Fiskavøruútflutningurin er vaksin góðar 1,4 milliardir krónur, ella 11,8 prosent. Hagstovan skrivar, at útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli [...] Útflutningsvirðið á laksi vaks nærum 700 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 11,9 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks næstan 22 túsund [...] til Ísraels fyri nærum 87 milliónum krónum av vøkstrinum. Útflutningurin til ES er vaksin við nærum 1,2 milliardum krónum. Harav er útflutningurin til Spania vaksin við 292 milliónum krónum, og til Fraklands