fyrra hálvleiki, og teir spældu seg til nógvar góðar støður og fleiri málmøguleikar. At tað bara einaferð í fyrra hálvleiki eydnaðist heimaliðnum at umseta møguleika til mál vísti seg at vera kostnaðarmikið [...] nøgdur við tað, sum hansara menn seinnapartin vístu í fyrra hálvleiki við Margáir. Men tað endaði við, at Víkingur vann 2-1, eftir at EB/Streymur í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0. Tað kendist sum [...] odda eftir deyðbólt og upplegg frá miðverjanum Laurits Norby, og sum fyrri hálvleikur leið hevði EB/Streymur fleiri góðar møguleikar at økja um leiðsluna. Tað kunnu Gutti Dahl-Olsen og Kristian Svabo Eliasen
skunda undir, at privat gera slíkar íløgur, og tað fer at gagna bæði teimum sjálvum og grøna orkuskiftinum. Sambært orkupolitikkinum sum Løgtingið samtykti í 2022 verður miðað eftir, at samlaði mátturin [...] hinvegin? Landsstýrismaðurin svaraði, at Taks hevur mett, at henda sølan eigur ikki at vera roknað sum vinnulig, og tí kann íløgan og keyp av øðrum streymi frá SEV ikki trekkjast frá skattskyldugu inntøkuni [...] n segði eisini, at Landsstýrið hevur tikið málið upp og ætlar at broyta hetta, soleiðis at streymsøla frá smáum sólorkuverkum hjá privatum húsarhaldum skal vera skattafrí. Hetta er at fegnast um, tí uttan
verður tó ikki miðað eftir at seta ein lækna av ávísum kyni. Landsstýriskvinnan sigur, at Heilsutrygd í setanartilgongdini fer at fylgja setanarpolitikki landsins og leggja dent á at seta tann umsøkjaran, sum [...] verður sett, og um arbeitt verður fyri, at kommunulæknaskipanin í Vágum eisini fer at fevna um ein kvinnuligan kommunulækna. Sambært landsstýriskvinnuni hevur samskifti verið millum Heilsutrygd og Vága kommunu [...] kommunulæknum og tvær við kvinnuligum kommunulæknum. Kvinnuligu kommunulæknarnir starvast á Norðskála og í Kollafirði. Borgarar í øllum heilsuøkinum kunnu velja millum kommunulæknarnar í økinum og hava sostatt
skrá, kort og armband útflýggjað, og frá kl. 17.30 til 19.00 ber eisini til at keypa mat og drekka har. Avmarkað atgongd er fyri at tryggja, at pláss er fyri øllum at koma inn at lurta. Endaliga skráin fyri [...] , huldusøgur og tað, sum hendir 'aftanfyri gardinurnar'. Søgugongan endar eins og hon byrjar; í kirkjuni, har Knút Háberg Eysturstein fer at greiða frá um Regin Dahl, og brøðurnir Hans og Høgni H. Debes [...] ið fara at siga frá hesaferð eru Bárður Árnason, Ingolf Joensen, Knút Háberg Eysturstein, Magni Arge, Noomi Reinert, Rani Nolsøe, Ria Tórgarð, Súsanna Tórgarð og Vígdis T. Klein. Vit fara at hoyra alt
##med2## Tað er at vóna, at teir umborð á Pison síggja ta fullu sólarmyrkingina seint seinnapartin í dag. Tað fer sjálvandi at blíva ordiliga myrkt í 2 minuttir ella so, men upplivingin at síggja mánan [...] ng er, so tað verður ikki endurtikið her. Skýloftið oman fyri okkum hevur ikki verið til vildar higartil, at vit fara at síggja nakað serligt. Samdrigið og regn ella ælaveður. Veðrið fer at batna seinnapartin [...] liggja á leiðini, har sum full sólarmyrking fer at verða eina løtu áðrenn klokkan 18. Onkur av manningini hevur minst til at taka brillur við, so at tað ber til at síggja sólarmyrkingina. Eisini teir hava
