Nielsen. Eftir at hann í tvey ár hevur verið eykamálverji hjá Frem, hevur hann í ár verið nógv sjónligari, tá Jørgen Nielsen varð skaddur. Samstundis hevur hann verið at kalla fastur maður í føroyska landsliðshópinum [...] honum yvir. Meira enn tað sama er talan ikki um í løtuni, sigur Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá føroyska málverjanum. Og tað er einki at ivast í, at hóast okkurt skuldi spurst burtur úr vitjanini [...] vegur eftir hjá Gunnari. Í málinum hevur Newcastle nevnliga írska landsliðsmálverjan, Shay Given, sum verður mettur sum ein av bestu málverjum í Bretlandi. Hinvegin, so man tað júst vera frá slíkum málverjum
progressivi og nýskapandi pallurin í Føroyum. Men teimum átti at verið unt betri pall ella betri ljóðumstøður, um tað altso ber til á open air festivalinum G! Áheitan Konsertir í Grundini eiga heilt vist at halda [...] eina meira intima senu. Tendensurin er greiður, at sera nógv av evnaríku, ungu tónlistafólkunum í Føroyum júst nú hava ein einfaldan, akustiskan, intiman stíl, sum egnar seg til smærri pallar. Áheitanin til [...] tónleikarunum í Føroyum. Men rós til festivalin fyri at skapa nýggja pallin, Grundina, sum er eitt hitt. DJ tónleikurin er akkurát G! Og gestirnir taka hann til sín, tað er onki at ivast í. G!o for it!
John McClane er komin aftur, hann hava vit sæð fyrr sum løgreglumann í Die Hard filmunum, ið hava skriva filmsøgu innan actionfilmin í okkara tíð. Hesuferð roynir McClane at halda skil á teenage dóttrini [...] (Justin Long), men tá fer alt í sorl og støðan gerst hættislig kring alt landið. Tjóðardagin hava yvirgangsfólk sett sær fyri at leggja alla orkuveiting lamna, og alt landið er farið í svart. Bakmaðurin er Thomas [...] superstjørna. Her kom ein heilt nýggj actionhero fram, ið var harðari enn hinir, sum eisni hevði humor og júst hetta gjørdist kult innan amerikanska filmmentan. McClane er ikki nakar Rambo ella ein dreparamaskina
sum koma fyri í søgu og søgn, skulu hava vøkur og upplýsandi skelti. Og frásøgukynstrið skal lívgast, og førast víðari til næsta ættarlið, við at skipa fyri frásagnarkvøldum. At tað júst varð Sandoyar [...] hevur Skúgvoynna sum miðdepil. Og so eru vónir um spennandi fornfrøðilig fund í bønum norðan fyri kirkjuna á Sandi. Tíðliga í summar fara fornfrøðingar at grava her, á Junkarinsfløtti. Símun Arge, fornfrøðingur [...] Søga og søgnir tíðindaskriv Áhugin fyri søgum og søguligari vitan hevur nú fingið betur gróðrarlíkindi í Sandoynni. Fornminnissavnið og Føroya Ferðaráð hava gjørt avtalu við Sandoyar Sýslu Ferðalag, um at
føddur í 1937, útbúgvin silvursmiður og býr á Viðareiði. Í Føroyum hevur hann m.a. havt stakframsýningar við í Listaskálanum og verið við á Várframsýningum. Í Danmark hevur hann m.a. sýnt fram í Sønderborg [...] Sønderborg, Hirtshals og í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn. Vincent van Gogh (1853-1890) spyr bróður sín, Theo, soleiðis: »Kundi tað ikki verið møguligt, at man sær eitt ting betur og rættari, tá man elskar [...] kenslur, sinnisrørslur og ímynd. Tað vil siga, at mála sinnisstøðuna, tí hetta er ein veruleiki, sum júst er avgerandi fyri tann ovurhugaða og sinnisrørda listamannin. Hansara týðuligu penslastrok og sterku
