Skrivstovan skal fyrisita skiftislestur og skiftisstørv hjá bæði føroyskum og útlendskum lesandi og starvsfólkum. – Tað er avgerandi, at ársverkini á Altjóða skrivstovuni verða samsvarandi arbeiðsbyrðuni, sum [...] ikki til at siga, hvussu nógv ein føroyskur Erasmus+-limaskapur fer at kosta. Sambært landsstýrismanninum verður fulli kostnaðurin ikki kendur, fyrr enn formligu samráðingarnar eru lidnar. Tað verður væntandi [...] arbeiða við at tryggja, at mannagongdirnar fyri lesandi og starvsfólk, sum koma til Føroya ella fara av landinum, lúka evropeisku krøvini. Setrið skal eisini taka støðu til, hvørji fak og útbúgvingarøki
t á odda aftaná gott upplegg frá Sebastian Pingel. Tá 57 minuttir fekk Odd tillutað eitt brotsspark, har bólturin rakti hondina hjá Ole Enersen hjá Strømsgodset. Tað var um reppið, at Mattias bjargaði [...] sníkti seg inn í málið. HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Hæddarpunktini síggjast niðast. Strømsgodset er fjórðfremst í deildini við 42 stigum. Kongsvinger og Haugesund eru fremst við 46 stigum [...] Ígjár leiktu landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset dyst á útivølli móti gamla liðnum hjá Gilla Rólantssyni, Odd í Skien. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. 12 minuttir
vatnflóð. Fólk verða biðin um at halda seg innandura, um tað ikki er neyðugt at fara út, og halda seg burtur frá fjallaøkjum og áum. Ódnin Dolphin flutti seg týsdagin longri inn yvir land og inn í miðkinesiska [...] verður roknað við, at regnið av álvara fer at gera um seg týskvøldið og heldur fram til hósdagin. Veðurstovan í Beijing væntar meira enn 100 millimetrar av regni eftir seks tímum og meira enn 150 millimetrar [...] Ferðavinnuøki eru stongd, og byggiarbeiði er steðgað. Sambært Reuters er Dolphin harðasta ódnin, sum hevur rakt Kina í ár. Meira enn 1.000 neyðskýli eru latin upp. Fleiri túsund flogferðir og hundraðtals ferjuferðir
liðugt enn. Tað gongur rætta vegin, og tað verður vónað, at ÍF fer at spæla í Fuglafirði um tvær vikur, tá ið mótstøðuliðið verður FC Hoyvík. Í dag vann ÍF 9-3 ímóti næstbesta B36 liðnum. Tá ið tað var hálvleikt [...] ár hjá 23 ára gamla Jóan Peturi Jónsson, og hetta var sætta ferðin í ár, at Ruben Møller-Nielsen var málskjútti. Og so var tað, at Martin Klein Joensen fór at gera um seg. Tíggju minuttir undan steðginum [...] Thomsen uppleggið, og í triðja førinum var tað Ruben Møller-Nielsen, sum legði upp. So sá tað út til at verða heilt ljótt hjá B36. Men síðsta stóra hálva tíman skoraði B36 trý mál, og ÍF vann 9-3. Stefan
gjøgnum Runavík og Rituvík, til Toftir og gjøgnum Eysturoyartunnilin til Strendur. Løgreglan stýrir, nær tunnilin verður stongdur og latin upp aftur. Landsverk skrivar, at ferðandi verða biðin um at vísa varsemi [...] varsemi og rokna við seinkingum, meðan kappingin fer fram. Tilbúgvingarakfør sleppa altíð ígjøgnum. Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon (SST) skipar fyri kappingini. [...] frá umleið klokkan 11 til 11.30 og seinnu ferð umleið klokkan 12.15 til 13. Tíðirnar kunnu broytast alt eftir gongdini í kappingini. FM-kappingin byrjar á Skála klokkan 10 og gongur millum annað eftir Sk
