dette her, men vi klarer det nok. Og de slepte og drasset og løftet og bar - mor og sønn - ut av huset - ombord i båten - i land fra båten - inn i bilen - ut av bilen - og inn på sykehuset. Ved mottagelsen [...] var Carl og Lina, vi skulle hilse på - Carl og Lina som er 72 og 73 år, og som aldri fikk noen barn. 5 halvville livredde katter piler avsted, hver eneste gang jeg kommer, enda jeg har gått ut og inn der [...] og hyggelig og rent i kjøkkenet, og Lina har alltid fine, friske egg til kr. 1.25 pr. stykk - om våren har hun store andeegg - og om høsten bittesmå perlehønsegg, og da synes hun hver gang at jeg må få
leggja út í náttúruna. Daphnis og Chloe verða bæði løgd út sum nýføðingar, men geitir og seyðir taka sær av teimum, og hirðar finna tey og taka tey til sín. Søgan snýr fyrst og fremst um, hvussu tey spakuliga [...] tænarar, skøkjur, gomul, ung og samkynd, øll eiga sín lut í kærleikssøguni, og øll verða lýst virðiliga og luttaka at enda í stórari veitslu úti í náttúruni. Søgan um Daphnis og Chloe er tískil eisini ein [...] bygdarlagi, og í mongum førum eru hirðar, ið ansa seyði ella geitum, høvuðspersónar. Flestu hirðaskaldsøgur snúgva seg – eins og “Daphnis og Chloe” – um sakleysan kærleika millum drong og gentu. Afturlítandi
spennir seg út og vaskar. Hon reinsar asfalt við upploysingarevnum, hon skolar og spular, turkar og koyrir smyrsl á, og snipp og snapp og snúti, so er bilurin úti. Tann gamla maskinan var útslitin og hevði eitt [...] sett hol á “víkingaheyggin” og grivið hann burtur, og tær hava við stríð og strev fingið steðgað springkelduni, sum rann úr Sortanum, og tað var ikki bara sum at siga tað. Og nú leggja tey gott danskt flag [...] ljóðini og kunnu við bindi fyri eyguni siga, hvør ið arbeiðir beint nú og hvar. Og nú eru umhvørvisdagar, og langir gulir vimplar prýða høvuðsgøturnar í býnum, áhugaverdir fyrilestrar verða hildnir, og framsýningar
eftir nógv brøgd og nógvar listir sleppa tey heim aftur. Ferðin er sera spennandi, og lesarin livir seg inn í ævintýrheimin. Umhvørvið, bæði náttúran og hús og borgir eru sera nágreiniliga og realistiskt lýst [...] verða løgd fram í bókini ? dvørga-, álva- og vargmannamál. Tey bæði Hallbera og Kjartan skilja ikki hesi mál, og tað ger lesarin heldur ikki, tað elvir óhugna og økir spenningin, tá ið hesir óhugnaligu vargmenn [...] tri við at lata dreingin og gentuna tjakast um slíkt og eisini við at lata tey kappast á jøvnum føti, og í álvaheimi eru bara konufólk ella konuálvar í ovastu leiðslu eins og tað bert eru menn í leiðsluni
ørt. Skjótari og skjótari og fleiri og fleiri, meðan eg stappaði ísar í meg. Høj guvaði sum brent. Og alt var loyniligt. Tí eg visti, at mamma aldrin hevði loyvt mær so nógvar ísar. Høj og eg hildu tí eitt [...] noyddi hann. Og at deyðin kann vera sjálvvoldur, óuppiborin ella bara “aldursborin” – og undir øllum umstøðum óumberiligur. Nú búgvi eg í Danmark. Og til samamberingar tykist danskarum so fjarir og bangnir [...] aftur ímóti lut í deyðanum longu frá barnsbeini. Børn eru og vitja tey eldru á ellisheimum og sjúkrahúsum. Og børn eru javnan við foreldrunum og fylgja. Sjálvandi kann tað vera tungt hjá einum barni. Men
