søguna at virka so veruliga, sum gjørligt. – Tað ringasta, ein journalistur kann gera í dag, er at vera ov góðtrúgvin og breiða disinformatión uttan at vita av, at tað er disinformatión. Tað hendir tíverri [...] tíverri av og á. Ofta fer journalisturin og rættar sítt mistak og biður kanska um umbering, men tað er ikki nóg gott. Vit skulu royna at sleppa av við hetta fullkomiliga, sigur Grabe. Journalistar hava eina [...] ábyrgd fyri at koma ósannindum í miðlaheiminum til lívs. – Eg haldi, at journalistar eiga at hava evnini at skyna klárt og týðiliga ímillum disinformatión og sannleikar á sosialu miðlunum, og í sama sambandi
løtur í bøð og haga, tað fjálga heimið har vit búðleikaðust, so fjálgt og gott, har guðstrúgvin var ein partur av okkara uppaling, pápi var ein trúfastur kirkjugangari, og hetta kom eisini at seta sín [...] mjólkast og ambætast, tá heystið kom og fjøllini vóru gingin, var ein fragd hjá okkum børnum, tað var ein sannur veitsludámur, sum vit minnist tað. Men tað var tungt arbeiði hjá teimum vaksnu, og ikki minst [...] høvdinum, og visti mong tíðindi at tosa um, mamma var sera røsk at binda, á yngri árum bant hon mangt plaggið, bæði til børn og vaksin. Á ellisárum hugsaði hon eisini um ommu- og langommubørnini, og hava tey
soleiðis, at bæði skúlin í Søldarfirði og tann í Rituvík eru niðurlagdir. - Vit eru fegin um, at vit ikki longur skulu flyta ímillum so nógvar skúlar. Tað fer at gera arbeiðið hjá okkum lættari, og samstarvið [...] har pláss er fyri umleið 130 fólkum. Sum vera man, eru fólkini kring skúlan fegin. - Onkur sigur at vakrir tankar trívast í vøkrum umhvørvi, og tað skuldi tað í hvussu so er verið hjá okkum. Vit hava fingið [...] Joensen, at hetta verður eitt gott øki til fólkini á skúlanum. - Peningur er settur av, og teir fara í gongd so skjótt sum veðrið batnar. Tað er eitt økið vit kunnu fáa stóra nyttu av, tá tað verður endaliga
kátoygdur. ? Tað plagar altíð at vera okkurt. Humørinum plagdi ikki at bila nakað á stevnunum, tað er sikkurt?og altíð hevur tað verið stuttligt. Stevna, sum illskapur stendst av, eigur ikki at verða hildin [...] so kundi tað vera, at teir vóru eitt sindur títtari, men tað var eisini tað heila. Bekkatøk og sovorðið, tað var ikki fyrr. ? Eg snakkaði við Arngrím inni í Fjørð í Kollafirði, ið plagdi at rógva við [...] teir so bara selja bátin; tað er onki at goyma hann til. Nei, skal eg siga tykkum, eg seldi hann sjálvur, og so var tað liðugt. Annars haldi eg tað, at tá mann fer á sjógvin; ja, tað vísir seg, sum mann fær
til at seta frískúlar á stovn. ? Sum er, sýta flestu skúlar fyri, at næmingarnir halda bøn og andakt í skúlanum. Men eg haldi tað vera óskiljandi, hvørjar grundgevingar kunnu vera fyri slíkum, og hvat [...] hvat tað er, ið skúlarnir óttast, sigur Jenis av Rana í formansfrágreiðing síni frá landsfundi Miðfloksins. Seinna broytingin, Miðflokkurin fer at mæla til, er, at tað skal vera møguligt at seta frískúlar [...] Næmingar skulu kunna halda andakt og bøn í skúlunum. Hetta er Miðflokkurin sannførdur um, og tað ætlar hann sær at virka fyri. Tí ætlar Miðflokkurin sær komandi tingsetu at leggja fram uppskot um broytingar
gjørdur nú, og vísir tað seg ikki at vera so, verður tað ein spurningur, vit taka upp tá. Men hon vil ikki svara upp á um talan kann verða um at nokta at longja íbindingarloyvið. - Tað fáa vit at síggja, tá [...] gongur loyvið at binda vegin frá Norðoyatunlinum í Leirvíksvegin út. Og Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, letur tað vera ein opnan spurning, hvørja støðu bygdaráðið fer at hava til at longja loyvið [...] fleiri ár og Leirvíkar Bygdaráð hevur fyrr róð framundir, at ein møguleiki, tey hava, er at nokta fyri at longja loyvið at binda tunnilsvegin í bygdarvegin í Leirvík. - Vit vænta avgjørt, at vegurin verður
hjá Zlatan, Mino Raiola, og ítróttarstjóran í AC Milan, Leonardo, og í gjár helt blaðið Goal seg vita, at partarnir vóru blivnir samdir um eitt skifti, og at AC Milan fór at keypa hann leysan úr LA Galaxy [...] áleyparin ynskir at halda fram í USA, sigst vera tí at hann og familjan eru fallin væl til í Los Angeles. Zlatan hevur sáttmála við LA Galaxy fram til 31. desembur 2019. Helst fæst nærri at vita um møguliga [...] Tað hevur í eina tíð ljóðað, at svenski áleyparin, Zlatan Ibrahimovic, skal vera á veg aftur til evropeiskan fótbólt eftir eitt ár í USA. Tað er serliga AC Milan, ið liggur framvið eftir undirskrift hansara
september fer kirkjukórið Ljómur at skipa fyri einum sangdegi í Miðlatúni í Vági. Í Vági siga tey, at lagt verður fyri klokkan 14 henda dagin og hildið verður fram til klokkan 18. - Vit halda, at fleiri skulu [...] skulu hava møguleikan at syngja í kóri. Tí ynskja vit at bjóða øllum áhugaðum til ein hugnaligan dag. Lagt verður aftrat, at í Miðlatúni leygardagin verður kórtónleikur, gott prát og kaffi við onkrum afturvið
til at avgera hvør skal byrja í bláu troyggjuni. Tó siga teir súkklukønu, at tað í prologinum sæst rættiliga greitt hvør tað verður, sum fer at klára seg væl restina av kappingini, og hvør fer at klára [...] Saltangará. Ein sera harður og langur teinur at koma ígjøgnum, og tað er uttan iva rætt, at tað verður her, at bestu súkklararnir fara at fáa sær fyrimun. Einkultstartur á Sandoynni Eins og í fjør, verður eins [...] Sandoynni í fjør, og hava tí avgjørt at royna aftur í ár. Ivaleyst hevur tað eisini nakað at siga, at Sverri Mohr Edvinsson er Heimasandsmaður, og tað er at frøast um, hava fyrireikararnir havt tað í huganum,
yvir í Heilsutrygd. Tí er tað okkara fatan, at ognirnar eiga at fylgja limunum og ikki vera eftir hjá eini nýggjari nevnd, sum skal virka undir tryggingarlógini og sum skal út at leita eftir nýggjum limum [...] best brúktar at stovna eina privata ískoytistrygging at leggja omaná tryggingina frá Heilsutrygd. Í løtuni er ringt at síggja, at tað skuldi verið neyðugt við einari privatari sjúkratrygging við síðuna [...] útbúgving av fleiri kommunulæknum o.l. Tað er eisini rímiligt, at umboð fyri sjúkrakassarnar verða við at stýra einum nýggjum Heilsugrunni. Heilsutrygd fer til 1. januar 2012 at virka sum ein sjúkrakassi, har