ella fleiri teldum í Mentamálaráðnum norðuri í Havn. Undirritaði ynskir eitt svar, ið vanlig fólk skilja. Anno 2004 hava børn í Sands kommunu ikki ítrótt á tímatalvuni. Rokniarkið í Mentamálaráðnum hevur [...] fingið 10 tals milliónir fleir at ráða yvir. Undirvísingartímarnir í barnaskúlanum á Sandi eru bara fækkaðir í tali síðani einaferð tíðliga í 90´árunum. Á Sandi fara vit at biðja foreldrini ella onnur avvarðandi [...] heita á tykkum, ið júst eru sett at stýa hesum landi, at geva eisini okkara børnum møguleikar at mennast á jøvnum føti við onnur í Føroyum. Tí fari eg enn einaferð at heita á tykkum norðuri í Havn ? blakið
sum hevur handil í Oyndarfirði. Skipað varð fyri móttøkuni í sambandi við útgávuna av bókini, "Úr Oyndarfjarðar søgu", sum høvundurin, Freydis Poulsen, hevur skrivað. Freydis býr í Klaksvík. Mamman var [...] frálíkt verk. - Seinastu næturnar havi eg lisið í bólkini. Hetta eru í flestu førum søgur, sum eg áður havi hoyrt, men her hevur so Freydis megnað at savnað tær í frálíkari bók ? og við góðum og forvitnisligum [...] Svínáum. Nógv fólk var til móttøkuna, bæði fólk, sum búgva í Oyndarfirði og fólk við tilknýti til bygdina. Freydis signeraði Tað var borgarstjórin í Oyndarfirði, Árni Joensen, sum beyð vælkomin, høvdurin segði
Vanja greiður frá: - Vit møttu einum manni í Tampa, ið júst hevði verið í Afrika sum trúboði. Hann greiddi frá, at hann hevði sæð okkum sungið í sjónvarpinum í Afrika. So okkara sangur verður sendur víða [...] framleidd og verður givin út í USA í næstum Hóast systrarnar allar hava drúgvar royndir sum songkvinnur, er hetta fyrsta útgávan hjá teimum saman, síðan útgávunar saman við mammuni í barnaárunum. Hetta merkir [...] verður útgivin í Føroyum, men fyribils er tað amerikanski marknaðurin, ið verður høvuðsmálið. Carlsen systrarnar hava sáttmála við The Revival Ministry og prædikumannin Rodney Howard-Browne í fyriblis eitt
Tjørnunes, stendur í løtuni uppi á Klaksvíkar Skipasmiðju, sum lítla beding í Klaksvík verður rópt. Tjørnunes er brunnbáturin hjá East Salmon. Hann er smíðaður hjá Brøðrunum Petersen í Fuglafiðri og longdur [...] vóru Kjølbro og Dávur í Gerðum, skipari, sum løgdu lunnar undir ta størru bedingina í 1928 og Aksel Olsen og brøður hansara, sum løgdu lunnar undir lítlu beding longu í 1919. Aksel var sonur Húsa-Pól. Bedingin [...] Skipasmiðju er nú í triðja ættarliði og maðurin, sum stendur aftanfyri bedingina í dag, er Martin Olsen. Upp til 100 tons Martin sigur, at teir plaga at vera fýra mans til arbeiðis á bedingini, men í løtuni eru
skulu júst Palleba og Marsanna gjalda undirskoti!! Tað at privat vinnuvirksemi fær slanguna í landskassan er til óbótaligan skaða, tað er so staðiliga prógva við gongdini í 80?unum fram til skrædli í 1992 [...] teimum mest grovu kraddara ferðum í landskassan fyri at veita reiðarum og vinnulívsfólki sosialhjálp. Her fossar millum teori og praksis. Fólkaflokkurin hevur sjongra, nú í ein mansaldur, at Tjóðveldisflokkurin [...] okkurin er tann reina kommunisma. Men nú er so í øllum førum vent í holuni. Nú er tað Tjóðveldisflokkurin, ið er tann meira liberali á vinnuøkinum. Fyri Fólkaflokkin er, eftir øllum at døma, bert talan