mánaðarbløð ikki sleppa undan MVG eins og tíðindabløð, og um ætlanin er at broyta lógina. Aksel V. Johannesen hevur svarað, at hann ætlar at kanna møguleikan. Hetta er eitt upplagt høvi at taka kjakið [...] spurningin um at strika MVG av føroyskum mánaðarbløðum, er tað upplagt at spyrja: Hví ikki eisini hyggja at MVG á konsertatgongumerkjum? Astrið Breckmann hevur spurt landsstýrismannin í fíggjarmálum, hví [...] setur orðið útselt eitt sindur í perspektiv. Tí útselt merkir ikki neyðturviliga, at tað gongur væl fíggjarliga. Tað kann merkja, at tú hevur fylt salin og kortini ikki kanst liva av arbeiðinum. „Men
seinkaðar flogferðir í dag og í gjár, eru broytingar gjørdar í dystarskránni til Wenzel Nordic Cup í kvøld. - Ein ferð til Føroya við forðingum. Okkara sebrur (kelinavnið hjá THW Kiel red.) áttu at verið frammi [...] veðrið í heimlandinum hjá Eliasi (á Skipagøtu red.) livir upp til sítt ryktið. Tann nógvi mjørkin hevur órógvað okkara ferðaætlanir. Hetta er ikki ein ókendur trupuleiki á Vága Floghavn. Vegna tess, at fl [...] avbjóðandi at lenda har. GOG og Valur hava eisini havt trupuleikar við at koma fram . Soleiðis skrivar THW Kiel á facebookvanga sínum. Dysturin millum Valur og GOG er útsettur til klokkan 20.00 í kvøld.
annað. Men samanhangurin eigur at fáa okkum at steðga á. PISA snýr seg ikki bara um, hvørt næmingar duga at minnast fakta. Kanningin roynir eisini at máta, um tey duga at nýta vitan, meta um upplýsingar [...] kanna, um hon heldur. Tað er ikki nóg mikið at læra fleiri fakta Svarið er tí neyvan bara fleiri tímar í náttúruvísindum ella fleiri fakta at minnast. Næmingar eiga í størri mun at læra, hvussu vitan verður [...] miðaltalið er um 40 prosent. Í Svøríki eru 37 prosent samd í útsøgnini, í Danmark og Noregi 39 prosent, í Finnlandi 46 prosent og í Íslandi 48 prosent. Føroyar liggja við sínum 59 prosentum millum tey umleið
skipast í einari vitlíkis-tíð, heldur enn bert at seta eftirlitstiltøk í verk. Danska stjórnin boðar samstundis frá, at fleiri átøk eru á veg, og at ein landsfevnandi strategi fyri nýtslu av vitlíki í skúla- [...] gerast. Hetta er fyrstu ferð, at ein heilur árgangur av studentum hevur havt atgongd til vitlíki gjøgnum alla sína miðnámsútbúgving. Fleiri kanningar og frágreiðingar hava í seinastuni víst á, at hetta hevur [...] eina skundpakka við trimum átøkum fyri at basa misnýtslu av vitlíki á gymnasialu útbúgvingunum í Danmark. Ein av størstu broytingunum er, at skúlar skulu taka í nýtslu skipanir, sum hava eftirlit við
herskip í økinum. Wall Street Journal veit at siga, at tað eydnaðist ikki iranum at raka amerikansku skipini í álopunum. Iranska kollveltingarhirðin hevur í dag hótt við at leypa á skip, sum liggja í havn [...] smálutirnar í hesum álopinum. Ónevndar amerikanska keldur vátta yvirfyri Reuters, at USA í dag hevur lopið á fleiri iransk tangaskip, og USA sigur, at hetta er svar upp á, at Iran hevur roynt at leypa á fleiri [...] vita, at eingin av manningini er deyður, eingin hevur fingið løstir, men at manningin er farin av skipinum. Almenna iranska tíðindastovan IRIB visti nakrar tímar eftir amerikanska álopið at siga, at USA
