fyri Taiwan og fer inn á skipasmiðju í Kina til kanningar. Áðrenn hesar kanningar eru gjørdar, ber ikki til at siga, nær skipið fer undir sigling aftur. Sjálvsagt harmast vit á Smyril Line um, at nýggja [...] tíðindaskrivi frá Smyril Line verður skrivað: Seinnapartin í dag 2. september, var ein hending umborð á nýggja farmaskipinum Skipanes hjá Smyril Line. Ein eldur tók seg upp í maskinrúminum men hann bleiv [...] óhappi. Men samstundis fegnast vit um, at eingin er komin til skaða og at øll manningin hevur tað gott. Tey avvarandi eru kunnaði um hendingina. Vegna Smyril Line Jens Meinhard Rasmussen, forstjóri
Vitjaðu víða á ferðini Kims Reinert Lamhauge og Jóhanna Petersen vísa á, at Vinding-vinkonurnar vitjaðu í Sandoynni, har tær vóru inni á Spinnarínum við Ánna í Skopun og á Listasavninum á Sandi. - Vit [...] Føroyum á hesum sinni, og tá var shopping á skránni. - Farið varð við bussi á flogvøllin klokkan 17 - eftir nakrar góðar dagar her í Føroyum saman við góðum vinfólkum, sum vit komu at kenna á Vinding [...] sera áhugaverda rundvísing á báðum støðum, og á veg aftur til Havnar varð steðgað í Kirkjubø til fyrilestur í Roykstovuni. Tær siga, at ferðalagið vitjaði í Eysturoy týsdagin á Føroyatúrinum. - Her gingu
føroyskan tónleik, tá vit brúka hann. Tildømis á festivalum og túsundtals fólk standa lið um lið og syngja ein sang, sum øll kenna. Tá felagssangurin rungar á ólavsøku, og børn, foreldur, ommur og abbar syngja [...] felagssangin á ólavsøku. Tá Hoydalar verður víst í sjónvarpinum. Vit fegnast, tá føroyskir tónleikarar gera vart við seg uttanlands. Vit vilja hava nýggjar sangir, góðar konsertir og føroysk nøvn á stóru pallunum [...] rokningina, og sum oftast endar hon hjá teimum, sum standa á pallinum. Lat okkum fylla ein sal Lat okkum taka eitt einfalt dømi. Ein konsert á Reinsarínum hevur pláss fyri 150 fólkum. Atgongumerkið kostar
bjóðar kaffi og køku til tey vaksnu, og okkurt gott verður eisini til børnini. Klaksvíkar Hornorkestur fer at luttaka og fer at seta sín dám á løtuna. - Klokkan 17 fer barnakórið á Skúlatrøð at syngja, og [...] almenninginum umborð á Logos Hope. - Tá fáa gestir høvi at uppliva skipið og vitja stóru flótandi bókasøluna. Logos Hope verður liggjandi í Klaksvík til sunnudagin 6. september, vita tey í Klaksvíkar kommunu
ferkilometrar – ella nærum níggju ferðir samlaða víddina av Føroyum. Serliga stór brunnin øki vóru á Iberisku hálvoynni, í sunnara parti av Fraklandi, Italia, Grikkalandi, Balkanlondunum, Ukraina og Algeria [...] Kortið hjá Copernicus fevnir um eldar, sum hava rakt øki størri enn 30 hektarar. Stóru sirklarnir vísa tey størstu brunnu økini, meðan smærri øki eru merkt við appilsingulum. Tilsamans vóru 19 eldar, sum hvør [...] enn 10.000 hektarar. Tað svarar til í minsta lagi 100 ferkilometrar fyri hvønn eld. Uppgerðin byggir á upplýsingar frá European Forest Fire Information System, EFFIS, sum er partur av tilbúgvingartænastuni
