vinstra bakkin. Eisini hóast hetta ikki liggur náttúrligt til hansara. Er fyrst og fremst sterkur at plasera seg rætt í verjupartinum, og verður tí sjáldan yvirspældur. Fram eftir vøllinum verður hann tó sera [...] sínari, og ikki minst bæði tordi og vildi hann bjóða seg til í uppbyggjandi spælinum. Kreftirnar tóktust vera gingnar undan móti endanum, tá talan varð um fleiri skeivar sendingar, men eins og restin av [...] er neyðugt, og tað er tað, tá heimsins bestu standa hinumegin miðlinjuna. Spældi við myndugleika, stýrdi viðspælarum og átt sín avgjørt stóra lut í, at føroyska verjan stóð seg somikið væl. Og við sterkum
betongpolitikk, og sat afturá og flenti háðandi, meðan aðrir stríddist fyri føroyskari umboðan. Tvørturímóti, so sótu teir heima undir homrunum og gorraðu um loysing og fullveldi, og søgdu, at onki bar [...] sannleikin er nú einaferð sannleikin, og søguna kanst tú ikki broyta ? tað er fyrst og fremst javnaðarflokkinum fyri at takka, at vit fingu umboðan í Norðurlandaráðnum, og als ikki tjóðveldisflokkinum, sum [...] uppgevandi alt ella onki tankin er og hevur verið drepandi fyri alla føroyska luttøku í norðurlendskum og altjóða høpi. Tað er veruleikin Høgni Hoydal, og so kanst tú venda og snara hesum máli til egnan fyrimun
landshúsarhaldinum, og loysa okkum úr almennu skuldarbindingini. Tí skulu vit eisini fremja rationaliseringar og vísa sparsemi í heilsuverkinum. Men tá tað snýr seg um sjúkraviðgerð, sjúkrarøkt og heilivág, er [...] ráð til heilivág, røkt og viðgerðir á sjúkrahúsunum. Tað snýr seg ráð til at senda fólk til tær viðgerðir uttanlands, ið vit ikki kunnu gera her heima. Tað snýr seg um lívið og heilsuna. Vit tjakast um [...] um, hvussu vit fáa fólk at trívast og støðast her í landinum, minka um fráflyting og veksa um tilflyting. Her gongur ein fyritreyt fram um allar aðrar: at fólkið, sum her býr, skal fáa neyðuga sjúkraviðgerð
George W. Bush, og bretska forsætisráðharranum, Tony Blair, í sambandi við kríggið í Irak. Og hann hevur ikki lagt fingrarnar ímillum. Heldur ikki ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, og hernaðarstýrið [...] eftir, og tað var hann, sum fekk tann størsta fagnaðin. Mandela er so virkin, at tað eru fá á hansara aldri, sum høvdu orkað tað, sum hann ger. Fremst í huga hansara eru tey vælgerandi málini, og seinastu [...] men Nelson Mandela er eitt av undantøkunum. Og tað verður lurtað eftir honum, tí hann er ikki bara ein fyrrverandi ríkisleiðari. Hann er ein rødd, sum hoyrist, og tað er týðiligt, at tann politiski eldurin
sær til endaspælið, og tí eru kvinnurnar hjá KÍ langt fremst og liggja til at vinna FM. Men sunnudagin kláraði KÍ fyri fyrstu ferð í ár ikki at vinna ein dyst. KÍ spældi í Gøtu, og tað var um reppið, at [...] Rannvá Andreasen fyri KÍ, og úrslitið gjørdist 2-2. KÍ kom betur frá byrjan, og Kristina Eyðbjørsdóttir skoraði longu í 8. minutti. Hanna Isaksen javnaði eftir ein hálvan tíma, og nakað fyri hálvleikssteðgin [...] helt sær til tríggjar minuttir fyri leiklok. Í hinum dystinum í FM-bólkinum spældu EB/Streymur og AB, og her eydnaðist tað AB at vinna dystin á Argjum. Støðan var 0-0 í hálvleikinum, men í seinna hálvleiki
