eri ordiliga glaður fyri at hava fingið tað í ár. Eg ætli at brúka pengarnar upp á ein kulan tríhjólaðan bil, sum eg havi sæð onkran koyra her í býnum, sigur Hjørtur flennandi. - At mála er nokk betri Sambært [...] at arbeiða her er pengarnir. Eg havi nokk ongantíð fingið so nógvar pengar í løn, sigur Hjørtur. - Eitt annað, sum er ordiliga gott, er at síggja, at man hevur gjørt ein mun, sigur Eyðun. - Ja, sigur Hjørtur [...] sigur Hjørtur stoltur. - Eg eri eisini ordiliga glaður fyri, at vit hava fingið ein so góðan bólkaleiðara, sum er okkum ein góð fyrimynd. Hann er eitt sindur strangur, men tað skal hann jú vera, sigur Eyðun
Rúni Djurhuus --------- Eg eri ein av eigarinum í náttklubbanum Rex í Havn. Ígjøgnum fleiri ár havi eg verið partur av býar- og náttarlívinum, og sum árini ganga, meini eg, at sakførarin hjá politinum [...] tískil at livandi tónleikur er »forlystelser«, men ein cd er ok. Tað stuttliga er so, at eg seti meg at googla á alnótini, nær hátalarir vóru uppfunnir. Ein dani við navninum Peter Laurids Jensen er maðurin [...] jóladag, men 1. jóladagur er liðugur tá klokkan er 00.01 tann 26. desembur. Eg tosaði sjálvandi við ein advokat, og metti hann ikki at nakað skuldi forða fyri, at vit høvdu opið aftaná kl. 00.01. Vit gjørdi
Fyri tann nýggja stjóran er greitt, at ein so stór fyritøka sum hansara, altíð stendur yvirfyri avbjóðingum í framtíðini. - Eg eri væl yngri enn Jákup, men eg havi arbeitt her áður. Hjá mær verður uppgávan [...] mong sum undraðust á, at Eyðfinn Olsen skuldi verða nýggjur stjóri á heilsøluni í Klaksvík. Mundi ein so ungur maður, sum nóg illa var fyltur 25, kunna leiða eina slíka søguríka og stóra fyritøku inn í [...] uppgávan at halda fram við tí arbeiðinum, sum longu er gjørt - og at lyfta tað enn hægri upp. - Tað er ein stór avbjóðing, tað veit eg. Men við góðu starvsfólkunum fara vit eisini at røkka hesum máli, slær
námsfrøðingur í Barnagarðinum á Teigunum á Sandi. Og eg havi ikki hoyrt eitt orð um, at kommunalpolitikarnar hava framtíðarætlanir um at byggja ein nýggjan stovn til okkara smáu borgarar. Í Barnagarðinum [...] tað Lítli Teigur, ið er ein útibarnagarður, ið í løtuni rúmar 24 børnum. Útibarnagarðurin, Lítli Teigur, sá dagsins ljós fyri knapt 5 árum síðani, tá Sands kommuna fór undir ein leigusáttmála við Zion á [...] Gamli skúlin hevur tænt fyri seg, hann er meira enn 125 ára gamalur. Ein vildi hildið, at hann fyri eftirtíðina kundi verið gjørdur um til eitt fornminnissavn, tí skúlin jú, í sjálvum sær, er eitt fornminni
1. sámuelsbók byrjar við at ein kvinna, Hanna, biður Gud geva sær ein son, so skal hon geva Gudi hann aftur. Hanna varð bønhoyrd, fekk sonin Sámuel, og gav Harranum hann aftur, sum hon hevði lovað. Sámuel [...] fyri HARRANUM undir Eli. Orð HARRANS var sjáldsamt á teimum døgum - sjónir vóru fáar. 2 So var tað ein dagin, meðan Eli lá og svav, har sum hann var vanur at liggja - eygu hansara vóru nú so farin, at hann [...] eri eg!" 5 Hann skundaði sær so til Eli og segði: "Her eri eg - tú rópti meg!" Men hann svaraði: "Eg havi ikki rópt teg - far bert aftur og legg teg!" - So fór hann og legði seg. 6 Tá rópti HARRIN uppaftur:
