stig aftur til Skála ÍF. Í kvøld legði 07 Vestur seg á odda beinanvegin. Málskjútti í triðja minutti var Jonathan Timothy Flensborg, sum nú hevur skorað fýra mál í Meistaradeildini í ár. 07 Vestur hevði onkrar [...] spæla á Argjum. Tór-Ingar Akselsen, sum inntil fyrr í summar var venjari hjá næstbesta liðnum í B36, er nú venjeri hjá 07 Vestur. Tapið í kvøld ber við sær, at 07 Vestur framvegis er á áttanda plássi við [...] síðunetið. Hetta var aðru ferð í ár, at Pætur J. Petersen var málskjútti í Meistaradeildini í ár. 12 minuttir eftir steðgin var tað Bartal Páll Klein, sum skoraði B36 sigursmálið. Uppleggið átti miðvallarin
upp aftur í Meistaradeildina, har liðið ikki hevur verið síðani 2011. Í fjør var FC Suðuroy í bestu deildini, og tað sær út til, at tað fer at eydnast at endurvinna plássið í fremstu røð. Í dag var FC [...] FC Suðuroy í høvuðsstaðnum, har FC Hoyvík var vertur á Hoyvíksvølli. 8. august var tað heilt óvæntað, tá ið FC Hoyvík á sama vølli vann 1-0 ímóti FC Suðuroy. Í dag lótu gestirnir av Vágseiði ongan iva vera [...] eina viku fer FC Suðuroy aftur í høvuðsstaðin. Tá verður mótstøðuliðið B36. Hóskvøldið fer FC Hoyvík at spæla fyrsta dystin í 1. deild hjá monnum á nýggja graslíkinum í Fuglafirði. FC Hoyvík er á níggjanda
sum gongur til tekniskan student í Klaksvík: 8.580 krónur . Ein næmingur úr Oyndarfirði á Miðnámi í Vestmanna: 6.500 krónur . Ein lesandi av Viðareiði á Vinnuháskúlanum í Havn: 9.680 krónur . Hetta eru dømi [...] sum hava langan veg millum heim og skúla. Tað heldur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, sum hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning um ferðing hjá lesandi [...] fyri møguligum lógaruppskoti um ferðastuðul til lesandi og lærlingar á skúlaparti. Í viðmerkingunum vísir Eirikur í Jákupsstovu á, at almenna ferðasambandið ikki altíð hóskar til gerandisdagin hjá teimum
aldið í einum nýggjum lógaruppskoti, sum Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri Løgtingið. Í dag kann privata eftirlønarsamansparingin sum meginregla ikki setast í útgjald [...] ella fyritíðarpensjónin verður lækkað. Í 2026 kann ein pensjónistur hava eitt inntøkugrundarlag á 106.000 krónur um árið, áðrenn almenna pensjónin verður skerd. Av inntøku oman fyri markið verða 30 prosent [...] fyritíðarpensjón. Tey skulu kunna byrja útgjaldið, tá tey røkka aldursmarkinum fyri framskundaða pensjón – í løtuni trý ár áðrenn vanliga pensjónsaldurin. Almannaverkið skal fyrst hava játtað pensjónina, og síðani
byrjanin til eina langa bíðitíð flóttafólk bera lyklar í lummanum til hús sum kanska ikki eru til kortini varðveita tey eitt sindur av heiminum í einum fotografii einum barnaskógvi einari uppskrift við [...] náttin dettur inn á gólvið í undirgrundini stendur eitt barn og teknar sólina á ein gráan vegg mamman troystar barnið sigur at alt verður betri men røddin skelvur sum eitt blað í køldum vindi pápin er farin [...] ongantíð ynskti at halda um eystanfyri markið sita aðrar mammur og bíða eftir synum sum Russland sendi inn í eitt kríggj teir ikki sjálvir valdu teir skriva heim at teir hava tað gott hóast moldin er vorðin teirra
næmingur í 1. flokki, ein í 2. flokki og tveir í 7. flokki. Í Húsar-Syðradals skúla eru tveir næmingar í 1. flokki, ein í 4. og ein í 6. flokki. Í Oyndarfirði er ein næmingur í forskúla, ein í 2. flokki [...] flokki, tveir í 3. flokki og ein í 4. flokki. Í Skálavík eru bara tvey flokstrin umboðað: ein næmingur í 3. flokki og tveir í 4. flokki. Landsstýrismaðurin nevnir eitt møguligt mark Í kjakinum í kjalarvørrinum [...] stórur partur av føroyska skúlaverkinum framvegis er skipaður í sera smáum eindum. Bara ein næmingur í summum flokkum Hyggja vit inn í einstøku skúlarnar, verður munurin uppaftur sjónligari. Í Haraldssundi
læknahjálp til útlendingar verða handfarin í læknavaktini. Tað heldur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, sum tí hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein grein 52a-fyrispurning [...] fyribils í Føroyum, fáa hjálp frá læknavaktini. Løgtingsmaðurin spyr eisini, um greiðar og felags mannagongdir eru fyri, hvussu gjøld frá útlendingum skulu handfarast, og hvussu hetta verður gjørt í verki [...] upplýst, hvussu kommunulæknin verður samsýntur fyri at veita útlendingum læknahjálp í læknavaktini, og hvør ber útreiðsluna í teimum førum, tá viðkomandi ikki hevur rætt til ókeypis læknahjálp. At enda spyr
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur tí lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka játtanina úr 11 upp í 13,5 milliónir krónur og leingja gildistíðina í verklagslógini við einum ári [...] Fleiri lógarbroytingar eru gjørdar í barsilsskipanini, meðan menningararbeiðið hevur verið í gongd. Eingin serstøk játtan varð latin til at fáa hesar broytingarnar við í nýggju kt-skipanina. Eisini hevur [...] hevur verið neyðugt hjá Elektron at vera við í arbeiðinum, tí verandi barsilsskipan liggur hjá Elektron. Partar av arbeiðinum vórðu bodnir út, men í einum føri varð kappast um tímaprísin og ikki samlaða kostnaðin
einum alibrúki í Føroyum. Handanin er enn ein varði í drúgva samstarvinum millum KJ og Bakkafrost. Fyrsta tvíkiljan varð handað Bakkafrost í 1999, og síðani tá hevur KJ bygt og handað eina røð av tvíkiljum [...] Tvíkiljur hava ein týðandi leiklut í dagliga arbeiðinum í alivinnuni, og krøvini til bæði útgerð, arbeiðsmegi og trygd eru vaksin nógv seinastu árini. Hetta sæst eisini aftur í nýggju tvíkiljuni, har dentur [...] Í síðstu viku handaði KJ Bakkafrost enn eina nýggja tvíkilju, sum nú er klár at nýta til uppgávur á føroysku alifirðunum. Nýggja tvíkiljan er bygd og serliga útgjørd til tær fjølbroyttu og krevjandi u
nu, at seta spurnartekin við, um gjaldið er í samsvari við ferðavinnulógina. Í einum skrivligum fyrispurningi spyr hon Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, um tað er lógligt at krevja 200 krónur [...] gjaldið lýst sum eitt atgongumerki, ið gevur atgongd til leiðina niðan á fjallið. Sambært upplýsingunum í fyrispurninginum stendur eingin á staðnum og veitir tænastnastu, og har er hvørki gjørd gøta, ves ella [...] skeltinum verður upplýst, at peningurin skal fíggja eina nýggja gøtu. Ætlanin er, at hon skal verða liðug í 2027. Somuleiðis verður boðað frá ætlanum um móttøku, kafé, ves og betri parkeringsviðurskifti. Gjald