náddi nógv í lívi sínum, og var nógv fyri tey, hann hevði kær. Hann var lærari, deknur og í sínum eldru døgum eisini rithøvundur. Men fyri okkum nærmastu var hann fyrst og fremst var abbi. Hetta var ein [...] familjuna og raðfesti hana høgt. Omma og abbi gloymdu heldur ikki at verða góð við hvønn annan, hóast tey høvdu havt eitt langt lív saman, og soleiðis vóru tey ein góð fyrimynd fyri bæði børn og ommu- og abbabørn [...] ein uppgáva, hann gekk høgt upp í, og útfylti hana væl. Abbi var altíð kerligur og sentimentalur, og man slapp ikki undan at mussa og klemma hann, tá man kom á vitjan – heldur ikki á vaksnum árum! Har var
kongafisk og svartkalva. Hinir antin partrola ella eru á djúpum vatni og fiska. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at nakrir trolbátar eru úti. - Teir eru bæði norðanfyri og fiska tosk og hýsu og á Skeivabanka [...] tey ikki nógvan línufisk fyrst í komandi viku, men seinni í vikuni koma fleiri línuskip inn at landa. Skipini hava mest av toski og hýsu. Ein línubátur er vesturi á rygginum, og hann kemur helst eisini [...] eisini at hava nakað av blálongu, svartkalva og lira. Nøkur línuskip fáa eisini nakað av brosmu og longu. Flestu partrolarar eru farnir aftur til fiskiskap og sama er við djúpvatnstrolarunum. - Partrolararnir
flent at. Blíður og altíð í góðum lag man vera sereyðkenni hjá Jóhan á Lava. Óansæð um tað er fyrst á morgni ella seint á kvøldi. Jóhan er sum sagt stýrimaður umborð á Dúgvuni og av og á loysir hann av [...] Jóhan fylti 67 ár 18. juli og fer sostatt frá fyri aldur. Tað verður helst nakað friðarligt umborð á Dúgvuni ta fyrstu tíðina, og saknur fer at verða í hansara skemtiligu og til tíðir stak beinraktu v [...] Hann byrjaði at arbeiða fyri Strandferðsluna í 1985, tá hann sigldi, fyrst við Ternuni I um Leirvíksfjørð, og síðani, í eitt stytri tíðarskeið, við Trónda um Skopunarfjørð . Frá 1989 til 1996 var hann
ni millum føroysku og donsku Sjómanskirkjuna stendur, at Føroyska Sjómanskirkjan og kirkjuliðið í Hull skula ávíkavist innstilla og koma við úttalilsi um setan av sjómanspresti, og at Danska Sjómanskirkjan [...] skattgjaldaranum. Eg skal enn einaferð loyva mær at nevna, at eg fyrst og fremst vildi ynskt, at vit høvdu fingið okkara egnu føroysku fólkakirkju, og harvið eina føroyska sjómanskirkju, sum kundi samstarvað á [...] málið, var ein arbeiðsbólkur settur at lýsa og greina allan spurningin um eitt føroyskt sjómansprestastarv. Arbeiðsbólkurin skrivaði eitt útgreinandi álit, og álitið var handað landsstýrismanninum tann
landoddarnar og marknaðarføra Føroyar og føroyskar vørur. Men hann heldur, at ein fortreyt fyri hesum er tann, at tað fyrst og fremst er vinnulívið sjálvt, sum tekur stigið til samstarv og handilslig tiltøk [...] sendiharrum virðing og vísa teimum okkara land og tað vit hava at bjóða uppá. Vit eiga so eisini at brúka høvið til at fregnast um, hvørjir samstarvsmøguleikar er við lond teirra, og hetta var tí eisini [...] eitt nú Japan og heldur hann tað eisini er sera umráðandi, at vinnan sjálv meldar út við tí, sum hon hevur áhuga fyri. Løgmaður vísir á, at vit selja í dag eitt nú síl og rækjur til Japan og eiga vit at