um góðkenningina longu í februar, har alt tað formliga var avgreitt. Longu í næsta mánaði fær Jan eina stóra dómarauppgávu, tá hann í Sheffield í Onglandi skal døma tveir dystir í European League-kappingini [...] á skeiðum í hálvtfimta ár, hevur Jan Hentze umsíður fingið prógv fyri, at hann nú hevur fulla góðkenning sum altjóða flogbóltsdómari. ? Hetta hevur tikið sína tíð, men tað var ein stórur dagur fyri meg [...] dómaramerkið upp í hondina, sigur Jan Hentze, sum ikki dylur, at hann er ovurfegin. Stórir dystir fyri framman ? Eg havi eisini bíðað leingi, tí eg fekk síðstu undirskriftirnar upp á pláss í november mánaði
Wenzel ger í lesarabrævi viðmerkingar til tíðindini í Degi og Viku um útsøluprísin á nýggjum bilum í Føroyum. Dagur og Vika hevur víst á tvær sannroyndir: Tað ber til sjálvur at bíleggja sær ein nýggjan bil [...] spara millum 20.000 og 50.000 krónur í mun til lýstu útsøluprísirnar. Hetta er ein upplýsing, sum kann hava týdning fyri nógvar føroyingar. Í øðrum lagi varð víst á í Degi og Viku, at hóast avgjøldini á [...] at bilasølurnar í lýstu útsøluprísunum leggja so mikið nógv upp fyri, at ráð verður at geva sera góðan prís fyri ein brúktan bil í býti. Men tann spurningurin er ikki enn viðgjørdur í tíðindasendingunum
sigur skemtiligi Søholm. Í næstu viku verða nett hundrað ár síðani tónaskaldið Giuseppe Verdi doyði. Tað kunnu vit hátíðarhalda í Norðurlandahúsinum í august, tá pallurin í stóru høllini verður karmur [...] Prædikarin. Og beint fyri jól fingu vit høvi at lesa hann í nýggjari, dagførdari útgávu, Prædikaran í Bíbliuni. Ja, eisini við hátignarligum skreytmyndum, eins og leikandi teldutøka. Eisini sviar fingu nýggja Bíbliu [...] úr Arhus, tekur hvørt ár støði í rundum føðingar-, deyðs- og merkisdøgum, sum hann so setir í bókmentunarligt ljós. Millum annað hundrað ára dag Heðin Brús hin 17. august í ár. Hann prentar frímerkið frá
varð stungin uttan fyri Føroya Rætt – les alla søguna fyri fyrstu ferð í Vikuskiftis Sosialinum í kvøld. »Tann 4. mai 2010. Ein dagur, sum Finn Ougaard, táverandi varafúti, ongantíð fer at gloyma. Beint [...] blóðuga knívin á diskin og bað tey ringja 112.« Vikuskiftis Sosialurin kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin. Blaðið fæst eisini teldutókt á www.sos.fo [...] beint framman fyri Finn og sigur: »Her er ikki nøkur hjálp at heinta«. Alt í einum hevur hann hann tikið knívin fram og stungið hann í vinstra lær. Finn kendi onga pínu og tók tann blóðuga knívin upp av vegnum
Veðrið hevur verið til vildar og væl av náta í vertíðini í ár. Hóast teljing í Skúvoy í ár vísti, at munandi minni er til av náta í ár, so hava royndirnar víst, at minst líka nógvur náti hevur verið at [...] ár. Í Nólsoy hava tríggir bátar tikið burtur av, meðan nakrir hava verið onkran túr. Roknað verður við, at millum 4.500 og 5.000 nátar eru komnir upp á land í Nólsoy. Mikudagurin var seinasti dagur, at [...] at menn royndu, men tá var liðið so mikið langt út, at bert ein farri av loti merkti, at nátin fór á flog, og hósdagin var vindur. So nú er vertíðin av á hesum sinni.