Svøríki fer at lata Ukraina eitt russiskt skuggaskip, sum Svøríki hevur lagt hald á. Skuggaskip eru skip, sum russar brúka í royndini at sleppa uttan um revsitiltøkini hjá Evropa - eftir russisku innrásina [...] eigari av skipinum. Kæran snúði seg um at steðga svensku ætlanini um at lata Ukraina farmaskipið, soleiðis sum krígsherjaða landið hevur biðið um. Nú verður tað so Ukraina, ið fær skipið, sum Svøríki hevur [...] Ukraina. Svensku myndugleikarnir løgdu hald á farmaskipið í mars í ár. Ukrainskir myndugleikar vilja vera við, at skipið sigldi við korni, sum er stolið í hersettum økjum í Ukraina. Hetta framgongur av rættarskjølum
Ríkisdagnum, og samstundis eru kommunu- og regiónsval. Nýggjasta Verian-kanningin fyri svenska kringvarpið SVT vísir, at teir fýra andstøðuflokkarnir – Sosialdemokratarnir, Vänsterpartiet, Miljöpartiet og Centerpartiet [...] Verian-kanningini fáa Sosialdemokratarnir 30,5 prosent. Sverigedemokraterna og Moderaterna kappast um at vera næststørst og um leiðsluna á høgraveinginum. Ein onnur nýggj kanning, sum Novus hevur gjørt [...] Kristersson uttan sjálvir at hava ráðharrar. Men Kristersson hevur nú latið upp fyri, at Sverigedemokraterna kunnu gerast partur av einari komandi stjórn. Tað hevði verið fyrstu ferð, at flokkurin fekk beinleiðis
vísir á, at nógvar spennandi verkætlanir eru í gongd í løtuni, og tað er um dagarnar sera hugaligt at vera ein partur av býráðnum og seta kósina í Sundalagnum. - Ert tú eisini áhugað/ur at seta búgv í [...] Lyklatøl staðfesta, at áhugin at seta búgv í Sunda kommunu í løtuni er sera stórur, og tað gongur væl í kommununi. Hetta verður staðfest við fólkatalinum, søluni av grundstykkjum og skattainntøkunum higartil [...] eisini aftur í til og fráflytingini nøkur ár aftaná. 1. august 2023 var fólkatalið í Sunda kommunu tað hægsta nakrantíð, tá búðu tað 1.851 fólk í kommununi. - Síðan fór fólkatalið at minka, og 1. oktober 2025
niður í umleið 10 stig í kvøld. Tímabýtta veðurforsøgnin siga, at tað kunnu vera nøkur æli seinnapartin. Tó verður talan bert um lítið avfall, og frá umleið klokkan 19 verður væntandi turrari. Vindurin minkar [...] Veðurforsøgnin bendir tó á, at veðrið batnar, sum kvøldið líður, og at longri verður ímillum ælini. Sambært Veðurstovuni verður lot til frískt lot av suðri, 3 til 8 metrar um sekundið, í støðum upp í 10 [...] til 7 metrar um sekundið. Sambært Veðurstovuni verður í kvøld og í nátt samdrigið við onkrum einstøkum æli í støðum, men nógv bendir á, at festivalgestir fáa betri umstøður til konsertirnar seinni í kvøld
í Søldarfirði kann vera ein vandi, um eitt akfar av misgáum koyrir upp á ferðoynna, har skeltið stendur. Tað heldur Sámal Bláhamar, sum hevur vent sær til Landsverk við áheitan um at kanna uppsetingina [...] hámarksferðin verður lækkað úr 80 og 60 niður í 50 kilometrar um tíman. Á myndini sæst, at skeltið stendur á einum lutfalsliga tjúkkum galvaniseraðum stálrøri, sum tykist vera stívt fest niður í oynna. Rørið [...] geva eftir ella brotna við samanstoyt og harvið kunnu minka um avleiðingarnar, um eitt akfar rakar tær. Sámal Bláhamar heitir á Landsverk um at kanna uppsetingina og meta um, hvørt ein eftirgevilig skeltastong