trupulleiki er. Tað er beinleiðis ekstremt ódemokratiskt. Hvat við at spyrja tey, sum hava noyðast at liva við trupulleikanum? Um hesir løgtingslimir veruliga halda, at eingin trupulleiki er, hví berjast [...] fyrst og fremst at gera felagnum eina heimasíðu, og hetta arbeiðið er um at koma undir land. Tí er tíðin komin at lata onkran annan taka yvir. [...] við at skriva um undirhald nú í fýra ár. Honum dámar hetta væl, men hann ætlar sær skjótt at fara undir at lesa enskt á univeristetinum. Hann hevur lisið heimsspeki og franskt fyrr og er journalistútbúgvin
einki til. Ivaleyst er, at eisini okkurt annað hevði verið at trivið í, um ætlanin var at lýsa samlaðu lívssøguna hjá persóninum. Men at hann var maður út yvir tað vanliga, er eingin ivi um. Vit vildu í dag [...] skriftmálinum, hóast tað er rætt. Bókin er, sum nevnt, ikki nøkur endalig ævisøga um mannin Ole Hansen, sum gjørdi egnan gravstein, hvørs plátur nú hanga í Eiðis Kirkju. Hon er meira ein lýsing av teirri [...] evnaríki maðurin er sjálvlærdur og ongantíð hevur lært at skriva føroyskt.« Men er skaldskapurin ikki tann stóri, so er maðurin so mikið størri. Hann kennir sjálvur sítt pláss, og tað er ikki so lítið. Satt
út á Mana. Tað er soleiðis, at fyri at »uppliva« Fiji, so er neyðugt at fara út á tær smærri oyggjarnar, tí á høvuðsoynni er onki at verða eftir. Suva býur, sum er høvuðsstaður, var aftrat tí heila raktur [...] Fólkið er fyri ein stóran part indarar, men koma annars úr mestu londunum rundanum. MANA ISLAND Vit høvdu fingið at vita frá øðrum fjakkarum, at um vit skuldu til Fiji, so máttu í hvussu so er fara út [...] tí tú hevði ikki loyvi til at fara yvir í bygdina, uttan tú vart sømuliga ílætin við sarongi niður um knø, og akslarnar fjaldar, tíverrri fingu vit onga frágeiðing um hví. Tað var eitt sindur øðrvísi. Her
ella okkurt annað. Hetta er ikki so løgið, tá ið hugsað verður um, at BBC er mangan hótt við bumbuálopum, »makka teir ikki rætt«. Vit kundu hildið á við Indonesia, men latið okkum nú venda okkum til landið [...] ágang móti kristnum í egnum grannalagi. Er hetta islam? Hetta kjakið er á ongan hátt lætt, og heldur ikki hava vit rætt til at skera allar muslimar um ein kamb. Munur er á einum vesturlendskum islam og tí veruliga [...] húðalitur, trúgv og bakstøði er. Tó eiga vit ikki bert at blinda okkum í óskynsomum tolsemi. Tað, ið okkum tørvar, er ikki tolsemi, men skynsemi og javnvág. Sum kunnigt er ein stórur flóttafólkastreymur
tað er so vakurt at siga, skyldkonan. Tað kanska ger ongan mun, tá ið um kappingina ræður, men tunt er tað blóð, sum ikki er tjúkkari enn vatn. Rúni og greinskrivarin eru eisini skyldmenn. Hetta er í faðirlegg [...] so nógv í Fuglafjarðar kirkju, tá ið hugsað verður um tónleikin. Nú er tað horntónleikur – solospæl á trompet við klaverfylgisspæli, sum hugsað verður um. Ja, so ung tey vóru – Rúni Hentze og Laila Poulsen [...] eingladámur legst yvir hendan ungling, sum kundi havt spælt hjá Tartini í Frans av Asissi kleystrinum, men er hann vælsignaður av hond Kenneth Jones. Ljóðfyllingarnar frá Rúna mintu ikki so sørt um inn- og útsúðin
