er Eliesar eisini virkin í svimjifelagnum Skeggjar í Gøtu. Hetta dámar honum sera væl, og hann hevði so víst ætlað sær at luttikið í svimjikappingini sum um vikuskiftið verður í Klaksvík. Tíverri fyri hann [...] familjuni í Suðuroy um vikuskiftið. Hagar fara foreldrini, í hvussu so er mamman, og tí fer hann neyvan við til kappingina hesaferð. 14 næmingar Í sambandi við at nýggjur dagstovnur er bygdur í skúlan, eru [...] gjørdar í skúlanum, m.a. hevur hann fingið nýggja høvuðsinngongd. Við skúlan eru umframt Hall Ellingsgaard, ein fastur lærari og ein vikarur. Næmingatalið er í løtuni 14, men eingir næmingar eru í 3. og
sníkti seg í millum í kvøld eisini, eg haldi t.d., at eg segði hon um ein málning, flennir Hans Tórgarð. ? Men víðvíkjandi leikstjórn, so var eingin trupulleiki, tí tá eg skrivaði leikin var eg heima í 3 mánaðar [...] danska mentamálaráðharran, fyri at hava sagt í 1997: " Ein málari, sum einki selur, kann ikki vera ein rættur listamaður". Eisini nýtir Hans hetta í leikinum, tí júst hetta var ein trupulleiki hjá van Gogh. [...] leikin á svenskum, tí eg hevði eisini brøvini í svenskari týðing. Tað vísti seg, tá eg skuldi fara at umseta, at tað gekk ikki so væl. Eg var ov djúpt inni í tilfarinum, eg fekk ikki frástøðu. Eg bað so
sum Suni Merkistein kallaði tað í ítróttartíðindunum í útvarpinum sunnukvøldið. Men til poengið, sum eg var inni á í áðni: Eru Føroyar ein landsliðstjóð, sum hesi 17 árini í altjóða fótbólti hava flutt okkum [...] vóru vit trýstir í botn stórt sæð allan dystin Anyway, tað er úrslitið, sum telur. Seinnu árini hevur verið langt ímillum bragdini hjá landsliðnum, og í fjør var heilt galið, men í seinastuni hevur okkurt [...] hetta vóru vit eisini í seks og ein hálvan minutt inn í dystin leygardagin, men so datt alt á niðurfyri. Frá at hava spælt upp á “undermod” øll tey fyrstu árini við at pakka okkum niður í verjuni, til at tora
Tá eg komi úr Norðoyatunlinum, fegnist eg um, at tað júst hevur slitið í, og vendi oman í Borðoyarvík. Sláimaskinan dundrar, og Jógvan í Gerðalíð stendur dýggjvátur av regninum og slær grasið av fullari [...] fari oman aftur í bilin og koyri niðan móti húsinum. Lítla løtu seinni síggi eg longu bilin hjá Jógvani í bakspeglinum, og vit fylgjast niðaneftir. Vit seta bilin í túnið, Jógvan fer inn í kjallaran, og [...] og eg inn í køkin til konuna, Astrid. Í Gerðalíð-húsinum er blíðskapurin í hásæti. Astrid býður mær inn og setir ketilin útá. Lítla løtu seinni pikkar spakuliga upp á dyrnar: - Á jøssus, nú er tað Jógvan
Tað er fyrrapartur á degi, og nakað av kulda er í luftini. Veðrið er gott, nú klokkan er farin beint av tíggju, og eitt frekt æl júst er farið framvið. Í bygdini er ikki nógv lív at síggja hesa løtuna – [...] bilførararnir mugu ansa sær eina eyka ferð í hálkuni. Onkur hendinga bilur fer eisini strúkandi framvið hesum eina persóninum, sum er til gongu hesa løtuna. Her, mitt inni í sjálvari bygdini er Erik farin ein [...] 147 fólk her, men í dag eru tey nærum 100 fleiri. Men fyri Erik hevur tað einki havt at siga at skula búgva soleiðis á bygd. Her trívist hann væl. - Tað var sjálvandi fínt at búgva í Havn, men mær dámar