bryggju í Klaksvík, og í dag fáa føroyingar seinasta høvið at vitja skipið, áðrenn tað fer av landinum. Skipið, sum føroyingar best kenna sum gomlu Norrønu, er nú eitt altjóða trúboðaraskip og hevur heimsins [...] klokkan 14 lata bókasølan og kaféin upp. Í bókasøluni eru túsundatals bøkur til bæði børn og vaksin. Úrvalið fevnir millum annað um barnabøkur, skaldskap, vísindi, søgu, mál, matgerð og kristnar bøkur. Frá klokkan [...] Manningarfólk av Logos Hope fara eisini í land at vitja kirkjur og samkomur kring landið. Í Betesda í Klaksvík vitja tey sunnudagsskúlan klokkan 12.30 og evangeliska møtið klokkan 18. Vitjanin endar klokkan
siga, um stjórnin nú fer at arbeiða fyri formliga at taka umsóknina aftur. Fólkaatkvøðan í gjár varð hildin, eftir at útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um toll og Grønland hava elvt til [...] kalla úrslitið av fólkaatkvøðuni um ES eitt afturstig. Hon kallar tað heldur ein sigur fyri fólkaræðið. Tað skrivar tíðindastovan AFP, eftir at íslendingar hava atkvøtt um, hvørt landið skuldi taka samráðingarnar [...] staðfesti samstundis, at stjórnin ikki fer víðari við samráðingunum um ES-limaskap í hesum stjórnarskeiðnum. Úrslitið av fólkaatkvøðuni var ikki bindandi, men stjórnin hevði frammanundan lovað at virða viljan hjá
Týsdagin fer KÍ við leiguflogfarið til Póllands, og tað verður roknað við, at ferðalagið verður aftur í Føroyum fríggjadagin. So verður hvíld og fyrireiking til HB dystin í Klaksvík mánakvøldið, og so verður [...] hósdegnum og fram til sunnumorgunin verður ársins Summarfestivalur. Skráin segði, at tað fríggjakvøldið verður landskappingardystur í Meistaradeildini hjá monnum millum KÍ og HB. Soleiðis verður tað kortini [...] kortini ikki. At KÍ framvegis er upptikið í Europa er orsøkin til, at dysturin millum KÍ og HB er fluttur til mánakvøldið 10. august. Nú hóskvøldið fer KÍ at spæla í UEFA Europa League á útivølli í Póllandi
kort og armband útflýggjað, og frá kl. 17.30 til 19.00 ber eisini til at keypa mat og drekka har. Avmarkað atgongd er fyri at tryggja, at pláss er fyri øllum at koma inn at lurta. Endaliga skráin fyri [...] , huldusøgur og tað, sum hendir 'aftanfyri gardinurnar'. Søgugongan endar eins og hon byrjar; í kirkjuni, har Knút Háberg Eysturstein fer at greiða frá um Regin Dahl, og brøðurnir Hans og Høgni H. Debes [...] Debes fara at framføra nakrar av fólkakæru sangunum hjá Regini. Síðani verður farið upp á gólv í hugnaliga gamla skúlanum, og tað er Kári Sverrisson, ið skipar dansin. Í bygdasalinum í skúlanum verða skrá,
Kross-handilin, og her verður oksakjøt, rómabakað epli og alt tilhoyri. Frá klokkan 17 til langt út á kvøldið verða fleiri konsertir við kendum nøvnum, og her verða eitt nú Lív og Tróndur, eins og Jens Marni [...] við báli og hugna við skótabólkinum, Nykursrósa. Tiltakið verður frá klokkan 17 til 19, og her fara tey bæði at grilla sneisabreyð og spæla ymisk skótaspøl. Í morgin fer Café Retro eisini at hava opið [...] Dyrnar verða latnar upp klokkan 17, og her verður opið til klokkan 22. Klokkan 10 leygarmorgunin bjóðar Sands kommuna øllum til ókeypis morgunmat á Bókasavninum, og her verður høvi at sita og fáa sær