var bert 2 ferðir um mánaðin, men vit vóru glað, um vit fingu postin einaferð um mánaðin, sigur Kinna og Janus tekur undir við henni í, at um veturin var tað sum oftast bert einaferð um mánaðin, at postsamband [...] Flyta nú til Havnar Men nú er tann stundin komin, at Janus og Kinna hava tikið avgerð um at fara av oynni og til Havnar. - Tað verður eitt sindur øðrvísi at búgva í Havn. Tá vit hildu til í Havn um vetrarnar [...] kemur á, nú hann er kliptur. Jú, hann er sanniliga at rokna sum eitt av húsfólkunum. Úr køksvindaeyganum sæst Suðuroyggin og tá skýmir síggjast ljósini í Sandvík. Sóu ljósareytt uppá alt Kinna, ið er ættað
avkláraður, nú hann tók hesa avgerð, og í dag er hann leysur av felagnum. - Alt tað formella er ikki komið upp á pláss enn, og tí siti eg framvegis í onkrum álitisstørvum fyri felagið, eitt nú í forskot [...] línuskipunum. Hetta virkar eisini undarligt, um tað er øvut – um ósemja um langfaraskipini leggur ísfiskaflotan undir Føroyum, sigur hann. Ikki í lummanum Tað hevur ofta verið kastað Óla Jacobsen, fyrrverandi [...] besta og feskasta dømi um hetta heldur hann vera alt tosið um tilfeingisgjald – tað at áleggja skipum gjald fyri at sleppa at føra fongin til lands og til virkingar á landi. - Nú er tað soleiðis, at einki
tað, og troðka aðrar burtur, galt tað um«. Í bardaganum at fáa mann, er tað the survival of the fittest sum er galdandi. Ein orsøkin til, at Elsba er so út um alt mark altrá eftir at fáa mann, kemur fram [...] Jógvan Isaksen Tann ráðandi søgugongdin er um Íhaldsflokkinum, sum er ein sambandsflokkur, og Framtaksflokkinum, sum er ein sjálvstýrisflokkur, og hvussu hesir flokkar, næstan sum av gomlum vana, klandrast [...] láta, sum hon følir er rætt. Tórmaður verður sleptur, har hann á tremur av iva spyr seg sjálvan, um hann aldrin verður maður at liva, sum hann er. Humor Skemtið í »Leikum fagurt« er í høvuðsheitum ein
okkara forfedrum. Og vit kunnu gleðast um nógv, sum er broytt. Tað er at undrast á og gleðast um, at hesin lítli staður hevur ment seg so nógv. Onki av hesum er komið av sær sjálvum. Tað hava verið fólk [...] vakurleika og styrki, eru tey somu, sum tey hava verið alla mína tíð. Norðoyastevnan er eisini gomul. Hon er eldri enn eg, hon er 83 ára gomul. Fjøllini eru her, men tey hava skiftandi útsjónd, alt eftir hvussu [...] leggja seg niður og gera einglar við ørmum og beinum. Nú ein dagin tosaði eg við eina aðra eldri konu. Vit tosaðu um gamlar dagar, og hon tók soleiðis til: Nú sigi eg sum vermamman plagdi at siga: “Soleiðis
skum yvir í monumentalar stórar realistiskar myndir, har figurarnir, ið eru á, síggja út sum veruligir, sigur Hansina Iversen, sum fegnast um, at henda framsýningin er vorðin veruleiki, tí tað er sjáldsamt [...] málaríið og innihaldið í málaríinum, sum er umráðandi. Í mínum hugaheimi ræður tað ikki um nakað, sum er sum so, men heldur um formar, sum eg finni fram og komi fram til í sjálvari arbeiðstilgongdini. Íblásturin [...] vónir eru um. Hansina gongur aðrar leiðir enn tær, ið hava eyðkent myndlist okkara tað seinasta ættarliðið, og hon er ein teirra, ið gevur føroyskari málningalist eitt nýtt andlit. - Tað er sjálvt málaríið