egna lív er í dag at særa sjálvkensluna hjá kvinnum. Hvat er tað fyri nakað, sum verður gjørt móti kvinnum í Føroyum? Er tað ikki júst hetta, at taka ræði frá kvinnum og svína tær niður í sand og øsku [...] kunna finna júst tað arbeiði, sum passar teimum best. Og ikki sum í dag, kvinnur noyðast at verða á sama arbeiðsplássi í fleiri ár, sjálvt um arbeiðsplássið ikki hevur nakran týdning fyri tær í longdini. [...] Í føroyum eru nógvar kvinnur arbeiðsleysar og hava verið tað í langa tíð. Tað er soleiðis blivið, at kvinnur ikki skulu rokna við at fáa arbeiði, tí tað er ein sjáldsom hending í Føroyum. Eisini skulu
nýggjum landi vendu sær í flognum sum rovfuglar við sterkum klóm og fremmandum eygum Hetta sigur Rói Patursson í eini yrking, og soleiðis kenst tað viðhvørt, tá tú sum politikari tekur lut í almenna kjakinum [...] síðsta val. Og avtalur eru grundarlagið undir øllum politiskum arbeiði. Sum Tobbi segði í sjónvarpinum í farnu viku: Í politikki ræður um at vera loyalur og halda avtalur. Men tað ræður eisini um at vera [...] úrslit á tingi í dag. Men mátin, tað hendi uppá, reisir spurningar, sum vit mugu kunna viðgera - leyst av júst hesum málinum. Millum annað um tað er rætt, at varalimir hava so stórt vald í okkara skipan
avbjóðingum, sum samfelagið setir. Umstøðurnar hjá ungum í útbúgving mugu og skulu bøtast munandi, skulu okur í hesum samfelagnum fáa ágóðan av tí, sum í ungdóminum bylgist, og sum má fáa gróðrarlíkindi. A [...] búskaparliga grundarlagið meira fjøltáttað. Og júst hetta metir Fylkingin vera størstu avbjóðing føroyinga, nú farið verður inn í nýggju øldina. Havast má í huga, at tøknifrøðin er ikki gagnnýtt. Okur hava [...] fara inn í hesi øki, og týna tann stóra toskin, sum er týðandi partur fyri at varðveita henda stovnin. Havast má í huga, at tað eru ikki smábátar, sum týna stovnin. Latið okkum tí virka fyri, at júst henda
Neyvan man nakar føroyingur ivast í, at vit í roynd og veru bert hava eina høvuðsvinnu, ið heldur meginpartinum av føroyska búskapnum uppi. Hetta kom Reidar Nónfjall, formaður í búskaparnevndini, ið hevur skrivað [...] nar út í verki. ? Skipanin, sum Ísland og Danmark valdu og sum onnur lond eisini hava valt er eisini ein góð skipan. Hendan skipanin merkir, at vit fyrst staðfesta, at allar heimildir liggja í Føroyum [...] uppá at viðgera í tinginum. Men fyri meg er tað avgerandi, at vit fáa einar frælsar Føroyar við fullum fullveldi. Vald ikki neyðugt Hvítabók vísir á, at tað finnast 15 sjálvstøðugar tjóðir í heiminum við
hóast júst sami Høgni helt, at tað var í fínasta lagi at seta føroyska sendistovu á stovn í London, meðan hann og hansara sonevnda fullveldissamgonga sat í Tinganesi, og júst á donsku sendistovuni í bretska [...] Eidesgaard, vísir á í bløðunum, at vit fysiskt flyta í egin hølir í Reykjavík, við okkara egna flaggi, Merkinum, í húnar hátt og veðramerki føroyinga á sjónligum staði. Men hetta er ikki í lagi hesaferð, sambært [...] ein praksis á uttanríkispolitiska økinumm í London, annar í Reykjavík – minnir mest um holbergskt skemt! Onkur fór enntá so langt í tjóðskapaligum herðindum í løgtinginum, sum at krevja republikkina setta