klokkan 16 eru tríggir dystir á skránni. Teir eru H71-KÍF, StÍF-VÍF og Neistin-EB. EB er nýggja liðið í deildini, og fer tað at gera kappingina betri og litríkari við átta liðum. HER ber til frá HSF at síggja
Trupulleikin hjá okkum í Suðuroynni er manglandi kommunulæknar. Hetta er ein felags trupulleiki, og eigur tað at vera møguligt hjá okkum at finna eina felags loysn. Núverandi og komandi kommunulæknar í [...] avbjóðingunum á økinum, eiga vit politiskt at lurta. Vit hava longu eina heilsumiðstøð í Vági. Mítt uppskot er tí, at hon verður varðveitt og ment við teimum heilsutænastum, ið eru á staðnum, samstundis sum ein [...] verður varðveitt og ment. Soleiðis kunnu vit býta uppgávurnar skilagott í oynni og byggja víðari á tað, vit longu hava. Hetta kundi víst, at samstarv í Suðuroynni eisini kann síggjast í verki. Barbara Michalina
Vattenfall Vindkraft A/S hevur vunnið útboðið um at byggja tvær nýggjar havvindmyllulundir í Danmark. Talan er um eina havvindmyllulund í Norðsjónum og eina við Hesselø í Kattegat. Tær skulu vera lidnar í seinasta [...] veitingarmálaráðnum fara tær báðar havvindmyllulundirnar tilsamans at framleiða 1,8 gigawatt av elorku. Tað svarar til streymnýtsluna hjá umleið 1,8 milliónum donskum húsarhaldum. – Hetta fer at geva Danmark [...] grønari og bíligari streym og samstundis styrkja kappingarførið hjá donskum fyritøkum. Vattenfall er ogn hjá svenska statinum og framleiðir elorku í fleiri evropeiskum londum. Danmark hevur seinastu árini
Tað er ósamsvar millum føroyskar og danskar myndugleikar um úrslitið av fundinum, sum danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, høvdu í Havn [...] varð gjørd. – Vit hava havt ein fund, har vit fóru ígjøgnum tey viðurskifti, sum longu eru í gongd. Tað snýr seg millum annað um Nato-venjingarnar Arctic Endurance og Arctic Sentry, har Føroyar hava sagt [...] samdir um at styrkja verjusamstarvið. Málið hevur eisini elvt til kjak í Føroyum. Jenis av Rana, sum er limur í Uttanlandsnevndini, hevur funnist at, at nevndin ikki varð kunnað um fundin og tær avtalur
flokkar. Bárður á Lakjuni, sum sjálvur er útbúgvin lærari, vil tó fyrst hyggja at royndunum, sum skúlar í løtuni gera við tvílæraraskipan og co-teaching. – Tað er eingin ivi í, at tvílæraraskipan kann vera [...] tveir lærarar eiga at vera um flokkin, tá tað ber til. Men tað krevur eisini, at lærararnir arbeiða saman og hava felags ábyrgd. At arbeiða í tvílæraraskipan er sambært Bárði á Lakjuni ein førleiki, sum [...] læringina og fyribyrgja mistrivnaði, einsemi og skúlafráveru, sigur hann. Tað hevur eisini stóran týdning at seta tíðliga inn, tí tað er munandi torførari at venda gongdini, tá næmingar longu mistrívast ella
í ES-limalondum vanliga verður stýrd úr Brússel, og tað vilja føroyingar sjálvandi ikki hoyra talan um, tí tað primert er tað, vit liva av, sigur landsstýrismaðurin. Tí heldur hann, at gongdin í Íslandi [...] fólkaatkvøðan er serliga áhugaverd úr føroyskum sjónarhorni, tí Ísland og Føroyar hava fleiri av somu avbjóðingum í sambandi við ES – ikki minst tá tað snýr seg um fiskivinnuna. – Ísland er eitt samfelag [...] júst fiskivinnan er ein av stóru forðingunum fyri at fáa undirtøku í Føroyum fyri einum tættari sambandi við ES. – Avbjóðingin í Føroyum at fáa uppbakning fyri at fara í dialog við ES er, at fiskivinnan
Saugestad minkaðu um munin til 2-4 og 3-4 móti dystarenda, men heimaliðið megnaði ikki at fáa tað fjórða málið. Sandnes er nummar 10 í deildini við 20 stigum. Komandi sunnudag klokkan 16 spælir Sandnes ULF dyst [...] minutti, og seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so hevði útiliðið økt til 2-0. Strømsgodset er nummar fýra í deildini við 32 stigum. Teir hava fýra stig upp til næstfremsta liðið, Stabæk. Tvey tey
og framtíðartrygging av flotanum. Skipanes er fyrra skipið, sum er handað reiðarínum, meðan Akranes framvegis hevur verið seinkað av umvælingararbeiðinum. Enn er einki alment upplýst um, hvat var orsøkin [...] Men Skipanes er ikki einasta nýbygda skipið hjá reiðarínum, sum hevur verið fyri óhappi. Systurskipið Akranes var á royndartúri í juni, tá eitt óhapp hendi við aksel-generatorinum. Tað hevði við sær, [...] umborð á Skipanesi, ella hvussu stórur skaðin er. Smyril Line hevur sagt, at felagið harmast um nýggja óhappið, men fegnast um, at øll manningin hevur tað gott og eingin fekk skaða. ##med2## Sambært m
hann millum annað soleiðis í røðu síni: Sostatt eru tað bæði skúlin og tit, sum fara at ganga her, ið nú traðka inn í nakað nýtt og spennandi, og er felagsnevnarin, at tit tora at røkka longur, samstundis
vn til Vágar 266 krónur. Har er grundprísurin eisini er 503 krónur tann vegin, og tí verður lægsti samlaði prísurin 769 krónur. Nøgdin av ferðaseðlum til lægsta prísin er tó ymisk frá fráferð til fráferð [...] fráferð. Prísirnir hjá Atlantsflog eru tó dynamiskir. Tað merkir, at prísurin á einari fráferð hækkar, so hvørt sum bíligastu ferðaseðlarnir verða seldir. – Er stórur áhugi fyri einari ávísari ferð, so minkar [...] Kuffertið verður minni Við Lætt-ferðaseðlinum er einki innskrivað viðføri við í prísinum. Hinvegin kann ferðandi hava handviðføri við. Andreas Sólsker vísir á, at hetta er ein munur á Atlantsflog og kappingarneytunum