ímóti. Nú var føroyska áhoyrarafjøldin so spakuliga vaksin so mikið, at fólk sást aftur í túnunum. Makrelur og kókandi Asfalt Makrelur er ikki ókendur á leiðini við Vágsbotn, men júst hesin, sum nú átti [...] afturat sær. Talan er um standard jazz, swing, so sum vit t.d. kenna tað frá Manhattan Transfer. Og frumframførslan hjá teimum kann bara sigast at fáa ein at vóna, at hendan samansetingin ikki er eingangs. Ferð [...] hoyrdist, at tað grør um gangandi fót á føroyska asfaltinum, tónlistarliga talað. At tað ber til at bjóða eini seksti ymisk og góð føroysk tónleikatilboð fram upp á tveir dagar er framúr. Eg fari sum so
tematikki er henda søgan ein merkisverdur tekstur. Hon er sett saman av 22 stuttum, kompaktum kapitlum og hevur ikki nakra søgugongd, í vanligum týdningi. Ballard hevur sagt um hana, at hon er ?tann tý [...] Baksýnið fyri hesi varsjón er sjálvsagt 20. aldar postnewtonska tíðarfatan, ið tók seg upp, tá Albert Michelson í 1881 vísti á, at ljósferðin úti í rúmdini er óbroytt hin sama, um hon er máld av einum eygleiðara [...] aftur. Eitt stórfingið dømi um ein ímyndaheim av sama slag er søgan ?The Illuminated Man? frá 1964. Tað vísindaliga støðið undir søgugongdini er, sum ofta í framtíðartekstum, dømi um eftirgjørdan vitskap, har
nakar drúgvar rennitúrar, og hann er ikki til at flyta, tá venjingardystur er móti endanum. Ímyndin av Óla á vøllinum er, at hann er ein eirindaleysur verjuspælari, sum ikki er bangin fyri at brúka bæði kroppin [...] vant saman við hinum á TB liðnum. Tað er leygardagur og tað er kalt í veðrinum. TB húsið er ikki liðugt, so spælararnir skifta í Høllini í Trongisvági. Til venjingina er Óli millum teir stinnastu. Hann rennur [...] húsini hjá okkum. Tað er líka mikið um tað er regn, vindur og móra, sigur Óli Johannesen og vísur á málningi av vøllinum í Sevmýri, sum hongur í høllini, hvar húsini liggja. Tað er lítið Óli og teir vinna
deyð. Vit trúgva um kirkjuna, at hon er likam Jesu Krists Kristus er høvur kirkjunnar og yvirhirðin yvir allar hirðarnar og allar limirnar á likami sínum. Vit trúgva um kirkjuna, at hon er verk Heilaga Andans [...] og Heilaga Andan, lívgeva okkara. Vit trúgva um Jesus, at hann er Frelsari og Harri. Jesus er Guds sonur, sum tók á seg hold og gjørdist monnum líkur. Hann er gitin av Heilagum Anda, borðin í heima av Mariu [...] Vit trúgva víðari um kirkjuna, at hon er, sum Augsburgska trúarjáttan Fólkakirkjunnar lærir, “samfelag teirra heilagu, har gleðiboðskapurin verður boðaður reint, og farið verður um sakramentini á rættan
soleiðis at um vøra skal framleiðast frá skipi, sum ikki er ES-góðkent, so er treytin tann, at góðskuleiðarin á framleiðandi virki skal siga gott fyri, at vøran, sum er komin frá hesum skipum, er í lagi, og [...] Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum politikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar [...] Inspection Point) ? hvat er hetta fyri nakað??? Henda spurning spyrja nokk fleiri av okkum, sum eru í vinnuni, um, hvat skal hetta BIP-punkt vera gott fyri??? Jú, jú, fínt skal tað vera, nú hava vit enn einaferð