sum at Edmund hevði givið Sámali Peturi heimild til at selja Teistan. Hettar er ein tann vánaligasta umberingin eg havi hoyrt. Øll menniskju í leiðandi størvum hava jú eitt ella annað slag av heimildum [...] kann sigast, at foreringin av Teistanum og harvið steðgurin hjá Smyrli, var størsti skelkurin eg havi upplivað í flutningshøpi. Eg vil seinni í aðrari grein koma nágreinligari inn á spurningin um sko [...] Åleeksport í Sosialinum í gjár gevur føroyingum av grovfílini. Eisini sóu vit í Degi og Viku samrøðu við ein líka so ónøgdan fiskaútflytara úr Gøtu. Lat meg fyri góðan ordan skuld endurtaka nøkur orð hjá Jóannes
Men hvat er ein rættvís loysn á bankamálinum, hevur Poul Nyrup Rasmussen eitt boð upp á tað? ? Ja, tað havi eg, men tað fari eg ikki at siga meira um, fyrr enn samráðingarnar byrja. Og ein akseptabul loysn [...] hevur sett ein serfrøðingarbólk, sum er komin við nøkrum niðurstøðum, sum í løtuni eru grundarlag fyri teimum samráðingum, sum eru í landsstýrinum. Samstundis hevur løgtingið eisini sett ein bólk, sum skal [...] ? Eg haldi, at tað er ein óheppin støða, at fara undir samráðingarnar um bankamálið, meðan tit eru í valstríðið. Men ynskja tit tað, so gera vit tað, sigur Poul Nyrup Rasmussen, sum leggur afturat, at
fekk hon ein leiklut í sjónvarprøðini Santa Barbara. Her vóru spældar heilar 167 filmir. ? Tá ið eg var í Hollywood sá eg næstan dagliga teir mest kendu sjónleikararnar. Soleiðis er lívið har. Ein annar stórur [...] ? Tað var ikki ein lættur leiklutur, eg hevði í filminum Agnes. Filmurin kravdi nógv av mær bæði likamliga og sálarliga. Kropsliga at eg skuldi vera sterk, og sálarligar at eg skuldi geva til kennar kenslur [...] hesar kenslurnar fyrr enn upptøkuliðið vóru nøgdir við upptøkurnar. ? Nú siti eg saman við øðrum til ein minutt áðrenn upptøkurnar. Tá ið upptøkurnar skulu gerast, fái eg fram tær kenslurnar, sum eru ætlaðar
úti í heimi. StÍF vann á Kosice í fyrsta umfari av Evropa Cup fyri meistarar. Men áðrenn tað, er tað ein dystur sum skal spælast, og saman við leikarunum hevur Jónleif Sólsker, leikandi venjari, gjørt sítt [...] venjingardystir. - Hetta er fyrstu ferð, at eg fyrireiki meg til Evropa Cup dyst, sum venjari. Eg havi fyrr verið vð sum spælari, men hetta er fyrstu ferð eg eri venjari, sigur Jónleif Sólsker. Saman við [...] virka avslappaðir hóast uppgávan virkar øgiliga stór. Eru væl fyri Spælararnir hjá StÍF hava gjørt ein megnarinnsats, síðani avgerðin varð tikin um at fara við í altjóða kappingina. Jónleif vísir stoltur
framstigið at vera at Smyril fer at sigla fleiri túrar. Ein seinur kvøldtúrur Eitt nú heldur løgtingsmaðurin, at tað hevur stóran týdning at leggja ein túr úr Havnini til Suðuroynna seinni á kvøldi, so at [...] Nýggi Smyril er okkara landsvegur til meginøkið í Føroyum. Og Hann er ein landsvegur, sum skal vera opin so nógv sum gjørligt. Tað heldur Hergeir Nielsen, løgtingsmaður. Hann sigur, at ongin ivi er um [...] Havnina. Nú fæst altíð tann farmur við, sum ætlanin er at fáa við. Samstundis styttist siglingstíðin ein hálvan tíma. Men kortini heldur hann, at fæst nýggi Smyril ikki at sigla meiri, er talan hóast alt