undan kavi, at samgongan er ósamd um ferðavinnulógina. Í ískoytinum til ólavsøkurøðuna verður boðað frá, at lógin um burðardygga ferðavinnu eigur at verða endurskoðað. Samstundis verður nevnt, at burðardy [...] takast av, og at bøndur skulu fáa møguleika at taka gjald frá ferðafólki. Tá Løgtingið umrøddi røðuna í morgun, segði Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, at flokkurin ynskir at broyta lógina [...] nakra samgonguavtalu um at broyta ferðavinnulógina. – Hetta er ikki avtalað í samgonguskjalinum, og so vítt eg veit, hevur málið hvørki verið fyri landsstýrið ella verið viðgjørt í samgonguni, sigur hann
og hvussu hetta verður gjørt í verki. Harumframt vil hann hava upplýst, hvussu kommunulæknin verður samsýntur fyri at veita útlendingum læknahjálp í læknavaktini, og hvør ber útreiðsluna í teimum førum [...] eiga at hava greiðar reglur at halda seg til. Útlendingar, sum hava tørv á hjálp, eiga somuleiðis at fáa greið boð um síni rættindi og um møguligar útreiðslur. Við vaksandi ferðavinnu heldur hann, at tað [...] kvinnu í heilsumálum, ein grein 52a-fyrispurning um málið. Hann vil millum annað hava at vita, hvørjar reglur galda, tá útlendingar, sum eru fyribils í Føroyum, fáa hjálp frá læknavaktini. Løgtingsmaðurin
vísti tó, at foreldur taka væl undir við, at børnini verða koppsett. Kortini er ein alt størri partur, sum av onkrari orsøk ikki fær hetta í lag. Nýggja áminningarskipanin fer at virka soleiðis, at foreldur/verjar [...] sjáldsamar í Føroyum, so eru tær til aðrastaðni, eisini í Evropa. Tí kunnu sjúkurnar taka seg upp aftur í Føroyum, um vit ikki halda fram at koppseta. Tilmældar koppsetingar Heilsustýrið mælir til, at børnini [...] Heilsustýrið væntar, at hetta fer at økja um talið á børnum, ið fáa barnakoppsetingar rættstundis. Heilsustýrið hevur fleiri ferðir ávarað um, at undirtøkan fyri tilmældu barnakoppsetingunum er minkandi
Pólska liðið lendi ikki í Vágum fyrrenn seinnapartin í gjár, og klaksvíkingar undraðust og vóru vónbrotnir, tá ið UEFA seinnapartin í gjár gjørdi av, at dysturin varð útsettur til í kvøld. Í kvøld sóu gestirnir [...] tað greitt, at pólska liðið heldur fram í UEFA Europa League. KÍ hevur ein møguleika eftir at spæla seg í europeiskt bólkaspæl. Tað verður í UEFA Conference League. Fyrri dysturin verður í Kaksvík hóskvøldið [...] stórur sigurin fór at verða. KÍ hevði ikki marginalirnar á sínari síðu í sambandi við deyðbóltar, og tað eydnaðist ikki, tá ið fleiri av KÍ spælarunum vóru í góðum støðum. Og so varð talan at enda um stórsigur
400 atgongumerki eftir. Tað er tí als ikki óhugsandi, at festivalurin verður útseldur, áðrenn fyrsta lagið verður spælt leygardagin. Tað er í morgin, hin 29. august, at Viðareiði aftur verður karmur um Norð [...] beinanvegin á áhuganum. Vit halda heilt avgjørt, at hetta er við til at geva søluni eitt eyka skump nú upp undir vikuskiftið, siga fyriskipararnir. Veðurforsagnir í Føroyum kunnu sjálvsagt broytast skjótt, men [...] nú til at taka ímóti festivalgestum úr øllum landinum. Við undir 400 atgongumerkjum eftir er boðskapurin frá fyriskiparunum greiður: - Ætlar tú tær á Norð Festival í ár, er helst ikki ráðiligt at bíða ov