað fór at eydnast B36 at sleppa úr tronganum við øllum stigunum, hóast avrikið avgjørt ikki var nakað at rópa hurrá fyri. Soleiðis tørnaði tað tó ikki út. Tveir minuttir, áðrenn vanliga leiktíðin var farin [...] sigurin, og avrikið var soleiðis, at vit áttu at havt lagt okkum á odda bæði 2-0 og 3-0, áðrenn B36 svaraði aftur og javnaði til 1-1. Nú kostaði tað tíbetur einki, at vit misbrúktu fleiri møguleikar. Talan
– Vit ætlaðu at fáa nýggjan ost á marknaðin í 2021, men framleiðslan av osti hevur víst seg at vera sera trupul, og hava vit verið noydd at burturbeina stórar nøgdir av osti orsakað av, at hølini hjá okkum [...] Streymoynni 7, Eysturoy 4 og Norðoyggjum 1. – Vit fara helst at síggja, at talið minkar enn meira komandi tíðirnar, og at størri fjós fara at framleiða mjólkina. Mjólkarvirkið hevur ikki rindað vinningsbýti [...] úrslit havandi í huga fortreytirnar. Vit vistu longu frá ársbyrjan, at t. d. fóðurprísurin á bulk fór at hækka munandi, men valdu at halda sama lága prísin alt árið. Hetta kostaði MBM umleið tvær milliónir
neyvan fingið loyvi at sæð dagsins ljós í dag sum stemningurin er nú. Hinvegin dugi eg ikki at ímynda mær, at hesi byggiverk ikki vóru har. Tá hevði verið kalt og oyðið. Ikki so løgið, at nevndin, sum staðsetti [...] klæðir hetta kirkjuni sera væl. So, einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt! Samanumtikið haldi eg, at kirkjan heldur enn at skemma, fer at fríðka og fjálga um økið, sum eg havi heitar kenslur [...] fram við áarbakkanum fyri ikki at tosa um spinnaríið (nú Eikin), sum stendur úti í sjálvari ánni, var als eingin forðing fyri okkara spæli og leiki. Tvørturímóti hildu vit, at alt hetta setti ein hugnaligan
til at loypa út í tað og fáa eina góða byrjan uppá árið við at vera virkin uppá nógvar ymsar mátar, sum eru við til at geva tær og fólki rundan um teg størri gleði. Frá gransking vita vit, at tað at vera [...] týdningarmikið at minnast til tað, sum vit kunnu hava ræði á. At vera virkin er eitt av tí, og tí er álmanakkin eitt gott amboð til at gera nakrar smáar gerðir hvønn dag, sum eru við til at styrkja sálarligu [...] hugbundin. Endamálið við kappingini er, at tú kanst vera við til at geva øðrum íblástur til at vera virkin í januar og skapa tilvit um, hvussu einfalt tað kann vera at gera okkurt gott fyri sálarligu heilsuna
sólini í Gundadali í kvøld gera, at tað er rættiliga sannlíkt, at HB spælararnir á ólavsøku fara at ganga oman og niður – um nú koronan fer at loyva tí ella teir kanska fara at sita í óuppibornum sóttarhaldi [...] europeiskum dystum. Um føroysk lið skulu hava møguleika at spæla seg víðari, so er neyðugt, at málverjin fleiri ferðir bjargar, tá ið tað so at siga eigur at vera mál. Soleiðis var tað hjá HB í kvøld. Liðformaður [...] bjargaði einar tríggjar ferðir, tá ið eingin hevði havt orsøk at finnast at honum, um mótstøðuliðið skoraði. Tað vóru 20 minuttir kring steðgin, at HB eksploderaði og loksins vann úrtøku úr yvirvágini. Michal
virkaði tað soleiðis fyri mær, at sjónvarpsverturin royndi at fáa núverandi formann, Hera Sverrason, sum hevur sitið í fimm mánaðar og ongantið hevur sitið í stýrinum fyrr enn nú, at argumentera fyri fíggjarpartinum [...] henda partin hevur eingin ósemja verið PUNKTUM! Ja, vit hava fingið at vita, at Sandoyarøkið er ímillum tey fremstu, so har er einki at fara eftir. Hvat normering og brunakrøv viðvíkur. Eg haldi tað var [...] formansskapinum, men varð av nevndini biðin um at traðka til aftur sum næstformaður, og eg játtaði. Eg harmist um, at leiðarin hevur sagt seg úr starvi, men vit eiga at taka hendur saman, leiðsla, stýrið og ikki
verður um venjingardystir. Vinnarin fær steyp, og undanfarnu árini hevur einki verið at ivast í, at hugurin og viljin at vinna hevur verið sjónskur, hóast tað ikki hava verið stig og FM og pláss í europeisku [...] vant eins nógv. Tað er greitt, at fleiri av liðunum, sum næstu dagarnar fara at kappast í Klaksvík, ikki hava allar teir spælararnar tøkar, sum tað verður roknað við fara at kappast um plássini seinni í [...] , so mikið skaðadarvaður, at hann ikki fær vant saman við hinum. Henry Heinesen er eisini skaddur. Tað ljóðaði nakað herfyri, at hann hevði verið so óheppin undir venjing, at hann gekk við brotnum beini
sera beinasamur í so máta. Hann helt fyri, at eg gjørdi kortini einki annað enn at ganga runt og órógva við at siga frá søgum; men eg haldi meg eisini duga at meta um stóra virðið í tí, sum Ólavur Hátún [...] tunlarnir liggja. Verður hugt at normunum fyri tunlar, áttu hesir beinanvegin at verið stongdir; men sum er, ber tað jú illa til. Í nevndu støðum eigur alt fyri eitt at farast undir nýgerð av dupultsporaðum [...] stígur í, so ungfólk ikki í vónloysi framvegis fara at flyta av landinum. Komin í reypsaldur og væl so tað, kann eg at enda nevna, at eg fyrstu 7 árini sum vegaverkfrøðingur frá 1956 til -62 arbeiddi í
bankatænastur. Havi ikki grundir til at fegnast um stór yvirskot hjá samtakinum, tí hetta er tekin um, at í so ríkiligt verður goldið av okkum kundum til felagið. Ella at innlánarin fær í minna lagi fyri [...] uppsparing sína. Hinvegin hava vit kundar samstundis áhuga í, at feløgini í samtakinum bera seg, og at tey hava kapitalgrundarlag, sum krevst fyri at standa í móti tapi við, tá ið illa vil til. Ein rímiligari [...] KT-skipanir sínar úr Føroyum til danska fyritøku at reka. Í øðrum førum er torført at síggja, at føroyska fíggjarkervið er samanrunnið við tað danska. Greitt dømi um hetta er kostnaðurin av fastognarfígging
tað av sínum eintingum. Men oftani er man tungur á sær, trekur, so at okkurt skal til, fyri at koyra undir. T.d. at man fær hug til at koma við til eitt tiltak, sum verður fyriskipað har í námindini. Og [...] koma saman í síni frítíð, har taka tey seg saman um at skipa fyri felags tiltøkum. Tað snýr seg um at fólk fáa hug til lyfta seg upp úr stólinum og fara at røra seg eitt sindur meira, hvønn dag ella so regluliga [...] er jú, tá man er fleiri! Tí er tað gleðiligt at rørsluátøkini vinda uppá seg og á nógvan ymiskan og fjølbroyttan hátt eggja fólki til at vera við til at røra seg meira. Tiltøkini eru nógv, og hvussu tey