Nevndin arbeiðir við at orða málsetningar fyri komandi setu, hesar fara vit at almannakunngera seinri. Vit kunnu tó longu avdúka, at vit vilja seta andlit á ADHD og ADD í Føroyum, og tað verður ein spennandi [...] spennandi herferð við tiltøkum. Hertil skal finnast eitt nýtt fangandi herróp, sum eisini kann nýtast sum hashtag, øll boð eru vælkomin, sigur ADHD-felagið. [...] aðalfund. Felagið hevur verið á ráðstevnum í Føroyum og Finnlandi, og so hevur felagið eisini fingið nýggja heimasíðu. Eisini fekk felagið eina adventsgávu á 50.000 krónur frá Betri í desember. Í januar fekk
barnið, og myndugleikarnir skulu samstarva tvørtur um fakmørk. – So í tí stóra og heila vænta vit, at familjan, sum blívur burtur undir verandi skipan, kemur aftur í aftur, sigur Jørmund Foldbo. Niðanfyri eru [...] ymiskar, almennar myndugleikahurðar at banka uppá fyri at fáa hjálp til síni børn við autismu. – Tað, sum hendir, er at familjan blívur burtur. Man missir familjuna burtur í øllum hurðunum, sigur Jørmund Foldbo [...] fleiri myndir frá tiltakinum í Almannamálaráðnum í morgun, tá ið yvirlýsingin varð undirskrivað. Les eisini: Langi bíðilistin skal styttast Hoyr samrøðu við Jørmund Foldbo við at trýsta á pílin undir myndina
tí valið fer ímóti streyminum. – Við at taka hetta valið, hava vit eisini ávísar avmarkingar. Vit hava bert eina inntøku, og tí brúka vit ikki nógvan pening. Men tað ber til, um ein veruliga vil tað, sigur [...] leið 10 ymiskar mammur, men vit eru eini fýra, sum vitja fast, sigur hon. – Tað er eisini avmarkað, hvussu nógv vita av, at Spælistovan er opin tvær ferðir um vikuna. Hóast vit sakna samvirkan, so er plássið [...] var keðiligt. Tað hevði eisini verið við til, at gjørt tað meir freistandi at verið heimagangandi, hóast eg eisini hava varhuga av, at tað kommunan als ikki kennur tørvin, sum vit hava, tí tey ikki hava
– Vit eru glaðar fyri, at vit fáa umdyst, og hóast ein feilur eisini varð gjørdur frá okkara síðu, var talan um alt ov nógvar feilir, sigur spælandi venjarin hjá VB, Gurið Mortensen. Hon er samstundis [...] hevði tað bara verið VÍF, sum kærdi í staðin: – Laila Jespersen slapp jú at spæla dystin, sjálvt um hon upprunaliga ikki stóð á dómaraseðlinum. Tað var okkara einasti feilur, at vit ikki høvdu sett hana á [...] á seðilin, sigur Gurið. – Eg veit ikki, um vit høvdu væntað at fingið nýggjan dyst, tá vit kærdu, men eitt ella annað stað hevði eg kanska væntað tað, tí eg haldi avgerðina vera fullkomuliga í lagi, tí
okkum. Tað gjørdi tað eisini móti KÍ, har tað var heilt galið, og tað var tað næstan eisini hesaferð. Men móti liðum sum B36 og KÍ er tað eingin, sum væntar at vit vinna. Tað skulu vit gera móti AB, B71 og [...] og Skála, og so fara vit eisini at stjala nøkur stig her og har, sigur Suni úr Hørg, sum eygleiddi seinastu løtuna av dystinum í gjár frá síðulinjuni. -rwd [...] monnum móti 11 gjørdist tað meiri enn trupult, og eg meti, at høvdu vit spælt 11 móti 11 allan dystin, so hevði tað helst enda 2-0, sum var støðan, tá eg fór út, metir Suni úr Hørg. Tískil er hann eitt sindur
krani, sum hjálpir Føroya Banka at skifta vindeygu, forðar ferðsluni gjøgnum býin. Hann finst at býráðnum, sum hevur givið loyvi til hetta, uttan at tikið handlarnar við upp á ráð. – Sjálvandi eiga vit at [...] Mortensen, sum soleiðis tekur í egnan barm. – Men ein og hvør má sleppa at umvæla síni hús, og skal Føroya Banki skifta vindeygu, so mugu teir sleppa tað. Vit vilja gera tað so trivaligt í býnum sum gjørligt [...] Nei, tað passar ikki sum Hans Waag sigur har, og hann er eisini vælkomin oman til mín at tosa við meg um hetta, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
sálarheilsuna hjá ungum í Evropa. Fyri fyrstuferð hava vit drúgvar dátur, ið vísa eina signifikanta øking á mistrivnaðinum hjá ungum, somuleiðis sum vit síggja eina gjógv í mun til atgongdina til hjálp og [...] Lærke greiddi frá, at Headspace eisini er eitt stað, har ung hugna sær við vinum og bara sleppa at vera, sum tey eru, uttan nakað trýst ella væntanir frá øðrum. Øll, sum luttóku í panelinum, vóru samd um [...] trívast og mennast. Hósdagin 20. novembur fer Sinnisbati á fund í fíggjarnevndini í løgtinginum, har vit fara at leggja fram okkara verkætlan at seta á stovn eitt føroyskt ungdómsráðgevingartilboð, sum hevur
tað hevur hann eisini sagt fyrr . – Vit gevast ikki, tí hetta er ikki breytmotorsúkkla og er akkurat tað sama sum ein súkkla við battaríi. Tey eru flutt inn lógliga tvær ferðir, og vit hava goldið toll [...] Ebbi Asgeirsson, sum er maðurin, ið hevur innflutt 50 elrikin rennihjól, sum politiið nú hevur tikið. Argumentið er, at tey eru ólóglig, tí tey eru at samanlíkna við breytmotorsúkklur. – Vit vænta, at hesin [...] sigur hann. – Hetta var ein super byrjan við meira enn 230 túrum upp á ein dag. Vit vilja vera vinir við øll og eisini politiið. Tað er bara skeivt, at hetta er breytmotorsúkkla. Nógv fólk hava skrivað
tit, sum komu á konsert í Tórshavn í gjár. Tað var ein fantastisk uppliving, allur túrurin hevur faktiskt verið ein uppliving, um tað skal sigast, og tað skal tað jú. Vit koma aftur so skjótt, sum vit [...] Niels Uni Dam ---- – Vit hava ferðast nógva staðni kring heimin og spælt tónleik, men tað eru fá støð, ið hava vakt hesar kenslurnar, sum Føroyar hevur. Alt ferðaliðið tosar um at koma aftur, og taka onkran [...] nokk best kann lýsast sum blúsíblástur poppur, varð framførdur sannførandi. Sjálvur sang Thomas og spældi gittar. Hann hevði tveir aðrar gittarleikarar við sær, annar spældi eisini tangentar í summum løgum
Brian Olsen, sum legði EB/Streym á odda í dystinum í gjár, heldur, at hansara lið átti at fingið meiri enn eitt stig burtur úr dystinum. – Vit eiga allan fyrra hálvleik sum hann var, hava fleiri kjansir [...] orsøkina til mista sigurin heldur Brian vera, at EB/Streymur vaknar ov seint. – Og so eru vit eisini óhepnir, haldi eg. Vit spældu betur og burdu fingið trý stig, sigur Brian Olsen hjá EB/Streymi.