søgu at lýsa, alt frá fuglum í Sumba til gamla bóndalívið í Sandvík. Faldarin er tí ætlaður at geva íblástur til, hvat er at uppliva á ymisku søvnunum og í ymisku bygdunum í oynni. Flestu søvnini eru einans [...] venda sær til kunningarstovurnar í oynni. Hví ikki fara á savnsmarathon í Suðuroynni? Faldarin er ókeypis, og er at fáa í Miðlatún í Vági og á kunningarstovuni á Tvøroyri. Hann kann eisini lesast talgilt her
píli í norska býnum Kongsberg, er varðhaldsfongslaður í fyribils fýra vikur. Í hesum tíðarskeiði sleppur eingin at vitja mannin, og hann sleppur heldur ikki at lesa, hvat miðlarnir skriva. Fyrstu tvær vikurnar [...] tilvildarlig fólk. Espen Andersen Bråthen er skuldsettur fyri fimm dráp og fyri at hava meiðslaði trý onnur fólk. Sambært verjanum, viðurkennur hann tað, sum er hent. [...] siga, at av teimum trimum, sum vóru innløgd við skaðum eftir álopið, eru øll nú útskrivað aftur. Tað er ikki greitt, hvørjir skaðarnir hjá hesum fólkum eru, tí tað hevur løgreglan ikki upplýst, men eingin
tíðindini. Hann sigur, at stjórin er sjúkrameldaður, men at ein fráfaringaravtala er gjørd við hann. Avtalan er galdandi frá 1. mai, men landsstýrismaðurin vil ikki siga, hvat liggur í henni. Hann vil heldur [...] Tað er nú greitt, at Strandferðslan skal hava nýggjan stjóra. Hilmar Eliasen, sum hevur verið stjóri seinastu árini, fer nú frá. Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Hilmari Eliasen sjálvum
verða millum teir handtiknu. Enn er ikki greitt, hvat motivið var. Hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, sigur, at tilburðurin er eitt álop á fjølmiðlafrælsið, sum er avgerandi fyri samfelagið og fólkaræðið [...] skotin. Fleiri vitni sóu tilburðin, og vakmyndatól hava eisini filmað hendingina. Peter R. De Vries er kendur fyri at avdúka viðurskifti í brotsmannaheiminum, og hann hevur fingið fleiri virðislønir fyri
kommunu framførir trúliga kabarett á hvørjum ári á eystanstevnu. Í so máta er árið í ár er einki undantak. Spurningurin er so, hvat fólk kunnu vænta sær av kabarettini, sum í ár hevur fingið heitið Millum [...] seg um gerandis hendingar í Føroyum, eitt nú um, tá SEV koplar frá, og tá netið verður álopið. Eisini er bindiklubburin komin afturíaftur, har damurnar viðgera nøkur lokal mál. Úr Runavík verður sagt, at
Vilhelm Johannesen, sum er í formansskapinum í Løgtinginum, heldur ikki, at Edmund Joensen eigur at brúka sítt formansheiti í sambandi við valdømisuppskoti -Eg má siga, at tað er óheppið, at løgtingsskrivstovan [...] okkum uppí, hvat Edmund ger sum vanligur tinglimur, sigur Vilhelm Johannesen. -Eg skilji ikki, hví løgtingsskrivstovan letur Edmund Joensen brúka heitið løgtingsformaður í uppskotinum, tí tað er Edmund sjálvur [...] mann, tá hann legði uppskotið fram. Tað sigur Vilhelm Johannesen við Norðlýsið. Vilhelm Johannesen er ein av fýra í formansskapinum í Løgtinginum. -Tá vit viðgjørdu málið í formansskapinum, fekk Edmund
Johan Nielsen, venjari hjá NSÍ, er serliga fegin um, at verjuparturin nú riggar, sum hann skal. Vit spurdu hann, hvat orsøkin er til góðu gongdina í løtuni. - Spælið er farið at glíða frægari, og verjuparturin [...] spældi illa í byrjanini av kappingini? - Ja, vit lótu øgiliga nógv mál inn, staðfestir Johan. NSÍ er nú við aftur í oddastríðnum, men NSÍ-venjarin vil ikki seta sær nakað stórt mál. - Vit skulu bara halda
umframt at skemt og felagssangur er á skránni. Atgongurmerki kunnu keypast í Lissuni, Brá og Inn við Norðskála. Seinasta freist er fríggjadagin 27. mars kl 22. Tað er ikki nøkur treyt at vera ein bindiklubbar [...] eru Lovisa Ellendersen, fysioterapeutur, sum fer at fortelja um hvat vit kunnu gera fyri at fyribyrgja bindimyosum, og um hvussu ryggurin er settur saman. Harafturat fer sniðgevin Katrina í Geil, at greiða
og Frem, og so mugu vit síggja hvat hendir, sigur Anders Theil. - Hvørt vit spælda í Silkeborg sunnudagin, ella ikki, verður greitt í morgin, men tað er sjálvsagt, at tað er ógvuliga frustrerandi fyri meg [...] spælarar hjá Frem, har Atli Danielsen og Jón Rói Jacobsen spæla, eru fangaðir í einari støðu, sum ikki er nøktandi fyri nakran. Hetta ger venjarin, Anders Theil greitt yvirfyri bold.dk: - Vit hava ikki vant [...] skulu spæla sunnudagin, so snýr tað seg um hvør ynskir at sleppa at spæla, og um ein bjargingarætlan er tøk. Har eru nógvir spurningar, sum skulu svarast í morgin, undirstrikar Anders Theil. Anders Theil
umhvørvi«. Rithøvundur er Christoffur Jensen. Heftið er ætlað landalæru og samtíðarkunning í framhaldsdeild fólkaskúlans. Í hesum arbeiðshefti verða menniskjans vinnuvegir viðgjørdir. Hvat vit virka, hvussu [...] virka. Meðan arbeitt verður við hesum uppgávum, fer ein ivaleyst at koma eftir, at ein ávís skipan er í alheimsvinnu, vørunýtslu og tænastum og tí eisini í handilssamskiftinum á hesum økjum. Ein fær eisini [...] útvarpi og sjónvarpi. Gramar á Velbastað hevur sett og umbrotið, og Einars Prent hevur prentað. Heftið er 17 síður til støddar og fæst fyri 15 krónur.