góðkenna. Hetta er ikki tað miðlar eru settir í verðina til. Nú Fólkaflokkurin fekk landsstýrismannin í mentamálum, vónaðu vit, at hendan høpisleysa skipanin varð avtikin beinanvegin. Men tað sær tað ikki út til [...] ella fyri trimum árum síðani. Avleiðingin er, at privatu miðlarnarir hava ongantíð verið í so ringari støðu sum teir eru nú. Ístaðin fyri at gera tað, sum er endamálið við teimum, nevniliga at skapa kritiskan [...] framvegis vera undir eftirliti av einum løgfrøðingi og eini almennari nevnd. Tað merkir, at vit fáa ikki pressufrælsið aftur, og tað er ein forðing fyri menning, tí ístaðin skal øll orkan framvegis brúkast til
Tað er ikki nóg mikið bara at verja føroysku náttúruna við lógum. Vit mugu eisini tryggja, at fólk kenna og skilja hana betur. Tað heldur lívfrøðingurin Magnus Gaard, sum í útvarpsrøðini Oyggjar undir [...] náttúruverndarlógin kom í gildi í 2024, og at meira verður gjørt fyri at skráseta føroysku náttúruna. Men tað er bara ein partur av uppgávuni. – Yvirhøvur hava fólk umsorgan fyri tí, tey kenna. Tí eiga vit at skipa [...] síggja og kenna tey. Nú verður nógv av undirvísingini framd við lærubókum og talgildum miðlum. – Tað er nógv týdningarmiklari, at børn merkja, hvussu eitt skaldabrobber luktar, ella síggja, hvussu mýrisólja
at onki hald er í klagunum um larm. Tí er tað umráðandi at markvirðini verða lækkaði á tað støðið, sum okkara grannalond eru komin fram til og at havnirnar verða umhvørvisgóðkendar. Tað er eingin orsøk [...] farmaskipið Silver Star, sum lá á Tvøroyri, ikki helt meira gang, enn loyvt er, er prógv um vandan við núverandi markvirðum. Tað er harmiligt, at markvirðini verða brúkt sum umbering fyri at lata vera við [...] orsøk til at uppfinna tann djúpa tallerkin av nýggjum, men tað er bara Landsstýrið, sum kann gera nakað við tað. Um Landsstýrið ikki tekur hesa uppgávuna frá kommununum, verður hetta ein kampur, sum heldur
skuldi verða grøn. Tað var málið, sum politiskt bleiv sett, og tað er eitt mál, sum alt samfelagið hevði bundið seg til. Men mál eru einki verd, um handlingin ikki fylgir við. Tí er tað umráðandi, at or [...] Tørvurin á nýggjari, grønari framleiðslu er mettur til umleið 430 GWt – tað er nærum ein trífalding av tí grønu framleiðsluni, vit høvdu, tá ætlanin varð gjørd. Og hetta er uttan at rokna við vøkstrinum í vinnuni [...] olju á Sundsverkinum. Tað kostar pengar, tað kostar gjaldsjavna, og tað kostar CO2-útlát. Elektrifiseringin steðgar. Fólk skifta ikki til hitapumpur og elbilar, um streymurin er dýrur, óvissur – ella svartur
hon, at tað er bæði til fyrimuns fyri borgarar og heilsustarvsfólk at savna virksemið í einari heilsumiðstøð. – Landsstýriskvinnan er samd við borgarstjórunum í kommununum í Suðuroynni í, at tað er til fyrimuns [...] fyri bæði heilsustarvsfólk og borgarar, og samsvarar tað eisini við ynski hjá bæði kommunulæknum og læknum undir útbúgving til kommunulækna, at tað verður ein heilsumiðstøð fyri alla oynna, skrivar hon [...] apoteki. Tað skal metast um, hvørt verandi apotek skal umvælast, ella um onnur høli skulu útvegast til endamálið. Landsstýriskvinnan vísir eisini á, at hóast sjálv byggingin av heilsumiðstøðum er ein kommunal
Tað eru níggju dystir eftir at spæla hjá B71, áðrenn tað leygardagin 24. oktober verður sett punktum fyri landskappingina í 1. deild. Tí eru tað 27 stig eftir at spæla um. Men tað skal heilt nógv venda [...] við sær, at B71 hevur 44 stig. Tað vera eftir øllum at døma tveir uppflytarar. Víkingur er næstfremst við 39 stigum, FC Suðuroy er á triðja plássi við 35 stigum, og ÍF er á fjórða plássi við 24 stigum. [...] dystir. Tá ið talan er um næstbesta liðið hjá Víkingi, so eru tað av nevndu feløgunum B71, FC Suðuroy og ÍF, sum kunnu flyta upp. Á liðnum hjá B71 eru fleiri ungir danskir spælarar, og tað vóru tveir teirra
Samlaða ríkisskuldin hjá USA er nú farin upp um 40 billiónir dollarar. Tað vísa nýggj tøl, sum amerikanska fíggjarmálaráðið almannakunngjørdi mikudagin. Ráðið dagførir skuldina hvønn gerandisdag í dátusavninum [...] skattainntøkur og almennar útreiðslur. Undir teimum báðum forsetaskeiðunum hjá Trump er skuldin vaksin 11,6 billiónir dollarar. Tað svarar til umleið 74 billiónir krónur. Undir teimum fýra árunum hjá Joe Biden [...] vaks skuldin 8,4 billiónir dollarar – næstan 54 billiónir krónur. Skuldin veksur í einari tíð, tá tað er vorðið munandi dýrari hjá amerikanska statinum at læna pengar. Rentan á langtíðar amerikanskum r
Fólkakirkjan skrivar, at tá hon var sett sum dómpróstur, var tað ein týðandi uppgáva, ið hon valdi at átaka sær. Tað var samstundis eitt týdningarmikið søguligt fet í menningini av fólkakirkjuni. Nú eru [...] tiknar, verður leiðslan í breiðari høpi ein mynd av kirkjuliga felagsskapinum í Føroyum. Dómprósturin er varamaður biskups, og Maria verður virkandi biskupur til og við 14. september.
Sandship hevði keypt skipið. Síðstu fimm mánaðirnar hevur tað verið í Póllandi til umbyggingar, og nógv er gjørt við skipið, sum er í góðum standi. Nú er tað “sjálvlossandi” við maskinu á dekkinum, og væl rigga [...] av alifóðri. Sandship upplýsir, at tað hevur gjørt sáttmála við Biomar í Norra, um sigling við alifóðri millum Norra, Ísland og Scotland. Vón Arctic er bygdur í 2010, er 86 metrar langur og 12,4 metrar breiður [...] Leygardagin, 8. aug. kom sætta og nýggjasta skipið hjá Sandship í Fuglafirði, fyrstu ferð til Føroyar. Tað var í samband við, at skipið var ávegis til Íslands, og hevði vøru við til Føroyar, skrivar Føroyska
Hann heldur, at staðbundnu kirkjurnar eiga at fáa størri fíggjarligt og umsitingarligt ræði. Tað hevði gjørt tað lættari at laga virksemið eftir tørvinum í einstøku kirkjusóknini og at skipa fyri sosialum [...] byggifrøðingi, arkitektum, Próstadømisráðnum, Føroya Stiftsstjórn og Tjóðsavninum. – Ein slík skipan er alt ov stirvin. Hon tekur alt ov langa tíð og drepur hugin hjá kirkjuráðunum at arbeiða, skrivar hann [...] Málið eigur sambært honum at vera ein verulig fólkakirkja, har kirkjufólkið á staðnum – so langt tað ber til – stýrir síni egnu kirkju. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Harumframt kunnu haldarar