eigur teg?” Tað er, sum um tey spyrja fyri at vita, hvat slag man er. “So tú ert Dahl’ari úr Vági?” - Tá fólk so vita ‘hvør eigur ein’ og hvørjari ætt ein er av, so er tað ofta, sum um at tey longu hava [...] ikki avger, um vit eru eitt gott ella ringt menniskja. - Tá eg hoyri um, at summi ikki fara til konsert hjá Elton John, tí hann er samkyndur, ella til borðs við íslendska forsetanum, tí hon er lesbisk, so [...] so veit eg ikki, um eg skal flenna ella gráta. Í mínari verð er tað fullkomiliga langt úti, og minnir mest um at eg sigi, at eg kundi ikki funnið uppá at fari til konsert hjá Robbie Williams, tí hann heldur
svøvnleysar nætur av at hugsa um.Tað er ein stór sorg at fáa eitt menningartarnað barn. Tað er ein sorg, sum er ein roynd at koma ígjøgnum. Men tað er ein líka so stór sorg, um tú doyrt áðrenn títt barn og [...] tað Javni, sum bað hana koma at tosa um sína bók um sonin Thomas, sum er menningartarnaður. ? Eg havi verið eitt talurør og eitt sendiboð fyri onkran, og soleiðis er tíverri eisini hesaferð. Eg skal vera [...] ting. Gjøgnum øll árini saman við soninum Thomas, sum nú er 36 ár, hevur hon ikki havt so nógva tíð til hini børnini, viðgongur hon. Og nú hon er vorðin omma, kennir hon á sær, at hon eisini forsømir
filmur er. Tað er ein filmur um ein fráskyldan, ørkymlaðan rithøvund, sum stríðist við meiningina við lívinum. Og so plaga fólk at siga, at antin hatar tú hann, ella elskar tú hann. Men hatta er ikki meir [...] ikki so djúpt um tilveruna. Tað er týðiligt, at okkurt gongur í honum, men hann hugleiðir ikki so orðaríkt, sum Woody Allen vanliga ger. Í øðrum lagi er hann ikki rithøvundur. Og tað er Sean Penn, sum [...] loyndarmál. Frásøgutekniskt er tað snilt, at seinna konan, sum er spæld av Uma Thurman, fær sama leiklut sum hyggjarin og Woody Allen sjálvur. Hon er nevniliga høvundur, og alt er research fyri hana. Hon fær
og Deep Purple. Sigmund um politikk Einasti týðandi spurningurin í føroyskum politikki er, um vit vilja taka loysing ella ikki. Alt annað er eitt slag av heimabókhaldaríi, sum er fult av privatum áhugamálum [...] góðtaka. Tað er langt frá altíð eitt gott hugskot at fara í rættin við eini ósemju, sigur Sigmund Poulsen. Og tá ið tað kemur til stríðsmál um jørð, fær Sigmund aftur eitt smíl í andlitið. - Lívið er ov stutt [...] stutt til at klandrast um jørð, og tað er í grundini ótrúligt, at fólk skulu berjast so nógv um nakað, sum tey fáa í gronina, tá ið tey doyggja. Uppgávan hjá einum advokati er stundum at fáa fólk at síggja
Tað er nú einaferð soleiðis, at tilfeingi er ein knøpp vøra. Inntøkan er knøpp. Skattapengarnir eru knappir. Arbeiðsmegin er knøpp. Infrakervið er knapt. Um tilfeingið ikki var knapt: um inntøkan var endaleys [...] sandoyingar ikki langt síðani eru gingnir saman í strategiskt samstarv um at menna hendan partin av landinum. Sera lítið samstarv er millum oyggjarnar báðar, og tað er løgið, tá hugsað verður um at oyggjarnar [...] síðani er ikki altíð modernað í dag. So hvørt sum møguleikarnir verða betri, verða krøvini til betraðar møguleikar betri. Modernisering er ein skrúva uttan enda. Um framburður skal tryggjast, so er ikki