útgávukonsert í Løkshøll í Runavík á mentanarvikuni. Tiltakið verður fríggjakvøldið 25. oktober, og tað er Ungdómshúsið á Toftum, sum skipar fyri. Konsertin í Løkshøll verður serstøk, tí Týr koma júst úr Runavík [...] ari í Týr, sigur um luttøkuna hjá bólkinum á mentanarvikuni, at teir gleða seg serstakliga nógv til at spæla í Runavík - og so í Løkshøll aftrat. - Tað er alt ov sjáldan, at høvi býðst at spæla í okkara [...] Týr. Síðani teir byrjaðu at spæla í 1998 og slóu sítt navn fast við "Orminum langa" í Prix Føroyum 2001, hevur serføroyski bólkurin verið sera væl umtóktur, eisini úti í heimi. Við eini røð av dygdargóðum
at fólk við øðrum átrúnað enn kristna búgva í Føroyum. - Hví heldur tú tað vera í lagið, at útihýsa øllum í okkara samfelag, sum ikki taka undir við júst tíni trúgv? Kundi tú hugsað tær, at tey øll rýmdu [...] Tað var í svari sínum til Bjarna Djurholm um ræðuleikarnar, sum IS fremur í Miðeystri, at løgmaður legði dent á leiklutin, sum kristna trúgvin spælir í Føroyum. - Tað er ongantíð so týdningarmikið sum [...] varðveita okkara samkenslu. Vit skulu berja okkara fremmandahatur niður. Vit skulu vera besta land í verðini at búgva í – fyri øll. Hesi virðini eru ikki kristin. Tey eru menniskjanslig. - Tí eg kann gott fortelja
nervaði teir í Fleyr tað stóra. Nú bara trý umfør eru eftir, fortelur stigatalvan, at Fleyr longu mestsum hevur vunnið sær neyðuga fyrimunin, ið fer at tryggja pláss í finaluni, sum verður ímóti júst ÍF, ið [...] at avgera flogbóltskappingina í Eikligunum hjá kvinnum og monnum við FM-finalum, hevur Fleyr enn ongantíð verið annar av finalistunum hjá monnum, men nú verður øðrvísi. Í øllum førum er greitt eftir dystirnar [...] hava mist momentum í sínum avrikum. Leygardagin megnaðu teir ikki at halda tætt ímóti Mjølni, sum annars er við at byggja sær eitt nýtt lið upp og tí ikki óvæntað hevur ligið aftast í allan vetur. Unga
- Legurnar eru vanliga í Nesvík, men í fjør gjørdist ov trongligt har, og tí endaðu vit í Nólsoy við einum parti av konfirmantunum. Í fjør vóru vit 90 konfirmantar, í ár eru vit 115, sigur Anne Mette Greve [...] sigur Anne Mette Klemensen.?? Ein partur er at hugna sær saman, og í góða veðrinum leygardagin runnu allir konfirmantarnir postarenning.?? - Í ár eru vit sum nevnt 115 konfirmantar, og teir koma frá Fuglafjarðar [...] Ternuni klokkan 16.20, og tey fóru inn aftur sunnudagin klokkan 13.30 úr Nólsoy.?? Myndin er tikin í kirkjuni í Nólsoy, har konfirmantarnir savnaðust undan »lagkøku-postarenningini« klokkan trý leygardagin
Luksemborg. Í 2007 spældu Føroyar Challenge Trophy kapping í Luksemborg, Luksemborg vann 31-25 á Føroyum. (...) Eingin av føroysku leikarunum, sum eru úttiknir til hópin hesaferð vóru við í Luksemborg í 2007 [...] hald og les alla greinina í Ítrottarsosialinum við at trýsta HER Síðani kappingina í Luksemborg hava Føroyar fleiri ferðir roynt seg ímóti dagsins mótstøðuliðið. Ein javnleikur í 2012 var besta úrslitið [...] sigur beinleiðis frá dystinum Brot úr grein í Ítrottarsosialinum mánadagin 6. januar: (...)Á útivølli er Slovakia vanliga væl veikari, og hetta sæst eisini aftur í ræðuliga úrslitinum, sum tað var at tapa
