hótta við at flyta av landinum (ella ikki flyta heim aftur), tí teimum ikki dámar politisku støðuna. Tað at politiska støðan er láturliga langt úti, merkir júst at ein ikki skal flyta. Fólk áttu at streymað [...] fyri at búseta seg fast, so bara fyri at vera við til at steðga hesum ørskapinum – tí vit kunnu lættliga steðga honum! Tú hevur valdið Herfyri sá eg eitt tingfólk, sum mær annars dámar væl, skriva at tað [...] var skilligt, at fólk fara av landinum, tá politiska støðan er sum hon er. Sama dag sá eg fleiri onnur fólk siga, at tey vóru glað fyri at tey ikki búðu í Føroyum – og enntá ein siga, at viðkomandi var
Tað er ikki hissini ákæra, so er tað ikki meira enn rímiligt, at vit fáa at vita hvørji hini eru, sum góvu lyfti um at einskilja 66%; hvussu lyftini vóru orðaði, hvørji fólk atkvøddu fyri lyftunum, og ikki [...] Uttan mun til hvat endamáli var við at einskilja Atlantsflog, og uttan mun til hvussu væl einskiljingin var fyrireikað og skipað, so stendur tað eftir at arbeiði, at einskilja AA var ikki nóg væl úr hondum [...] Veruleikin tykist at verða tann, at alt Føroya land og útlendskir íleggjarar og øll politiska skipanin, var drigin uppá tráð í spurninginum um at einskilja AA, og tí er tað ikki heilt rætt at skuldseta allan
tað, sum vit hava valt at halda okkum til fyri at vera vís í okkara søk. Hon sigur, at tað er luturin hjá Umhvørvisstovuni er at gera upp, hvussu nógv olja er farin á sjógv, og hvussu stór rokningin fyri [...] til á middegi í dag at taka støðu til sektaruppskotið. Torfør meting Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sigur, at tað er ógvuliga torført ítøkiliga at gera upp, hvussu nógv olja er farin [...] komin eftir, at nøgdin í minsta lagi snýr seg um einar 1000-5000 litrar. Hon vísir á, at tað hevur ikki gjørt kanningararbeiði lættari, at nøgdirnar av olju umborð á skipinum eru so stórar, og at skiparin
týdning Landsstýriskonan, sigur, at nú farið verður undir at byggja Landssjúkrahúsið út, eiga vit at leggja stóran dent á, at at fáa sum mest burturúr íløguni. Hon vísir á, at menningin á sjúkrahúsøkinum gongur [...] sigur, at tað er skeivt at siga, at ferðin gongur til USA. ? Vit skuldu til Íslands kortini. Og so er meirkostnaðurin av at fara til USA rættiliga lítil. Amerikanarar eru so frammaliga á hesum øki, at vit [...] Helena Dam á Neystabø sigur, at sjálv fer hon við, tí táið samanum kemur, er tað hon, sum skal taka avgerð um útbyggingina. Og hon heldur, at tað er rætt at hon brynjar seg út til at kunna taka eina so væl grundaða
kann lova, at eg skal gera mítt til at menna samfelagið soleiðis, at tað verður gott at liva í hjá øllumborgarum Vilt tú sum vit - at førdur verður ein politikkur, ið hevur tað eina endamál, at skapa góð [...] Sjálvur eri eg av teirri sannføring, at skilabesti mátin at føra seg fram uppá, er við at greiða frá, hvønn politikk tú sjálvur ætlar at føra. Tað hjálpir so lítið at deila hini og skjóta teimum ivingarsom [...] setast. Ymiskt er, hvussu valevni hava ført seg fram, og ymiskt er, hvussu flokkarnir hava raðfest, soleiðis at so nógv valevni sum gjørligt eru sloppin til orðanna. Tó má sigast, at frægasta høvi hjá