Í dag er fyrsti mai, sum er altjóða arbeiðaradagur. Hátíðarhildið verður á Vaglinum í Havn seinnapartin, og eitt hátíðarhald verður eisini í Vestmanna seinni seinnapartin. Tað vísur seg tó, at uppmøtingin [...] seinastu árini. Hetta er harmiligt, heldur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag. -1. mai hevur líka nóg at siga fyri arbeiðaran í 2017, sum hann altíð hevur havt. Vit hava tørv á, at markera teir [...] ígjøgnum. Hvør stavur í sáttmálanum er komin við strevi og stríði, og tíverri gevur fólk sær ikki far um tað. Georg F. Hansen leggur afturat, at tað tó er so nógv annað hjá fólki at fara til í dag, og tíðirnar
– Í dag var ein søguligur dagur í søguni hjá Vága Floghavn. Fyri fyrstuferð nakrantíð lendi eitt rutuflogfar frá SAS í Vágum og tað helt leiðina aftur til Keypmannahavn kl. 11.10 Tað sigur Jákup Sverri [...] Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. – Vága Floghavn fegnast um, at tað nú hevur eydnast at fáa kapping í lag aftur á føroyaleiðini millum Keypmannahavn og Vágar, eftir at kapping ikki hevur verið síðan 2006 [...] treytir og enn betur prísir til Keypmannahavnar og víðari út í heim hjá teimum sum hava tørv á tí. – Tað er ikki nøkur loyna, at leiðslan í Vága Floghavn síðan 2012 hevur arbeitt miðvíst við at fáa fleiri
telur. Manchester United tók í kvøld ímóti Ajax í 1/16 finaluni í Evropa League á Old Trafford. Enska meistaraliðið vann fyrra dystin 2-0 og kom á odda tíðliga í dystinum í kvøld. Dimitar Berbatov legði [...] Manchester United tapti í kvøld móti Ajax og Ryan Giggs kom ikki á vøllin til sín dyst nummar 900. Tað ljóðar sum ein minni góður dagur fyri Sir Alex Ferguson og hansara menn, men liðið kom víðari samanlagt [...] teir bara hava eitt afturat fyri at koma víðari. Tað endaði tó við einum samanlagdnum sigri á 3-2. Í næsta umfari er mótstøðan Athletic Bilbao. Ryan Giggs kom ikki á vøllin og spældi sostatt ikki sín dyst
deyður í 935. Sonur hertogan Vratislav í Bøhmerlandi. Av øvund læt heidni bróðirin Boleslav hann myrða. Gjørdist verndarhalgimenni hjá Bøhmen og er jarðaður í Sankta Vensils Kapelli í Vituskirkjuni í Prag [...] heiðurkrýndi”. 29. september. Mikkjalsmessa. Dagur hildin høvuðseinglinum Mikael til heiðurs. Ein av teimum mishalgidøgunum, sum nógv hevur verið hildið um í Føroyum, serstakliga av tí, at hann hevur verið [...] verið so nær knýttur at seyðahaldi. Líka í hesi øldini vita fólk um at siga, at lestur hevur verið lisin mikkjalsmessudag eftir teksti úr Opinberingini (kap. 12, 7-12). Bíbilska navnið Mikael merkir ”hvør
6. november er settur sum Operatión Dagsverk dagur í ár. Henda dagin fara næmingar á miðnámsskúlum í Føroyum út at arbeiða ístaðin fyri at fara í skúla, og peningurin, ið teir fáa afturfyri fer til eitt [...] . ? Í ár fer peningurin til børn hjá fyrrverandi ognartrælum í Nepal. Trælirnir vóru leysgivnir fyri tveimum árum síðani, men frælsið hevur ikki ført betri livikor við sær, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi [...] eitt vælgerandi endamál. Operatión Dagsverk er ein óheftur hjálparfelagsskapur, ið studentar hava tikið stig til og stýra. Fólkini í O.D. arbeiða sjálvboðið, og miðað verður ímóti, at mest møguligt av innsavnaða