dømi um leiklutin, USA heldur seg hava í heiminum, bæði tá og nú. Eg var sjálvur hjá á einum fundi á amerikansku sendistovuni í London seinast í 1980 árunum. Senatið í USA skuldi gera av, um meira peningur [...] peningur skuldi játtast til Contras herin í herferðini móti stjórnini í Nicaragua. Eg var limir í einari sendinevnd, sum tosaði vegna Nicaragua, men týdningarmesti limurin í nevndini var presturin, faðir John [...] Seitz. John Metcalf segði: Eg eri prestur í einari sókn norðaliga í Nicaragua. Míni sóknarbørn bygdu ein skúla, ein heilsumiðstøð og eitt mentanarhús. Vit hava livað í friði. Fyri nøkrum mánaðum síðani gjørdi
nógv í ungu døgunum, men hóast Símun er millm teir góðu í heimbygdini, so er hann ikki bjartasta stjørnan í 85 árganginum. Sum 16 ára gamal verður hann úttikin til føroyska U16 landsliðið, sum er í kapping [...] vinnur trý FM á rað. Birni stendur eftir Í 13. umfari í 2001 spælir Símun Samuelsen fyrstu minuttirnar í bestu deildini. Hann kemur inn móti bæði HB og NSÍ. Í næstseinasta umfari sita barndómsvinirnir [...] av møguleikanum. Hann gongur í studentarskúla, men tað verður skipað soleiðis, at hann eftir ársskiftið kann flyta skúla til studentarskúlan á Kamsdali. Í Gøtu býr Símun í eini íbúð á einum lofti. Hann
Hvat var í øllum hesum, dugi eg ikki at siga í dag. Salomon fortaldi, at hann í einum føri hevði varnast eitt mistak í eini stjørnufrøðiligari útrokning í álmanakkanum, skrivað til lærda háskúlan í Keypmannahavn [...] gingu hendur í favn í tveir mánar. Vit, sum gingu á Preliminer- og Studentaskeið Føroya Løgtings, vóru sostatt syndrað niður yvir tey arbeiðspláss, sum tá vóru í Føroyum. Genturnar stóðu í handlum ella [...] vinstrumegin inngongdina, í ovaru síðu á turkihúsinum. Inn hagar varð farið lønardag seinast í vikuni. Lønina fekk ein talda upp í ein tunnan, ljósabláan ella ljósagráan brævbjálva. Tá ið eg í dag hugsi um hesa
føroyingar í stórum tali fara til Grønlands at rógva út frá landi var í 1939. Nú varð loyvi fingið umframt í Føroyinghavnini eisini at rógva út í Ravnsoynni og Tovqussak. Í samráðingum, sum høvdu verið í Key [...] út frá landi í Grønlandi í 1949, og í 1950 var byrjað í Føroyingahavnini. Tann fyrsti samskipaði útróðurin aðrastaðni var aftur i Ravns Stóroy og Tovqussak í 1952. Útróðurin helt á fram í 60-ini ella kanska [...] børnum. Fyristøðumaður í Ravnsoynni var Birtu Lias úr Miðvági, sum helt til í Kontrollørvíkini. Í Tovkuqussak var tað Johan Samuelsen, úr Sumba, seinni kendur sum navigatiónsskúlalærari. Teir báðir
at ganga í skúla, og fer síðani í handilin hjá pápabeiggjanum Jacob Lützen í Havn. Hann giftist 9. november 1905 í Miðvágs kirkju við Honnu Jolinu Niclasen f. 1884 dóttir Dánial í Norðurstovu í Sørvági [...] Spania, vøra sum varð goymd í Spaniastovuni í stóru handilshúsunum. Eisini varð ein Toystova gjørd. Í Mondul 1984 nr. 1 lesa vit hetta: Í tí sunnasta húsinum, har handil var í niðastu hædd og goymsla á [...] hevði í 1949 í Tingakrossi eina grein um Mourits Winther í samband við, at hann fylti 80 ár. Hann gjørdist versonur Nichels Lützen. Her skrivar Símun Petur millum annað: ”Aftaná skúlatíðina í Havn kom
