í gjár eina røð av treytum fyri USA. Millum annað krevur Iran, at amerikanski flotastongsilin og revsitiltøkini móti Iran verða avtikin, at amerikanskar herdeildir taka seg úr økinum kring Iran, og at [...] lata upp aftur fyri ferðsluni gjøgnum Hormuzsundið. Tann avtalan er síðani kollsigld, og álop á skip í sundinum halda fram. Leygardagin skuldsettu Sameindu Arabisku Emiratini Iran fyri enn eitt álop á [...] heimsins olju- og gassflutningi gjøgnum smala sundið millum Iran og Oman. Ósemjan um Hormuzsundið tók seg upp fyrst í mars, eftir at Ísrael og USA høvdu lopið á Iran. Iran svaraði aftur við at stongja sundið
Analyseinstitut, IDAN, hevur gjørt fyri Ítróttasamband Føroya. Greiningin kemur eftir nøkur ár við fleiri stórum føroyskum úrslitum. Hondbóltslandslið hava spælt seg til EM- og HM-endaumfør, U21-landsliðið [...] Teir staðfesta, at sterkur felagsskapur, sjálvboðið arbeiði, eldhugi og evnini at laga seg hava havt stóran týdning fyri føroysku úrslitini. Men føroyska úrvalsskipanin hevur eisini veikleikar. Fyrisitingarliga [...] samstarva meira strategiskt við onnur Norðurlond og halda fram við arbeiðinum at kanna møguleikarnar fyri IOC-góðkenning. ÍSF og Úrval fara nú at arbeiða víðari við niðurstøðunum og við, hvussu tilmælini
tri. Hon vil eisini hava at vita, hvørji ítøkilig átøk verða sett í verk fyri tey, sum eru í gongd við ella ætla at útbúgva seg til serpsykolog. Bert eitt serlæknastarv mannað Sambært Sjúkrahúsverkinum [...] serfrøði á økinum. Útbúgvingin til serpsykolog er ein fýra ára víðari útbúgving fyri sálarfrøðingar, sum vilja sergreina seg innan antin psykiatri ella barna- og ungdómspsykiatri. Spyr um pengar úr serligari [...] útgreining og viðgerð. At enda spyr hon, um landsstýriskvinnan ætlar at seta ítøkilig átøk í verk fyri at stytta bíðitíðirnar í psykiatriini. Trot á serlæknum hevur í nógv ár verið ein avbjóðing. Sambært
føroysku tilbúgvingina á rúsevnaøkinum. Tað snýr seg fyrst og fremst um heilsu og trygd og um, at vit skulu kunna handla, tá nýggj og vandamikil evni vísa seg, sigur landsstýriskvinnan. Verða uppskotini samtykt [...] Arbeiðið við at yvirtaka málsøkið rúsandi evni er komið so væl áleiðis, at lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið í morgin – fríggjadagin 28. august 2026. Endamálið við yvirtøkuni er, at føroyskir myndugleikar [...] menningini á rúsevnamarknaðinum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen. Heilsu- og orkumálaráðið hevur staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum og hevur eisini gjørt lógaruppskotið, sum ásetur, hvussu heimildir og skyldur
var triðja málið hjá nigerianska álopsspælaranum í ár. Eftir steðgin gekk tað eitt sindur meiri fyri seg á 07 Vestur hálvuni, enn tað gjørdi á heimahálvuni, men uppløgdu møguleikarnir vóru fáir og smáir [...] – á sjeynda plássi við 21 stigum. EB/Streymur, sum hevur 20 stig, fer í annaðkvøld at seta punktum fyri hesum umfarinum ímóti KÍ í Klaksvík. Tey trý, sum undan hesum umfarinum vóru niðast á støðutalvuni [...] ni, har hann ikki hevur skorað mál í meiri enn trý ár. Eitt korter eftir, at 07 Vestur hevði lagt seg á odda, svaraði heimaliðið aftur. Málskjútti var Maxwell Effiom, og uppleggið átti Sebastian Larsen
fór ein persónbilur út av vegnum oman fyri Vestmanna. Bilurin var á veg úr Vestmanna niðan móti Gassadali, tá ein seyður leyp út fyri bilin. Bilurin endaði oman fyri vegin. Nógvur mjørki var um Vestmanna [...] sambandi við regattuna varð ein persónur skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar og fær bót. Viðkomandi var nakað ov nógv ávirkaður av rúsdrekka og bar seg ófantaliga at. Annars hevur lítið verið hjá løgregluni
høllini í München.Magdeburg vann dystin greitt 38-31. Í steðginum var Magdeburg á odda 20-15. Hákun stóð seg tó væl. Hann skoraði sjey mál upp á átta málroyndir. HER ber til at síggja ein samandrátt upp á meir
Mjällby var fyri einum skrædli í bestu svensku fótbóltsdeildini. Á 3 Arena leikvøllinum í Stokkhólmi tapti Mjällby stórt 0-4 fyri Djurgården. Heimaliðið brúkti bert 26 minuttir um at leggja seg á odda 3-0
Spinnarínum í Klaksvík arbeiða tey fyri at broyta hesa gongdina. Har verður ullin vaskað, reinsað og spunnin við nýmótans maskinum. Ullin frá hvørjum seyði verður hildin fyri seg, so sambandið við seyðin varðveitist [...] varðveitist allan vegin fram til lidna úrslitið. Í summar hevur Spinnaríið fyri fyrstu ferð havt fastar upplatingartíðir. Bæði føroyingar og útlendingar hava vitjað, og fleiri hava sjálv fingið hendurnar
byrja mikudagin 2. september og halda fram til og við sunnudagin 6. september. Á skránni verður okkurt fyri allar aldursbólkar og áhugamál. Siðvandu og væl umtóktu tiltøkini verða sjálvsagt aftur í ár – millum [...] laksurin og stóra konsertin um kvøldið. Harumframt verða fleiri nýggj og spennandi tiltøk at gleða seg til, skrivar vestmanna.fo.