hesi eru í uppskoti at gerast Ársins Ítróttanavn: Høgni Kunoy Dávason, taekwondo Tað var eitt bragd av teimum heilt stóru, tá ið Høgni í januar gjørdist norðurlendskur meistari í taekwondo í aldursbólkinum [...] kom á mál í HM-finaluni í einmansróðri í august, bert tríggjar hundraðpartar frá fyrsta plássinum. Umframt HM-silvur, hevur Sverri eisini vunnið tvey gullheiðursmerki á World Cup-stevnum fyrr í ár. Sverri [...] hevur hann uppá stutta tíð givið eini nýggjari ítróttagrein pláss í føroyska ítróttaheiminum, hetta við taekwondo felagnum Hwarang í Søldarfirði, har Høgni er venjari hjá nógvum dugnaligum taekwondo íðkarum
pengum. ##med2## Lyon hevur í fleiri ár verið eitt felag, sum hevur kappast í oddinum í fronskum fótbólti, og hevur bkóaða av í Champions League, har felagið í løtuni er á odda 1-0 í 1/8 finaluni móti Juventus [...] toppítrótti í summar. Tað hevur skapt mikið rok í fronskum fótbólti, har serliga trý feløg kenna seg fyri órøttum. Søguríka Lyon, sum seianstu nógvu árini hevur verið millum fremstu feløgini í Fraklandi [...] League ella Champions League. Í felagnum eru tey sannførd um, tað hevði felagið rokkið um kappingin bleiv spæld liðug. Forsetin í felagnum er bersøgni Jean-Michel Aulas. Hann hevur í skrivi til landsinsmynduleikar
geva – áhaldandi, stendur millum annað í tíðindaskrivinum frá Klaksvíkar sjónleikarafelag. – Tí hevur tú nú møguleika at seta í verk hjálparpakka 4, ið kann koma í staðin fyri atgongumerkið, tú annars hevði [...] Eftir at innihaldið í hjálparpakka 3 varð avdúkað fyri viku síðani, birtist vón í bløðandi amatørleikara hjørtum Klaksvíkar sjónleikarafelags. “Vit eru listafólk. Vit fáa eisini pakka!” vónaðu vit. Tað [...] ikki, tí eitt hvørt yvirskot ið hevði staðið av Norðoyastevnuteitinum, skal beint í landskassan aftur. Og tað er júst á Norðoyastevnu, at vit við tiltikna teitinum, hava møguleika at fáa eitt yvirskot
Vetrarferðavinnan var júst byrjað í Tasiilaq, tá covid-19 rakti Grønland, og myndugleikarnir gjørdu at, at landið skuldi niður í ferð. Men, tað er eftir øllum at døma ikki avmarkingarnar, sum fylla so [...] Hjørdis Viberg, sum er úr Føroyum, men býr í Tasiilaq. Hon vísir á, at ferðafólk, sum vóru í grønlendska býnum, tá umfarssóttin fór at gera um seg, merktu væl, at fólk í býnum vóru óttafull. Ferðafólkini hildu [...] heldur, at korona-avmarkingarnar eisini vísa, hvussu ymisk samfeløgini í Grønlandi eru, og hon vísir á, at borgarar í Tasiilaq eru ikki í kreppu, tó at tey ikki sleppa framat á einari hárfríðkanarstovu. -
svimjikapping í landinum. – Koronafarsóttin forðar í ár fyri, at vit kunnu hava áskoðarar í høllini, sum vanligt. Júst tí er meira umráðandi enn nakrantíð, at kappingin sæst heima í stovunum í Føroyum. Vit [...] Svimjifelag sigur soleiðis í mótmælisskrivi, sum er sent stjóranum í Krigvarpinum, Ivani Niclasen: – Nú bórust tíðindi um, at Kringvarpið ikki ætlar at senda frá FM í svimjing í ár. Hetta kemur sera óvart [...] Havnar Svimjifelag. Havnar Svimjifelag vísir á, at beinleiðis sjónvarpað FM í svimjing í Kringvarpinum hevur verið fastur táttur í mong ár. – Kringvarpið hevur framleitt hesar framúrskarandi sendingar, sum