Porkeri. Ein røð av húsum í bygdini verður kallað »skipararekkjan«. Kendir skiparar vóru Lars, Johan og Dánjal Larsen í Gjørðum, Petur Mortensen í Geilini. Johan í Birginum, Mortan í Nøkrum, Jákup hjá Læars [...] fjørðinum, so Sigmund fór beint í jarðarferð. Petrina doyði í barnsferð, og barnið doyði eisini. Hetta var í 1926. Arthur Waag ivaðist ikki í, at hetta stóra mannfall millum kvinnur í Suðuroy merkti hóttafall [...] tað gamla. Hann minnist eisini tað, sum hendi í gjár, og hann fylgir sera væl við í tí, sum gongur fyri seg í samfelagnum. Vit fara at tríva nakað aftur í greinina frá 2007 og koma annars inn á onnur
menn. Hann fór við Doru í 1905. Teir, sum áttu Doru, vóru beiggjarnir hjá honum Tummas, Kristoffur og Pól og so tveir aðrir menn. Pápi tók skiparaprógv hjá Jens í Dali í 1912. Í 1913 fór hann at føra Doceu [...] landað fiskin í fíggindalandinum Bretlandi er skipið deyðadømt, og tað verður søkt, eftir at manningin er sloppin í bátarnar. Teir høvdu 52 tímar til lands. Í 1918 førdi pápi Guiding Star, og í 1919 og 1920 [...] 1920 førdi hann Fram. Hann var heima í 1921 og førdi so aftur Doru í 1922. Pápi verður burtur Pápi keypti Neptun í 1923. Teir blíva so burtur í 1934. Tá kom mamma at sita einsamøll við okkum átta. Eg var
kundi greiða frá ymiskum tilburðum í so máta. Petrea greiddi frá: Hans David var í Lysekil í Svøríki við Nólsoy og fekk motor settan í skipið í 1931. Hann giftist í 1932. Eg minnist, at árið fyri sum "Nólsoy" [...] Glyvrum, og búðu tey í Gundadali í Tórshavn. Sverri var í gongd við at skriva Vestmanna søgu, tá hann andaðist í 2001, hálvt ár eftir sín 70 ára føðingardag. Jákup og Gudrun fingu í 1932 tvíburðarnar, Asbjørn [...] beiggi mín Kim fórst við "Stella Argus" í 1957. Tá vóru vit aftur í somu støðu at bíða og vóna, inntil eingin vón var eftir. Greitt varð frá hesum í Miðvikuni í samband við, at 50 ár vóru liðan síðan
fert ikki avstað í kvøld! Bíða til tað er ljóst í morgin.” So nógva umhugsan hevði hann fyri fólkinum. Tað helt eg eisini í fyrsta umfari. Í hesum veðrinum var ikki hugaligt at fara í myrkri, man sær so [...] klippfisk. Í 1953 var farið í holt við byggingina. Aðrir góðir menn vóru eisini við - so sum Esmar Fuglø og Hans Jakku í Smæruni. Longu í 1956 var Bacalao nógv tann størsti privati arbeiðsgevarin í Havn. Teir [...] heimaftur at virka í fyritøkuni hjá pápanum. Aksel var eisini virkin í Nordafar, og summarið 1959 var hann í Føroyingahavnini at fáa sett flakavirki í gongd har. Aksel hevur eisini verið við í øðrum virksemi
eisini sín seinasta hvíldarstað í Føroyum. Tá ið hon doyði í 1993 varð hennara urna sett í grøvina hjá pápanum í gamla kirkjugarði í Havn. Kaj var eisini á Bakkafjørðinum Í ferðalagnum var ein, sum sjálvur [...] r. Hetta var í 1949. Tá kom hann eisini í “Dimmalætting”. Búðu á posthúsinum Teir búðu saman við gøtumonnum á loftinum í húsinum, har telefonstøðin og posthúsið vóru í miðhæddini. Í hvussu er seinni [...] Sum umrøtt í Sosialinum og Rás 2 skipaði Smyril Line síðst í september fyri eini ferð í fótasporunum hjá føroyskum fiskimonnum í Íslandi. Spurdur um uppskot til skrá var Bakkafjørður eitt upplagt hugskot