Skipanin skal virka á tann hátt, at bilurin bert verður skrásettur einaferð um dagin. T.v.s. at tað kostar tað sama at koyra gjøgnum allar tunlarnar, sum tað kostar at koyra gjøgnum ein og hevur tú goldið [...] 1. At lækka túratalið og harvið gera umstøðurnar verri hjá teimum, sum í verandi løtu hava tað vánaligasta sambandi til høvuðsstaðin. 2. At økja kostnaðin hjá teimum, sum í dag gjalda mest fyri at koma [...] koma til høvuðsstaðin. Hetta er at traðka liggjandi fólk, tí aðrir møguleikar eru at finna. Á fleiri herðum Í dag gjalda allir føroyingar fyri at koma til Havnar. Allir uttan teir, sum búgva á risunum báðum
við gongdini í Føroyum, eftir at føroyingar valdu at skipa sína egnu kirkju, og Sofie Petersen heldur ikki, at grønlendingar eiga at gera sum føroyingar. -Tað er gott, at føroyingar vóru fyrr enn vit, [...] orku ella umstøður til at átaka okkum hesi viðurskiftini, og tí er tað betur at brúka fyrimunirnar við at vera í kirkjuni í ríkisfelagsskapinum. Vit hava heldur onga orsøk til at uppfinna okkara egna djúpa [...] skal hava, men spyrja teir landsins biskup, Sofie Petersen, nýtist teimum ikki at bíða leingi eftir svarinum. -Eg haldi, at kirkjan skal framhaldandi verða partur av teirri donsku fólkakirkjuni ella kirkjuni
matna. Finnur Fríði fór at sigla seinnapartin í gjár, men teinurin er langur, so tað tekur einar fýra dagar sigla. Men sambært heimasíðuni hjá reiðarínum er prísurin so mikið góður, at tað loysir seg. Felagið
ætlanin at fara undir ítøkiligar samráðingar beinanvegin, so at tær kunnu verða lidnar í so góðri tíð, at málið kann verða lagt fyri Løgtingið í vár. Annika Olsen sigur, at enn dugur hon ikki at siga, nær [...] Annika Olsen sigur, at í næstu viku verður fundur við allar partar í verkætlanini at samráðast um karmarnar og meginreglurnar fyri loyvinum til partafelagið Skálafjarðartunnilin at fara undir verkætlanina [...] nær tað verður klárt at fara undir arbeiðið, tí enn skulu onkrar seismiskar kanningar gerast. - Men so skjótt avtalan um loyvið er avgreidd næsta vár, ber til at fara undir arbeiðið og sjálv boringin tekur
ongantíð nakar panikkur, sigur Bill McLeod Jacobsen. – At vit vunnu, var sjálvandi altavgerandi, men fyri okkum hevði tað eisini nógv at siga, at vit megnaðu at halda nullið. Tað eydnaðist, tí vit høvdu eina sterka [...] sera góðan miðvøll og eitt sera hartarbeiðandi álop. Bill sigur, at sum dystinum leið, valdu teir at broyta spælið, so meira fekst burturúr, at lettar ikki vóru so næskir, sum teir høvdu verið fyrra dystin [...] eingin hevði roknað við og væntað: Vunnið 1-0 á Lettlandi – enntá á útivølli! – Vit vistu, at hetta fór at verða ein torførur dystur. Men okkara menn vístu góðan vilja og gott spæl. Sæð yvir allan dystin
sum skipið ger. Tað er ein sannroynd, at minni og eldri skip hava eitt nógv størri avlop, enn tað er gjørligt at fáa við Skálaberg. Tí hevur reiðaríð í hyggju at útvega annað og meira hóskandi skip, sigur [...] Men tað er nú einaferð so, at tá vit seldu Sundaberg, vistu vit ikki at vit kundu selja Skálaberg. Tað hevði dámt okkum betri, um tað var øvugt. Vit høvdu kunnað hugsað okkum at havt Sundaberg í dag og kanska [...] rogvi@sosialurin.fo Fráboðanin kom í dag, at Skálaberg er seldur til Argentina fyri slakar 200 milliónir krónur, góðar 20 milliónir meira enn skipið kostaði at byggja fyri bara 6 árum síðani. - Skipið er
staðfestir í dag, at hann heldur fast um avgerðina um, at nýggja Heilsutrygdin skal vera í Klaksvík. Tað kunngjørdi hann í Løgtinginum í dag. Hann sigur, at ein orsøk til tað er, at tað fer at gera sítt til [...] vend við og at sandoyingar fáa Heilsutrygdina kortini og at klaksvíkingar so fáa Taks afturfyri. Spurningurin fall tí atGerhard Lognberg hevur tvíhildið um, at tað varð avtalað í samgonguni, at Heilsutrygdin [...] tos um, at stovnurin kortini skal flytast í Sandoynna. Hann varð eisini spurdur um nakað samband var ímillum Heilsutrygdina og tankan um at flyta Taks úr Saltangará til Klaksvíkar, soleiðis at kabalin
heilsumálum, staðfestir, at nú ætlanin er at avtaka sjúkrakassarnar og stovna eina almenna heilsutrygd, ætlar hann sær at syrgja fyri, at allar ognirnar hjá sjúkrakassanum fara at koma øllum teimum túsundtals [...] Tað ætlar hann at gera við at lata teir fylgja við yvir í nýggju Heilsutrygdina. Men hann ætlar sær at tryggja, at teir ikki verða brúktir til vanligan rakstur. Tvørturímóti er ætlanin at marka peningin [...] Landsstýrismaðurin leggur afturat, at tí kann tað ikki vera rætt, at nevndin fyri sjúkrakassarnar fara avstað við pengunum til eina privata sjúkratrygging. - Tað fer tað bara at koma einum fátali av gomlu limunum
heldur ikki so galið at sita í nevndini í einum banka, Eik upplýsir, at nevndarformaðurin fær 384.000 um árið, næstformaðurin 259.000 árliga og hvør nevndarlimur fær 184.000 árliga fyri at sita i nevndini, [...] feløgunum í Føroyum. Serliga er tað í privata vinnugeiranum, at stjóralønirnar eru høgar, meðan almennu partafeløgini eru eitt vet meira afturhaldin við at gjalda tær heilt stóru løturnar. Tó so, stjórarnir í [...] bita av hesum, umframt at tað síðan vóru settir tveir stjórar. Fiskivinnan er ikki heilt eiðasør heldur, hóast bert seks av 25 feløgum á topplistanum eru innan fiskivinnuna, og tað at stjórna tryggingarfyritøkum
kom tað skjótt í lag, at Rex skuldi skipa fyri hesum báðum konsertunum. - Vit hava altíð haft eitt gott samstarv við Rex. Har eru góðar treytir, góð útgerð, og tað er eitt gott stað at náa tann eldra málbólkin [...] málbólkin. Á Hálsi sleppa vit so at framføra til tey yngru, so vit fáa allar aldursbólkarnar við. Tað er jú torført at samansjóða allar málbólkarnar á einum staði, sigur Finnur Jensen. Men hetta eru ikki [...] vit tíma eisini betur og betur, haldi eg. Tað er sjálvandi strævið at útgeva eina tílíka fløgu, men tað er spennandi, og eg haldi, at har liggur okkurt serligt í tí, sigur Finnur. Útgávukonsertirnar hjá