gjørdar av toskaveiðuni har. Hann var við Trý Systkin hjá Müllerreiðarínum í 1928, og var eisini við henni í Svøríki at fáa motor ísettan, ein Elve diesel, sum var 45 hk. Hann var við har í 9 ár. Skipari var [...] eitt ár við Marité. Tvey ár var hann motorpassari við sluppini Titania. Skipari og reiðari var Jóan Pauli Joensen úr Hósvík, abbi Thor-beiggjarnar. Í 1939 var hann motorpassari við Sæborg í Grønlandi. Skipari [...] vóru av fínasta slag. Vit fara til Svínoyar, og tá ið vit eru við at leggja at, kemur mín góði vinur Pauli Næs, sum var ein av manningini, inn til mín í stýrihúsið og segði: ”Tórhallur, eg fari at doyggja”