bólkinum kunnu søkja um varandi uppihaldsloyvi, tá tey hava búð lógliga í Føroyum í meira enn sjey ár. Tey skulu í einari integratiónssamrøðu vísa á, at tey hava ognað sær kunnleika í føroyskum máli umframt [...] staðið eina føroyska málroynd á einum ávísum stigi, áðrenn teir kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari upp á ein grein 52a-fyrispurning frá [...] treytunum verður sambært svarinum, at útlendingurin skal hava staðið roynd í føroyskum sum annaðmál á einum ávísum stigi. Eingin málkrøv við familjusameining Í dag eru í høvuðsheitum tveir bólkar av útlendingum
greiðar bæði fyri kommunulæknarnar og tey, sum venda sær til læknavaktina. Ymiskar reglur kunnu galda Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Jóhannis Joensen á, at læknavaktin í 1870 er ætlað teimum [...] Útlendingar, sum hava tørv á hjálp, eiga somuleiðis at fáa greið boð um síni rættindi og um møguligar útreiðslur. Við vaksandi ferðavinnu heldur hann, at tað er hóskandi at fáa greiðu á, hvussu skipanin virkar [...] teimum, sum brádliga gerast sjúk ella hava tørv á læknahjálp uttan fyri vanligu viðtalutíðirnar hjá kommunulæknunum. Hetta fevnir eisini um útlendingar, sum eru fyribils í Føroyum, eitt nú ferðafólk. Rætturin
september mánað vitja tey heima í Føroyum, her tey gista í Klaksvík. Mikukvøldið verða tey í Betesda og greiða frá tænastuni, tey standa í, har høvi eisini verður at heilsa uppá tey afturvið einum drekkamunni [...] Tíðindaskriv: Á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 fara Liz og Ragnar Niclasen at greiða frá tænastu teirra fyri HARRAN á Filipsoyggjunum. Liz og Ragnar Niclasen virka sum trúboðarar á Filipsoyggjum [...] gur, fór í 1974 á bíbliuskúla hjá New Tribes Mission (NTM) í USA og helt síðan fram á trúboðaravenjingarskúla í Kanada. Har møtti hann konu síni, Liz, sum er úr Kanada. Haðani fóru tey í fulltíðartænastu
Niels Midjord 20.00 - 21:00 Fuglafjarðar kirkja: Setan av Mentanardøgunum – ”Kom og set ljós á tey farnu”. Bárður á Lakjuni, mentamálaráðharri setir Mentanardagarnar. Fleiri tónleikainnsløg. Aftaná verður [...] Signar í Homrum og John Johansen spæla út á náttina Leygardagur 5. sept. 10.00 Sandurin: Felagssvimjing. Hug at svimja á sjónum? Hittast í ’Svimjikonuneystinum’ á sandinum 10.00 - 14.00 Miðstaðarlundin: [...] tulka Niels Midjord 16.00 - 19.00 Ítróttarhøllin á Kambsdali: Flog hevur tilmeldingardag við kaffi og køku. Amboðini eru frammi, og kappingarliðið leggur lag á. 17.00 Kirkjan: Familjumikudagur við góðum orði
Brandur og Elias vóru tey mest umtóktu dreingjanøvnini hjá børnum, sum vórðu fødd í Føroyum í 2025. Sjey dreingir fingu hvørt av nøvnunum, vísir nýggj uppgerð frá Hagstovu Føroya. Næst á listanum kemur Gilli [...] umtóktu dreingjanøvnini í fleiri ár. Sambært Hagstovuni hava bæði nøvnini tvær ferðir áður ligið ovast á listanum, millum annað í 2023. Síðani 1985 hava 136 dreingir fingið navnið Brandur og 101 navnið Elias [...] nýggj nøvn hava vunnið fram, eru eisini fleiri klassisk føroysk nøvn framvegis væl umtókt. Millum tey mest brúktu í 2025 vóru Jákup, Jónas, Lukas, Mattias, Rókur og Heri. Hvørt av hesum nøvnunum varð givið