Ikki vit og tað er gott, tí tað gevur okkum nógv fríðari ræsur tá lesnaðurin er yvirstaðin. Alt gott um at fáa føroyingar heim eftir lesnað. Tað eigur at verða endamálið hjá stjórnini í Føroyum at fáa øll [...] endurgoldnar. Hvussu skal tað gerast? Tað eru nógvir møguleikar og tað snýr seg um at hava eitt opið sinn. Eg vil nerta við tveir. 1. Ger skipanir til lesandi, har tey hava møguleikan at koma inn á arbeiðspláss [...] Eisini fer mann at sígga, at positiva gongdin seinastu árini, har alt fleiri fara longur út enn Danmark, hugsa seg tvær ferðir áðrenn tey fara og nógv setast aftur og fjølbroytni broytist til tað verra
føroyingar at hoyra áhugaverda professaran, John Lennox, tykist vera stórur. John Lennox, ið er professari á Oxford, kemur til Føroya mikudagin í næstu viku, og trý kvøld á rað fer hann at halda almennar [...] almennar fyrilestrar kring landið. Tað tykist, sum at fleiri fólk halda, at John Lennox fer at halda sama fyrilestur allastaðni, men so er ikki, siga fyrireikararnir. Hóskvøldið 30. oktobur er evnið “Er átrúnaður [...] átrúnaður skaðiligur?”, meðan fríggjakvøldið 31. oktobur fer at snúgva seg um “Er Gud ein villleiðing?”. Leygarkvøldið 1. nov. fer John Lennox at viðgera týðandi spurningin “Gud í almenna í rúminum?”. S
Pauli Poulsen og hansara menn, at teir vilja vera við í stríðnum um heiðursmerki. - Sjálvsagt var tað umráðandi at fáa fyrsta sigurin. Tað týdningarmiklasta er at vinna fótbóltsdystin, og tað merkist serliga [...] ímóti, og tað var sera trupult hjá okkum at fáa ferð á bóltin. Loysnin var oftast at spæla við langum bóltum, sum als ikki setti verjupartin hjá teimum undir trýst. Eftir hvíldina minkaði vindurin, og vit [...] Margáir, og vann við trimum málum í Klaksvík, var tað við einum framrættaðum útgangsstøði, at Pauli Poulsen, venjari, fór til Vágar í gjár. - Vit hava tamarhald á dystinum. Vit vildu trýsta teir, og tað eydnaðist
sigur, at ætlanin, at tað nú skal vera eina heila krónu dýrari at bera bløðini út. Ætlanin er, at postgjøldini skulu hækka 50 oyru tann 15. oktober og aftur 50 oyru 1. januar. ? Hetta fer at vera tann vissi [...] sigur, at seinast í nítiárunum kostaði tað 90 oyru at bera eina Dimmalætting út. Í løtuni kosta tað 2,25 krónu og eftir 1. januar fer tað at kosta heilar 3,25 krónur, at bera Dimmalætting út. Tað kostar [...] hækking nú kann vera tað fer ikki at bera til hjá bløðunum at hava haldarar, men bara fara at selja í leysasølu. Ein onnur avleiðing kann vera, at bløðini fara sjálvi at bera bløðini út, har tað loysir seg
jarin, at hann framvegis fer at búgva í Svøríki, men at hann ætlaði at vera nógv í Føroyum. Nú kappingin er trý umfør gomul, er tað ein veruleiki, at Håkan Ericson hevur ikki verið í Føroyum og sæð nakran [...] landsliðið fer at savnast fyri fyrstu ferð, sigur hann, at ætlanin er at hava venjingarlegu í Havn í august – frá 9. og til 13. august. Hetta verður ímillum 15. umfar, sum er sett at vera 6. august og 16.umfar [...] umfar, sum er sett at vera 16. august. Ætlanin var, at tveir vinardystir skuldu vera í mars – á útivølli ímóti Danmark og Andorra – og at ein skuldi vera á útivølli ímóti Íslandi 3. juni. Hesir eru allir