reinur og fall so væl í oyruni, at hann neyvan var til ampa hjá nøkrum, eins og harði rock- og punktónleikurin kanska var tað. Løg sum Roxanne, Message in a Bottle, I can’t stand loosing you og Every little [...] trio. Og hann bæði sá út sum Sting fyri 20 – 30 árum síðani, og ljóðaði sum hann. Hetta var bæði stuttligt og eisini eitt nokkso gott tónleikaligt upplivilsi. So komu teir á pall. The Police. Og tað ljóðaði [...] var í toppformi og enn sjálvsagdur frontmaður. Og tað var ikki nógv hóvasták. Teir spældu síni løg. Tey kendu og minni kendu. Sting fegnaðist um, at eini 45 túsund vóru komin at lurta. Og annars hevði hann
fyri stór børn og ung. Einar Petersen gongur á 60. ári, er føddur og uppvaksin í Sørvági, og hevur meginpartin av lívi sínum arbeitt á sjónum. Sum ungur fekk hann júst um endan á slupptíðini og hevur annars [...] sínum lagi duga skrivikynstrið og tora at hava og siga sína meining, til dystin fús. Hvønn fríggjadag ummælir ein teirra sendingar í útvarpi og sjónvarpi farnu vikuna, og fyrstur er Jóhan Samuelsen í blaðnum [...] farmaskipi. Og ikki so løgið kanska dámar krimihøvundinum úr Sørvági væl spenningsfilmir og ljóðmyndir við spenningi í sera væl. - Eg síggi altíð Dag og Viku, allar føroyskar sendingar, og serliga tær
sermerkti angin av kókaðum sukri og at síggja ommuna svinga sukurmassan á krókin og toga og toga, til tað var passaligt at klippa. Tað var sum at síggja ein ungling standa og arbeiða. Hon gjørdi tað síðstu [...] á Tvøroyri at gera ymisk ørindi. Hon var eisini av og á og vitjaði tey eldru á ellisheiminum og á jólum hevði hon pakka við hosum ella skóleistum og “bryssukur” til fleiri av teimum. Tí sum omman segði [...] følsomt, og hænder, som dirrer forskræmt, og nogle, som hvisker erotisk, mens andre er dybt beklemt. Der er blide vedmodige hænder, og hænder, som altid ta'r hårdt, der er hænder, som kommer imøde, og hænder
fast og beit tráðin av o.s.fr. – ja, tað er bara ótrúligt. _ _ _ _ _ Søgurnar um og frá Janusi eru óteljandi og skemtiligar. Og eftir er bara at siga, at Janus Fritleivur Jacobsen er sonur Hjørdis og Alexander [...] heilsusakir. Og læknin helt fyri við Janus, at betri varð at lætta nakað um hansara væltrimmaða kroppskinn við nøkrum pundum. Og meðan Janus helti vanga, steintagdi og lýddi á við rundum og spyrjandi eygum [...] Alexander, kalsoyingar bæði, og giftur við Hannelenu, dóttir Paulinu og Andreas Isaksen av Viðareiði. Hannelena og Janus eiga einkardótrina Hjørdis, ið er gift við Holgar úr Leirvík, og tey eiga tríggjar synir
so kunnu vit bara bakka aftur og brúka donsk og ensk atlas. Og hvat er so føroyskt í hesum sambandinum? Tað er at brúka føroyska stavseting, har hon hóskar og er natúrlig, og tað kann eisini vera hóvliga [...] eindum og altjóða viðurkendum mentanarøkjum. Í gamla Sovjetsamveldinum fingu vit lond sum Estland, Lettland og Litava, og á Balkan vórðu stovnað lond sum Serbia, Bosnia, Kroatia, Slovenia og Montenegro [...] læra væl og virðiliga føroyskt, danskt, enskt og onnur mál við, og á sínum teldum duga tey betur enn nakrantíð at skifta ímillum málini. Tey eru so kring málsliga, at tað mangan er hugtakandi, og tí er tað