at tey ynsktu, at virðing varð víst privatlívinum hjá teimum, sum tikið varð til. Sagt verður um Jorge Messi, at hann hevur havt stóran týdning fyri fantastisku yrkisleiðina hjá soninum og fótbóltsúrmælinginum
gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um útlitini fyri næstu viku. Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er á Íslandsrygginum og fiskar tosk. Teir [...] byrjaður nýggjan túr, og ein frystitrolari er eisini til fiskiskap, verður lagt aftrat. Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru norðanfyri. Teir fáa tosk og hýsu og nakað av flatfiski. - Allir trolbátarnir [...] landa í vikuni. - Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, siga tey á Fiskamarknaði Føroya um útlitini fyri komandi viku.
um hesi evni, sum eru teimum so umráðandi. Magdalenuvaskaríini hjá katólsku kirkjuni í Írlandi hava verið avdúkað fyri at fjala veruleikan handan múrarnar. Vaskaríini vóru heim fyri ungar gentur, sum vóru [...] vóru vorðnar við barn og tí duttu niðurímillum forfjónaðar. Katólska kirkjan segðist taka sær av teimum, men veruleikin var lítið tespiligur. Uni Holm Johannesen og Bergljót av Skarði, sum týddi bókina,
mtyktir eitt nú tann frá 1984, sum ásetti, at Føroyar skulu haldast uttan fyri ósemjur landanna millum og at sýtt verður fyri, at stríðsútgerð verður goymd á føroyskum øki. Løgtingið lýsti eisini við hesari [...] økist vandin í trá við at tøkniligu menningina av kjarnorkuvápnum, niðurlaging av eftirlitinum av teimum og spentu geopolitisku støðuni. Í 2017 samtyktu flestu av londunum í ST sokallaða TPNW sáttmálan [...] sáttmálan, harav 75, ið hava sett hann í gildi. Tað er hugvekjandi men eisini ófrættakent, at einki av teimum 9 londunum, ið hava kjarnorkuvápn, og ei heldur NATO limalondini, hava undirskrivað TPNW sáttmálan
skal ChatGPT í størri mun stuðla undir læringina hjá teimum ungu í skúlanum heldur enn bara at geva teimum liðug svar. Ann O’Leary, varastjóri fyri altjóða politikk hjá OpenAI, sigur í samrøðu við bretska [...] tryggja, at vit møta teimum á rætta menningarstigi, so vit hvørki tosa niður til teirra ella viðgera tey sum børn, sigur hon. Nýggja útgávan skal eisini tryggja, at ung ikki verða útsett fyri innihaldi, sum [...] sum ikki er hóskandi fyri tey. Aldurin verður mettur OpenAI staðfestir ikki aldurin hjá brúkarunum við samleikaprógvi. Í staðin brúkar felagið eina skipan, sum metir, um ein brúkari er yngri enn 18 ár. Metingin
Klevang og Johan Mortensen hava stovnað. Felagsskapurin fer at arbeiða fyri at menna vinnuliga føroyska rúmdarvinnu og at skipa fyri tiltøkum, sum kunnu økja um kunnleikan til møguleikarnar á rúmdarøkinum [...] Føroyum. Fyriskipararnir vísa á, at landafrøðiliga støða Føroya kann geva landinum ein leiklut í teimum íløgum í rúmdarøkið, sum væntast í Norðurhøvum og Arktis komandi árini. Heitið Spaceport Norðoyggjar
hava langan ferðaveg til undirvísingarstaðið, og tí heldur ráðið, at tørvur er á at tryggja teimum møguleika fyri ferðastuðli. Ætlanin er at broyta tvær ásetingar í kunngerðini um lestrarstuðul. Listin yvir
komandi árini, verður spurt, hvussu byggjast kann við góðum arkitekturi og burðardyggum loysnum. Í teimum fýra sendingunum verður vitjað hjá einum arkitekti hvørja ferð. Tey greiða frá egnum bústaði, vísa [...] Bústaðir hava bygt, er eitt gott dømi um væl eydnaða bústaðarbygging. Sambært henni er hædd tikin fyri góðum arkitekturi, fólk eru raðfest fram um bilarnar, flestu bústaðirnir hava útsýni og atgongd til
frá teimum. Filmsbókin finst á føroyskum og enskum og kann sostatt geva føroyingum og útlendingum eitt greitt yvirlit yvir førleikar og tænastur sum finnast í Føroyum og styrkja møguleikarnar fyri sam [...] samframleiðslur um altjóða filmsframleiðslur og førleikamenning fyri filmsfólki. Filmsbókin er eitt livandi yvirlit har filmsfólk sjálvi stovna og dagføra sínar upplýsingar. Filmshúsið góðkennir innihaldið
stig aftur til B68, sum av álvara er í vanda fyri at flyta niður. Um tað skal eydnast B68 at sleppa undan niðurflytingini, so skulu toftamenn í sjey teimum síðstu umførunum vinna fimm stig fleiri enn Skála [...] B36 og AB og á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tað er møguleiki fyri hjá toftamonnum at skava nøkur stig saman, men tað er eisini møguleiki fyri, at toftamenn ikki fara at vinna úrtøku, og at teir harvið vera [...] Hetta var annar sigur á rað hjá skálamonnum, sum hava vunnið fulla úrtøku, síðani teir skiftu venjara. Fyri einari viku síðani var tað hjálparvenjarin Ari Ó. Ellingsgaard, sum hevði ábyrgdina og hevði eldhugaða