Müllerreiðarínum í 1928, og var eisini við henni í Svøríki at fáa motor ísettan, ein Elve diesel, sum var 45 hk. Hann var við har í 9 ár. Skipari var Johan í Djónastovu á Eiði. Hann var eitt ár í Grønlandi við [...] sildaveiðu í Sundalagnum, og hetta gekk eisini sera væl. Emil róði út í Íslandi saman við pápanum við motorbátunum Daniku og Kolli. Hann var eisini motorpassari sum so nógvir aðrir í ættini. Hann var í 1918 [...] skip við donskum reiðara. Teir veiddu í Grønlandi við bátum. Hjalgrim var nótaformaður heima hjá okkum. Hann var ein koyrari, og hann dugdi eisini snildir. Í støðum í Sundalagnum var ringur botnur, og tá