brúka hann. Tildømis á festivalum og túsundtals fólk standa lið um lið og syngja ein sang, sum øll kenna. Tá felagssangurin rungar á ólavsøku, og børn, foreldur, ommur og abbar syngja teir somu sangirnar [...] fylt salin og kortini ikki kanst liva av arbeiðinum. „Men tónleikarar hava jú Spotify“ Jú. Og akkurát Spotify er eitt gott dømi um, hvussu nógv tónleikavinnan er broytt. Fyrr keyptu vit fløgur og plátur. [...] góðsku og lágan prís. Vit vilja hava tónleikin. Vit vilja hava festivalarnar. Vit vilja hava felagssangin. Vit vilja hava teir føroysku sangirnar, sum børnini læra, og sum vit sjálvi standa og syngja við