sjónleiki. Hvussu ert tú á einum palli, hvat skal tú gera har og hvussu skalt tú uppføra teg, sigur Hjørdis Johansen. Búning Á skeiðunum verður dentur lagdur á, at luttakararnir verða mentir persónliga, at teir [...] sjónleikarlistina og at teir verða betur førir fyri at fáa nakað burtur úr teirra egna lívi. Ikki minstan týdning hevur tað, at børnini og tey ungu hava tað stuttligt meðan tey eru við, og at tey læra nakað [...] Øll kenna til, hvussu ringt tað kann vera at stíga fram á palli ella aðra staðni. Við teknikkinum, eg læri børnini, læra tey at fáa tamarhald á støðuni. Tað snýr seg í grundini um at fáa fatur á sær sjálvum
fyri at halda fyrilestur á stórari ráðstevnu í Føroyum um Javnstøðu. Tað er javnstøðunevndin, sum skipar fyri stórari ráðstevnu í Norðurlandshúsinum í sambandi við, at tað nú eru 10 ár síðani, at javn [...] báðum kynunum. Hava skarað framúr Fyri at vekja so stóran áhuga sum til ber fyri hesi ráðstevnuni, hevur javnstøðunevndin lagt nógv arbeiði í at fáa kend fólk at halda røðu. Høvuðsrøðari verður Vígdis [...] Hon fer at tosa um, hví vit skului hava javnstøðu og, hvussu vit fáa javnstøðu. Ein annar fyrilestrarhaldari verður Birgir Bjørn Sigurjónsson, starvsfólkaleiðari í Reykjavíkar Býráði, sum fer at tosa um
kann vísa seg at verða ein trupul knútur at loysa. Hann kann enntá vísa seg at gerast so trupul, at hann rætt og slætt fer at beina fyri grundlógarnevndindini. Javnaðarflokkurin hevur kravt at fáa spurningin [...] hesum, er tað týdningarmikið at finna eina stóra semju, annars er tað onki vert, segði Løgmaður. Gleðir seg at staðfesta Høgni Hoydal sigur, at vit eiga at gera alt, fyri at finna eina stóra semju. Hann [...] kann fyri at fáa eina stóra semju, tí eru allir flokkar við í arbeiðnum. -Var ætlanin at gera ein grundlóg, uttan at at geva henni tað viðgerð, hon hevur fingið, hevði ongin orsøk verið til at fingið allar
spæla fyri 11. ferð, at Óli Johannesen í kvøld fer at spæla 43. landsdystin, at Allan Mørkøre fer at spæla 46. ferð, og at Pól Thorsteinsson fer at spæla 19. landsdystin upp í slag. Mest áhugaverdu menninir [...] fullvísar í, at teir skulu spæla við, og millum hesar teljast fleiri av verjuspælarunum. Tað er t.d. eingin ivi um, at Jens Kristian Hansen í kvøld fer at spæla fyri 31. ferð, at Hans Fróði Hansen fer at spæla [...] hjá spælarunum eru, og hvussu teir bera seg at í hópinum, so er tað sjón fyri søgn, at tað er munur á. Hetta er ikki ein trupulleiki, men heldur ein styrki. Vejarin vil hava, at tað skal vera soleiðis
ár, og ikki kann sigast annað, enn at langt tykist vera ímillum úrslitini. Í hvussu so er, so má bara staðfestast, at tað verður ein góð løta, áðrenn hesi tiltøk koma at geva góðar 600 milliónir um árið [...] vanligi føroyingurin ikki at merkja, varð sagt. Hvussu ber so til, at útbyggingar innan skúla- og heilsuverk hava ligið á láni í allarbestu tíðum? Ein sovorðin peningatørvur, har alt skríggjar eftir pengum kemur [...] tunlar o.s.fr. skulu gerast? Alt hetta fer at økja um almenna raksturin, ið ikki hongur saman uttan blokk í dag. Hann vísir seg at hanga somikið illa saman, at man hevur forsømt viðlíkahald og útbygging