mát. Tað klæðir tónleikinum hjá Knúti at hava tær tríggjar við. Tað gevur tónleikinum eina eyka dýpd. Nýggi tónleikurin hjá Knúti tykist vera minni indie-kendur enn áður, og flytir seg meira til at leggja [...] leggja áherðslu á tað góða lagið og eisini eina heldur meira siðbundna ljóðmynd. Tá tað er sagt, so er eingin ivi um, at Knút meistrar tað, hann hevur lagt seg eftir. Bæði á fløgu og á palli. Hetta var ikki [...] nýggju útgávuni, umframt at áhoyrararnir fingu nøkur av teim best kendu eldru løgunum at hoyra. Tónleikurin hjá Knúti er fyrst og fremst merktur av vælljóði og sera fjálgu og mildu røddini hjá honum. Nú
nú klárt at fara undir at grava út fyri útbygninginum. Væntandi fer kostnaðurin av verkætlanini at kosta umleið 2,4 mió krónur. Sum skilst á fólki, má hetta helst metast sum eitt eindømi, at ein kommuna [...] Sørvági munnu fegnast um og hava longst eftir. Í løtuni er støðan hon, at Musikkskúlin húsast í ymiskum hølum í skúlanum í bygdini. Men nú skal altso ein broyting koma í. Ætlanin er at byggja ein sera snotuligan [...] snotuligan musikkskúla, sum fer at geva tónleikinum tær allarbestu umstøðurnar í framtíðini. Sambært verkætlanini skal tann gamli skúlin brúkast til endamálið, eins og ein annar bygningurin skal byggjast fastur
ógvuliga bangna, og fekk einaferð skumpa mannin frá sær og segði, at bussurin fór at vera har hvørja løtu. Maðurin kom tó yvir til hana aftur og fór enn einaferð at mussa og kráma uppi á gentuni. At enda kom bussurin [...] greiddi frá, at hon bíðaði við eitt busssteðgistað, tá maðurin kom til hana og segði, at hon var vøkur. So mussaði hann hana upp og niður eftir hálsinum og niður móti bringuni. Gentan segði seg vera ógvuliga [...] varð í Føroya Rætti í gjár dømdur fyri at hava krámað og mussað eina táverandi 14 ára gamla gentu við eitt busssteðgistað. Tað er eitt gott ár síðani hetta hendi, og ákærdi maðurin sigur seg ikki minnast
frøðingar og politikarar plaga at vera ósamdir. Hesum tekur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni undir við. - Tá talan er um fiskidagarnar, so eru tilráðingarnar ofta, at tað skal skerjast í døgunum, og tað hevur [...] hevur við sær at minni verður at býta ímillum skipini, og tað kann viðføra uppsagnir. Tá koma politikararnir undir trýst, og slaka ofta. Í samband við annan fisk hava vit altíð havt eitt gott samstarv við [...] gjørdar av svartkjafti og sild í føroyskum øki, men trupulleikin við makreli, er, at hann ongan sundmaga hevur, og tí ikki er líka lættur at finna. Tað, sum í ár er ætlanin er, at føroysk skip gera nakrar
aldursbólki hjá gentum og dreingjum í U16 (1998 og 1999) og U14 (2000 og 2001). Í alt verður tað eitt ferðalag á eini 70 fólk við venjarum og hjálparum. Samstundis er ætlanin, at fleiri nevndarlimir í [...] starvsnevndini og í úrvalsnevndini hjá HSF vera við. Tað er ongin loyna, at Ísland á mangan hátt er okkara fyrimynd í hondbóltshøpi. Hóast tey ikki eru so nógv fleiri enn vit, og hóast at tey landafrøðiliga [...] gjørt tað framúr gott á altjóða pallinum í mong ár. Ikki minst tá teirra A-landslið hjá monnum í 2008 spældi seg í Olympisku hondbóltsfinaluna. Tí er hugsanin eisini, at HSF brúkar ferðina til at nema kunnleika