fyritøkuni Brúsá inn í okkara amboðskassa, sigur Jaspur Langgaard, stjóri í Kodio. Hetta ger, at vit styrkja enn meira um okkara støðu á talgilda marknaðinum. Fyritøkan Brúsá Sp/f hevur arbeitt innan talgilda [...] við at styrkja sína støðu bæði á føroyska og útlendska marknaðinum. Føroyska fyritøkan hevur meira enn 10 ára royndir innan talgildar loysnir, so sum heimasíður, intranet, grafisk sniðgávu v.m. og hevur [...] rlag, dugnalig starvsfólk og støðu á føroyska marknaðinum. - Avgerðin at selja virksemi í felagnum er nógv merkt av, at eg seinasta hálvaannað árið havi verið nógv upptikin av øðrum arbeiði, sigur Jákup
Hví er tað soleiðis, tá vit eru samd um, at tað er órímuligt? Jú sum altíð, so er tað ein spurningur um vilja – og ikki minst um, hvussu ríkur tann er, sum bestemmar í hesum føri. Og tað er so í øllum [...] Kanska tað er for lætt at vera politikari, og kanska fakfeløgini gera ov lítið um seg. Í øllum førum er okkurt galið við javnvágini. Taka vit ein arbeiðara, hvørs grundløn er 155 krónur um tíman, og [...] sjálvt, at hetta økir um lønarmunin. Hann veksur á hvørjum ári, tá prosentini tikka oman á lønirnar. Um vilji var til tess, so var øll lønarhækking gjørd í krónum. So kundu vit kjakast um, hvørt øll
verkum eftir pápa mín, og higartil eru fleiri enn hundrað verk avmyndaði, men ynskiligt er at fáa enn fleiri, sigur hon. Áheitanin hjá Hansu M. Glerfoss er tískil: - Eigur tú ein ella fleiri málningar ella [...] Hansa M. Glerfoss, sum er dóttir listamannin, sigur, at eitt fotostudio verður sett upp í Perluni til endamálið, og tað verður Kristfríð Tyril, sum stendur fyri myndatøkuni. - Hetta er triðja skipaða myndatøkan [...] seg í samband við Hansu á tlf. 283277 og gera nærri avtalu um, hvat og hvussu. - Ætlanin og vónin er at savna so nógvar málningar sum til ber. Jú, fleiri, tess betur, tí tilfarið skal brúkast í heildarlýsing
Tað sigur Høgni Tausen, sum viðgongur, at hann er bjartskygdur av lyndi og sær møguleikar heldur enn forðingar, men hann ásannar kortini, at tað er eitt stórt tak at fara undir nýbygging. – Vit [...] Vit eiga nógva jørð kring húsini við Norðskála, og hetta er alt dyrkaður bøur. Hetta hevði avgjørt sína ávirkan á, at vit valdu at byggja nýggju húsini aftur á grundstykkinum, tó at hvørki konan ella [...] reist á grundstykkinum, og flaggið er í húnar hátt. Hjúnini, sum henda serliga dagin eru við Norðskála, gera burtur úr løtuni við smyrjibreyði og ymiskum góðum. Her eru arbeiðsmenninir, sum byggja
samtykkjast av kongressini, men Trump umgongur hetta við at siga, at USA er í neyðstøðu orsakað av handilsjavnanum. Um so er, hevur forsetin ikki brúk fyri parlamentariskum meiriluta fyri at fremja ávísar avgerðir [...] grundgeving fyri síni avgerð, men heitir á stevnararnar í málinum um at svara innan 5. juni og Trump-stjórnina um at svara innan 9. juni. Avgerðin er tikin, eftir at ein handilsdómstólur í gjárkvøldið setti úr [...] trimum dómarum metti, at Donald Trump var farin út um sínar heimildir við at seta ein generellan toll á innflutning úr londum, sum selja fleiri vørur til USA enn tey keypa. Slíkur tollur skal vanliga samtykkjast
Pauli Frederiksberg, sum økti um leiðsluna til 2-0. Hetta var annað málið hjá honum í næstbestu deildini í ár. Skála er topplið við 34 stigum fyri 12 dystir, og 07 Vestur er næstaftast við fýra stigum. Í [...] hálvleik var 2-0, og hóast skálamálverjin fimm minuttir eftir steðgin sá beinleiðis reytt kort, so eydnaðist tað heimaliðnum at halda tætt og at skora tvey mál aftrat. Tá ið Suni Ernstsson sá reyða kortið
Víkingi. Landskappingardysturin var í Leirvík, og hálvleiksstøðan var 2-1. Talan var um merkisvert úrslit, tí hetta var fyrsta ferðin í fimm ár, at besta liðið hjá ÍF vann ímóti liði hjá Víkingi í bestu [...] 37. minutti. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti í næstbestu deildini. Ellivu minuttir undan leikloki staðfesti Dánjal á Lakjuni við sínum fjórða máli í ár ÍF sigurin. ÍF er á fjórða plássi [...] Síðani tá hevur besta ÍF liðið ofta spælt ímóti bæði besta og næstbesta liðnum hjá Víkingi, uttan at tað er eydnast at vinna. Í bestu deildini hevur Víkingur vunnið hvørja ferð, og tá ið besta liðið hjá ÍF í
tilfeingið skal rinda prísin. Tí ræður eisini um at vita, hvussu vorðið er við burðardygd í teimum ymsum vísindagreinunum. At júst hetta í breiðari merking er yvirskriftin fyri Frændafundin, boðar frá góðum [...] hvørt ár verður skipað fyri ráðstevnu í ávikavist í Føroyum og Íslandi. Í ár er ráðstevnan í Havn. Evnið á Frændafundinum í ár er Burðardygd sum kumpass - Hvussu vísir hugtakið burðardygd seg í ymsum vís [...] granskarar á Frændafundi – hesaferð í Føroyum. Hetta vísindaliga samstarv hevur í ár 35 ár á baki, av tí at rektaraavtalan varð undirskrivað í 1990. Hetta var fyri okkum í Føroyum eitt serligt ár, tí F
Kanningararbeiðið er enn á byrjunarstigi, og vit arbeiða í løtuni við at hyggja eftir einari rúgvu av prógvum, sigur umboð fyri lokala ákæruvaldið, Sarah Hammond, í dag. Hon vísir á, at talan er um fleiri avhoyringar [...] manninum, sum við køldum blóði framdi brotsverkið. Maðurin eigur trý børn og er sambært BBC lokalur vinnulívsmaður. Hann er ákærdur fyri vandamikla koyring og fyri at hava elvt fólki stórar likamsskaðar
Í hesum døgum er Frændafundur í Havn. Hetta er tvørfaklig ráðstevna, sum er fyriskipað í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskola Íslands. Triðja hvørt ár verður skipað fyri ráðstevnu í ávikavist [...] tilfeingið skal rinda prísin. Tí ræður eisini um at vita, hvussu vorðið er við burðardygd í teimum ymsum vísindagreinunum. At júst hetta í breiðari merking er yvirskriftin fyri Frændafundin, boðar frá góðum [...] ávikavist í Føroyum og Íslandi. Í ár er ráðstevnan í Havn. Evnið á Frændafundinum í ár er Burðardygd sum kumpass - Hvussu vísir hugtakið burðardygd seg í ymsum vísindagreinum? Móttøka var í Müllers Pakkhúsi