sama við aðrar skipsvanlukkur. Men eitt serligt dømi um, hvussu hart lagnan kundi raka, var omma mín Elin, sum var ættað úr Vík. Maðurin hennara Magnus var deyður undan 1934, so hon var einkja tá. Ein son [...] lærdi hon í skúlanum í Hósvík, har hon hevði tveir framúr góðar lærarar, Hjalmar Waag og Hans Jacob Joensen. Eg eigi enn seinasta brævið frá henni og fari at endurgeva tað: Toftir, tann 13. 9. 05 Góði Óli [...] Ólavur Clementsen av Sandi hevur eina frásøgn í bók síni “Søgur og skemt av Sandi” frá Hans Andreas Joensen í Kvívík, nevndur Hans Andrias á Skælingi. Hann fortaldi frá, at hann hendan morgunin var farin eftir